Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-19, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. september 2008síða 23

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Nr. 180 - 21. september 2008 viðmerkingar - ein søga um valdsmisnýtslu, fáfongd og vantandi sakligheit og professionalismu í landsins hægsta embæti Ikki vardi tað meg, at eg nakrantíð skuldi noyðast alment at svara upp á slíkar ákærur og óndsinnaðar gerðir, sum nú hava elvt til stjórnarslit og eitt skamm­ arkent umdømi fyri før­ oyskan politikk – bæði her heima, og ikki minst fyri Føroyar uttanlands. Havi til tað seinasta vónað, at eitt minstamark av ábyrgd fyri øðrum enn sær sjálvum – og ikki minst fyri óskyldugum starvsfólkum, kundi vinna á valdssjúku og órannsaki­ ligum ótta fyri broytingum og nýggjum samstarvi. Hetta er tíverri dyggiliga prógvað at vera ógrundað vón. Tvørturímóti verða óhoyrd framferð og valds­ misnýtsla vend á høvdið, og ístaðin fjald við ótespi­ ligum álopum á undirritaða til almenna last, einum heilum politiskum flokki til nærum óbótaligan bága, einum landi til skammar – og nú eisini við at heingja út navngivin embætisfólki í almenninginum. Tí er tað nú mín skylda alment at greiða frá hesum máli, soleiðis sum eg eri drigin inn í tað, og at gera greitt alment, hvønn leik­ lut, eg havi havt í málinum, og hvørjar grundgevingar­ nar hava verið. I. Hugsið tykkum, um Anders Fogh Rasmussen gav sínum starvsfólkum boð um at fara inn í Uttan­ ríkisráðið hjá Per Stig Møller ein sunnudag. At hann gav boð um at fara inn í eina ávísa skrivstovu í Uttanríkisráðnum hjá einum starvsfólki og at tøma skuffur og skáp fyri trúnaðarskjøl, blaka skjølini í eskjur, blaka tey út og at læsa skrivstovuna av, so starvsfólkið ikki slapp inn? Hugsið tykkum, um hetta vóru trúnaðar­ skjøl, sum bert hetta ávísa starvsfólkið, ovasti stjórin og Uttanríkisráðharrin høvdu heimild til at síggja? Ella hugsið tykkum, at Jóannes Eidesgaard gav boð til síni starvsfólk um ein sunnudag at fara niðan í Fiskimálaráðið ella út í Fíggjarmálaráðið at tøma skrivstovur hjá starvsfólk­ um og taka skjølini hjá teimum? Men tað er júst tað, sum Jóannes Eidesgaard hevur gjørt í hesum máli, sum nú gjørdist ein syndarlig poli­ tisk gøla og skomm. Tað er skjalprógvað. Løgmaður gav sínum starvsfólkum boð um at fara inn í Uttanríkisráðið, flyta skjøl og fysiskt taka ræðið á eini skrivstovu. Hetta gjørdi hann, hóast eg skjalfast hevði sagt nei, og enntá bjóðað honum aðra skrivstovu og hevði lagt dent á, at soleiðis kann ongin fara fram. Hartil hevði eg skjalfast skotið upp at loysa eitt slíkt mál á embætisstigi. Talan er altso skjalfast um valdsmisnýtslu, vant­ andi virðing fyri og niður­ gering av starvsfólkum – og eftir míni bestu meting brot á allar fyrisitingarligar reglur og siðvenjur frá landsins hægsta embæti. II. Tá ið starvsfólkið kemur til arbeiðis mánamorgun 1. september og sleppur ikki inn á sína skrivstovu, verð­ ur sjálvsagt rok – og boð verða send eftir eftir lásasmiði. Ikki eftir mínum boðum, soleiðis sum eg eri úthongdur fyri í Føroyum og í umheiminum. Tá eg komi til arbeiðis uml. 08.45 hoyri eg rokið – og trúgvi satt at siga ikki mínum egnu eygum og oyrum. Rópt verður eftir hvørjum øðrum millum starvsfólk á Løgmansskriv­ stovuni og Uttanríkisráð­ num – og rópt verður eisini eftir mær. Eg geri greitt, at eg skilji væl, at starvsfólkið í Uttanríkisráðnum hevur tikið hesi stig – ja, onkur annar hevði helst bara sparkað hurðina inn. Men eg sigi, at hetta má støð­ gast, og at vit mugu fáa fund við løgmann og hansara fólk – tí hetta er jú ein syndarlig støða. Síðani er alt samskiftið eg havi havt í málinum lýst í tí tilfari, almenningurin hevur fingið innlit í. Løgmaður vil ikki hava fund, men sigur, at hann hevur givið mær eini boð, sum skulu fylgjast. Eg taki málið upp á landsstýris­ fundi 2. september, og eftir tað játtar løgmaður ein fund, sum endar við, at hann rýmir av fundi og rópar eftir mær og mínum starvsfólki og biður okkum sleppa okkum burtur við orðum, ið eg ikki vil endurgeva her. Eg skrivi til løgmann og sigi greitt, at eg kann ikki liva við slíkari framferð. Ongin hevur rætt at fara við øðrum á slíkan hátt, og ongin hevur rætt at viðfara starvsfólk ella samstarvs­ felagar soleiðis, sum hent er í hesum máli. Eg sendi mítt samskifti við løgmann til mín aðal­ stjóra, har eg geri greitt, at tann órættur, ið er farin fram, má rættast og at hetta mál má loysast á embætis­ mannastigi í samskifti mill­ um stjórarnar í ráðunum. Eg gevi ongi tænastuboð – sum jú er eitt amboð, ið bert verður nýtt mótvegis tænastumonnum, ið nokta at gera eftir ávísum boð­ um. Og tey skulu altíð verða skrivlig og skjalføst. Havi ongantíð nýtt hetta amboðið sum landsstýris­ maður. Tey einastu boðini eg havi givið eru tey, ið eru skjalprógvað í mínum samskifti við løgmann. Og eg taki fulla ábyrgd fyri Í døgunum frá 3.