Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-19, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. september 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 180 - 21. september 2008 Í sambandi við at Heini í Buð 1. sep­ tember gavst eftir 22 árum á Shell, var móttøka á Viðarnesi seinasta fríggjadag MÓTTØKA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Eftir at hava roynt mangt og hvat kom Heini í Buð í 1986 á Shell at arbeiða. Sum teir flestu bygda­ dreingir fór eisini Heini í Buð til skips eftir lokna sjey ára skúlagongd. Fyrsti túrurin var í 1955 á saltfisk við 30­tonsaranum Viðanes. Heini sigldi so fram til 1960, tá hann fór í smiðju­ læru á Tósahavnar Skipa­ smiðju. Í 1965 fór hann so á maskinskúla, samstundis sum hann koyrdi taksa. Heini í Buð varð útlærdur í 1968 og fór síðani út at sigla við ØK. Hendan sigl­ ing var fyri tað mesta upp á lond í fjareystri. Eftir hálvtannað ár í lang­ farasigling, fór Heini við einum ídnaðartrolara úr Esbjerg, sum hevði fiska­ mjølsfabrikk umborð. Har var hann við, til hann í 1970 fór í skúla aftur og tók hægstu maskinmeistaraútbúgving. Heini í Buð arbeiddi síð­ ani nøkur ár hjá Skipafelag­ num, áðrenn hann í 1975 fór í starv sum inspektørur hjá Copenhagen Reefers. Í 1986 vendi Heini í Buð so heim aftur til Føroya og byrjaði at arbeiða hjá Shell. Heini fekst við alt tað tekniska, og har var nógv at ganga um við tangaskipi, tangabilum og goymslum. Heini í Buð hevur verið á Shell seinastu 22 árini, og nú hann legði frá sær, nýttu rúgva av fólki høvið at heilsa upp á til móttøkuna seinasta fríggjadag. Heini í Buð hevur arbeitt undir trimum stjórum, sum allir byrja við H, eins og Heini sjálvur. Fyrst var Hjarnar Durhuus stjóri, síð­ ani bróðursonurin Hákun Djurhuus, sum nú er stjóri á Shell, umframt núverandi stjóran, Hendrik Egholm. Hjarnari barst frá at vera við til móttøkuna, tí hann var staddur uttanlands, men bæði Hendrik Egholm og Hákun Djurhuus nýttu høvið at siga nøkur orð, og teir takkaðu sum vera man Heina fyri gott samstarv. Eisini fekk Heini í Buð handaðan málning frá Hendrik Egholm sum takk fyri trúgva tænastu. Stjórar og gottfólk heilsaðu upp á Heina Heini í Buð millum fyrrverandi og núverandi stjóran á Shell, Hákun Djurhuus og Hendrik Egholm Lítli Tummas var eisini komin at heilsa upp á ommubeiggjan Heini í Buð fekk bæði muss og klemm frá Ann Kirstin Thomsen Finn Jakobsen, fíggjarstjóri á SEV, og Christian Nagata, stjóri á Senta og fyrrverandi fíggjarleiðari á Shell, vóru eisini komnir at heilsa upp á Heina í Buð hendan dagin nøvn