Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-19, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. september 2008síða 32

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 180 - 21. september 2008 Søkt verður eftir roknskaparleiðara til Bakkafrost. Viðkomandi, ið settur verður, skal hava viðkomandi royndir og útbúgving. Áhugaði biðjast senda skrivliga umsókn saman við prógvi til: regin@bakkafrost.com Starvsstaður: á Glyvrum. Umsóknarfreist: 27/09 Um fyrispurningar eru viðvíkjandi starvinum, so kunnu tygum tosa við Regin Jacobsen, stjóra, tel 23 50 01 Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Umsóknarfreist: 27. Sept 2008 Q  I  R  Bakkafrost samtakið fram- leiðir laks og liðugvørur úr laksi. Framleiðslueindirnar eru í Norðoyggjum og suður Eysturoy, skipaðar í 3 smoltstøðum, 7 alistøðum umframt kryvjivirki í Klaksvík, portiónsvirki og kassavirki á Glyvrum. Vøruúrvalið er breitt innan laksavørur. Høvuðsvøran er laksaportiónir til retail marknaðin í ES. Tað starvast umleið 200 fólk í samtakinum. Bakkavegur 8 FO-625 Glyvrar Telefon: 40 50 00 bakkafrost@bakkafrost.com www.bakkafrost.com Roknskaparleiðari Vit sóknast eftir førara við stórum koyrikortið og sum eisini hevur áhuga í at arbeiða á goymsluni tá tørvur er á tí. Fyrimunur er um tú er vanur at koyra lastbil. Vanlig arbeiðstíð er mánadag til fríggjadag 8-16, men yvirarbeiði kann koma fyri. Løn sambært avtalu. Eru spurningar um starvið, eru tit vælkomin at ringja tlf. 228830 og spyrja eftir Andrass. Vinarliga send umsókn við viðmæl- um til: Damfar Postboks 154 110 Tórshavn BILFØRARI SØKIST Damfar er heilsølan, har tú fært alt innan góðgæti, keks og annað, ið ger kaffi- ella temunnin eitt sindur søtari og betri. Vit umboða øll tey vælumtóktu merkini í Føroyum so sum Cadbury, Haribo og Burton’s, bert fyri at nevna nøkur heilt fá. Harumframt er Fóm ísur ein partur av Damfar í dag, og øll søla og avgreiðsla hjá Fóm ísi er frá skrivstovuni hjá okkum. Okkara starvsfólk eru blíð og dugnalig og hava drúgvar royndir í at gera tað lætt og ómakaleyst at vera viðskiftafólk hjá Damfar. Við okkara serkunnleika innan okkara vørubólkar, eru vit ein vælkendur gestur hjá flest øllum gerandisvøruhandlum, kioskum og líknandi sølustøðum. Postboks 154 · FO-110 Tórshavn Tel: 359977 · Fax: 359980 damfardamfar.fo · www.damfar.fo Advokatpartafelagið Faroe Law bjóðar advokatfulltrúa starv við nógvum spennandi, áhugaverdum og skiftandi avbjóðingum, serliga á vinnuliga økinum, í einum altjóða umhvørvi. Vit eru partur av einum altjóða skipaðum samstarvi við skrivstovum í Keypmannahavn, Nuuk og Moskva. Møguleiki er tí eisini at fáa arbeiðsroyndir á hesum skrivstovum. Vit leggja dent á, at tú raðfestur høgt at veita kundum okkara eina skjóta og góða tænastu. Lønin verður ásett sambært avtalu. Áhugað kunnu seta seg í samband við Eyðfinnur Jacobsen, advokat, fartelefon 219902, teldupost eyj@faroe-law.fo, ella Jens Wang, advokat, fartelefon 219903, teldupost jwa@faroe-law.fo. Skrivligar umsóknir skulu sendast til Faroe Law, postboks 158, 110 Tórshavn og vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 24. september 2008. Advokatpartafelagið Faroe Law er ein føroysk altjóða fyritøka. Vit eru nýhugsandi og ikki bangin fyri at koma við nýskapandi uppskotum til eina loysn. Okkara eyðkenni er, at vit hava eina praktiska og vinnuliga tilgongd, tá ið vit arbeiða fyri kundar okkara. Tróndargøta 19 · Postboks 158 · FO-110 Tórshavn · Tel +298 35 99 00 · Fax +298 35 99 01 faroe-law@faroe-law.fo · www.faroe-law.fo sansir.fo 8[mfbXk]lccki’`k`c=Xif\CXn Landsverk, Tinghúsvegur 5, Postsmoga 78, Tórshavn, Tel 340 800, Faks 340 801, lv@lv.fo, www.landsverk.fo Handverkarar/arbeiðsmenn til Landsverk Landsverk er lands vega myndug leiki, og høvuðsuppgávan hjá vega deildini er at fyrireika, kravfesta, góð kenna, byggja, viðlíkahalda og reka lands vegirnar, herundir at sýna og umvæla tunlar og brýr. Deildin hevur eisini um hendi vetrarhald, her undir at kanna og fráboða koyri líkindi, salta fyri hálku og at rudda landsvegirnar fyri kava. Har aftur at umsitur vegadeildin ferðslu mál og tilbúgving. Arbeiðsuppgávur Høvuðsuppgávan hjá nýggja arbeiðs- bólkinum er at fyrireika og fremja eitt skipað viðlíkahald av brúm og tunlum, ið Landsverk varðar av. Fasta møtistaðið er á verkstaðnum í Kollafirði, men arbeitt verður um alt landið, so ferðing er partur av arbeiðinum. Stundum kann eisini roknast við longum døgum og nakað av náttararbeiði. Førleikakrøv Sóknast verður eftir handverkarum/ arbeiðsmonnum við útbúgving og/ella royndum í tunnils-, brúgva- og betong- arbeiði. Røttu persónarnir við áhuga fyri nevnda virkisøki fáa møguleikan at menna seg í yrkinum við viðkomandi upp læring. Setanarviðurskifti Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. Umsóknir Umsóknir við prógvum, lívs gongdar- lýsing (cv) og møguligum ummælum skulu sendast til Landsverk Postsmoga 78 110 Tórshavn lv@lv.fo og skulu vera skrivstovuni í hendi í sein- asta lagi 22. september 2008. Fleiri upp- lýsingar um størvini fáast við at venda sær til Sigurd Lamhauge, tel. 540 889, sila@lv.fo, ella til Mikkel Heide Frandsen, tel. 540 882, mhf@lv.fo. STARVSLÝSING Søkt verður eftir tveimum handverkarum/arbeiðsmonnum til nýggjan arbeiðsbólk á vegadeildini á Landsverki, ið skal taka sær av viðlíkahaldi av brúm og tunlum. Landsverk er stovnur undir Vinnumálaráðnum og hevur um hendi vega- og havna myndug leika- uppgávur og byggiharrauppgávur. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar og flogvøllir, herímillum tyrlupallar.