­8. september eru fyrst fólk av Løgmansskrivstovuni aftur farin á hesa famøsu skriv­ stovu hjá Uttanríksiráð­ num, og síðani er starvs­ fólkið hjá Uttanríkisráð­ num farið inn aftur í sína skrivstovu. Hóast eg ikki eri nógv tilstaðar hesar dagar í Tinganesi, so fái eg kunning um, at støðan nú er normaliserað – og tað eri eg fyribils nøgdur við. 9. september játtar løgmaður so at tosa um málið á fundi okkara millum. Og vit geva okkara stjórum heimild at loysa hølisspurningarnar enda­ liga. Løgmaður tekur tó sama dag hesar heimildir aftur frá sínum stjóra – og boðar mær frá, at hann vil hava hesa ávísu skrivstov­ una – annars vil hann ikki koma til arbeiðis. Karsten Hansen ringir eisini til mín og biðjur meg um loysa málið endaliga. Dagin eftir sigi eg við míni starvsfólk, at hetta er so vitleyst og óprofessionelt sum gongur fyri seg, at eg tími als ikki at fáast við slíkar barnalótir. Eg sigi, at vit skulu fara at leita eftir hølum úti í býnum og geva Løgmansskrivstovuni tey hølir, tey ynskja. Alt hetta gongur altso fyri seg, hóast Løgmans­ skrivstovan hevur fleiri tóm hølir, sum tey hava noktað øðrum at brúka. Og fólk mugu spyrja seg sjálvi, hví landsins hægsta embæti kann fara fram so óprofessionelt og ósakliga. III. Søgur eru langt síðani farnar at ganga um hesa óhoyrdu framferð, har Løgmansskrivstovan hevur gjørt seg inn á Uttanríkis­ ráðið og tømt trúnaðarskjøl úr skrivstovum. Eg biði míni starvsfólk um at siga sum minst, tí hetta er skomm fyri allan politikk og fyri alt landið. Men 11. september er søga í Sosialinum, sum leggur meg undir innbrot hjá løgmanni, njósning og annað tílíkt. Hesar søgur verða endurtiknar yvir alt vikuskifti, hóast eg afturvísi, at eg havt framt tað, eg verði lagdur undir. IV. 15. september kallar løgmaður til tíðindafundar. Alt vikuskiftið og allan mánadagin hava tingbólkur og landsstýrisfólk hjá Tjóðveldinum arbeitt við fíggjarlóg – og hava eisini verið á fundi við lands­ stýrisfólk hjá Javnaðar­ flokkinum. Fimm minuttir í trý ringir løgmaður og boðar frá, at hann slítur samgong­ una við Tjóðveldi og koyrir øll landsstýrisfólk hjá Tjóðveldinum til hús. Á Tíðindafundi velur hann at heingja meg út persónliga og leggur meg undir at hava sett meg fysiskt ímóti boðum frá løgmanni á hansara egna málsøki. Hann sendir boðini út í heim, at føroysk stjórnar­ mál slitna orsakað av eini skrivstovu. Hann leggur upp til at eyðmerkja meg sum kúbeinamann og innbrots­ tjóv og at eyðmerkja Tjóð­ veldið sum ein flokk, ið ongin kann samstarva við. V. Niðurstøðan er sostatt greið: Jóannes Eidesgaard løgmaður, hevur byrjað eitt mál, har hann hevur framt valdsmisnýtslu og brotið sínar skyldur sum løgmað­ ur. Av fáfongd og stríði um vald á nøkrum hølum. Tá søgur byrja at ganga, velur hann at gera meg til syndabukk fyri at fjala útyvir sínar egnu gerðir og vendir hesum býtta málið á høvdið. Samstundis veit hann, at tann politiska støðan er óstabil, orsakað av hansara ega flokki, ið er í upploysn og ikki vil góðtaka blokk­ niðurskurð og trupla fíggj­ arlóg – og hetta hevur í veruleikanum verið atvold­ in til, at samgonan ongan­ tíð hevur verið arbeiðsfør. Hann velur at gera Før­ oyar til láturs í umheimin­ um fyri at royna at bjarga sær út úr eini pínligari støðu. Og hann velur at heingja starvsfólk og hampafólk út fyri at røkka hesum máli. Hann misnýtir á henda hátt løgmansembætið upp á tað grovasta. Og tá hann nú roynir at tosa um tign í løgmansembætinum, er sannleikin einfaldur: Hann hevur valt at at taka alla tign og virðing burturúr løgmansembætinum. Høgni Hoydal Søgan um eina skrivstovu, ið elvdi til stjórnarslit og skomm fyri Føroyar DEKK SENTRIÐ Lærlingur Søkt verður eftir lærlingi til verkstaðið á Frælsinum. Meira fæst at vita um starvið við at ringja á tel. 216364 www.dekk.fo Falkavegur 1 | Postsmoga 3153 | 110 Tórshavn | Tel. 320500 Fax. 320501 | www.dekk.fo | dekk@dekk.fo