fríggjadagur 19. september 2008síða 33
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
tíðindi
Stutt Sagt
Verk hjá
Mozart
undan kavi
Á einari skjaladeild á
einum bókasavni í vest
urfranska býnum Nantes
eru fólk komin fram á eitt
higartil ókent tónaverk
hjá snillinginum Wolfgang
Amadeus Mozart.
Ulrich Leisinger, sum
er stjóri á Mozartstovn
inum
í
Salzburg
í
Eysturríki, sigur við fjøl
miðlarnar har, at tað er
eingin ivi um, at tað er
Mozart, sum hevur skriv
að verkið, sum er funnið í
Nantes. Talan er um eitt
einstakt blað, sum helst er
tað fyrsta uppskotið til
eitt verk, og sambært
stjóranum er blaðið sera
virðismikið. Hann heldur,
at Mozart skrivaði tað í
1787 ella fýra ár, áðrenn
hann doyði.
Tey seinastu 50 árini
eru tíggju týðandi verk
hjá Mozart komin undan
kavi ymsastaðni, og tey
kønu halda, at vórðu hesi
verkini lýst til sølu, hevði
hvørt einstakt blað helst
farið fyri einar 100.000
dollarar hvørt.
Semjan
ein ósigur
Forsetin
í
Zimbabwe,
Robert Mugabe, skal hava
sagt sínum floksfeløgum í
stjórnarflokkin
um,
at
semjan, sum hann hevur
gjørt við andstøðuna, er
einki annað enn ein ósigur.
Hann skal tó hava lagt
afturat, at hann og flokk
urin høvdu ikki annað í at
velja, eftir sum andstøðan
vann tjóðartingsvalið í vár,
skrivar BBC.
Robert
Mugabe
og
andstøðuleiðarin, Morgan
Tsvangirai, skrivaðu fyrr í
vikuni undir eina semju
um,
hvussu
valdið
í
landinum
skal
býtast.
Mugabe heldur fram sum
forseti,
og
Tsvangirai
verður
forsætisráðharri.
Eftir er at skipa og manna
stjórnina, sum skal hava
31 ráðharrar.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
- Støðan á fíggjarmarknaðinum er álvarssom, men
mín stjórn er til reiðar at taka sær av avbjóðingunum
George W. Bush
útlond
Shaul Mofaz, sum
tapti formansvalið í
Kadima-flokkinum,
hevur valt at taka seg
burtur úr politikki
fyribils
Shaul Mofaz var flutnings
málaráðharri í stjórnini hjá
Ehud Olmert, og sambært
ísraelsku
fjølmiðlunum
hevði hann ætlað sær uttanr
íkisráðharrasessin,
um
Tzipi Livni, uttanríkisráð
harri, vann formansvalið í
Kadima. Tað gjørdi hon,
men samstundis kom fram,
at hon hevði ongan hug at
lata
sín
kappingarneyta
umsita uttanríkispolitikkin.
Í
gjárkvøldið
boðaði
Shaul Mofaz frá, at hann
hevði sagt stjórnarsessin frá
sær, og at hann eisini er
farin
úr
tjóðartinginum
fyribils. Ísraelsku bløðini
skriva, at Tzipi Livni hevði
ringt til hansara fleiri ferðir
fyri at fáa hann at broyta
avgerðina, men at hann
vildi ikki tosa við hana.
Politiskir eygleiðarar í
Ísrael siga, at Shaul Mofaz
var sera vónsvikin av, at
hann tapti formansvalið í
Kadima, og viðhaldsfólk
hansara leggja nýggja for
mannin og hennara stuðlar
undir valsvik. Livni fekk
431 atkvøður fleiri enn
Mofaz, men tað ljóðar, at
ein atkvøðukassi við umleið
430 atkvøðum hvarv undir
uppteljingini.
Shaul Mofaz og
Tzipi Livni undir
atkvøðugreiðsluni um
formanssessin í Kadima
Mynd: Polfoto
Rok í ísraelska
stjórnarflokkinum
Amerikanski uttan-
ríkisráðharrin ávarar
um, at Russland
verður meiri ágang-
andi bæði úti og
heima í framtíðini
Condoleezza Rice heldur,
at
viðurskiftini
millum
Russland og Vesturheimin
eru næstan líka spent sum
undir Kalda krígnum.
Í einari røðu, sum hon
helt í gjárkvøldið, segði
Rice, at tann seinasta tíðin
vísir, at russisku myndug
leikarnir brúka sítt vald inn
anlands, samstundis sum
teir
eru
vorðnir
meiri
ágangandi uttanlands.
Rice ávaraði Russland
ímóti at reka ein politikk,
sum kann avbyrgja landið
frá
umheiminum.
Um
Georgiakreppuna
segði
hon, at teir dagarnir vóru
daprir fyri Russland og
heimin, men hon legði
afturat, at USA fer ikki at
slaka fyri Russlandi.
Russland verður meiri ágangandi í framtíðini
Condoleezza Rice
ávarar Russland
Mynd: Polfoto
Eitt brek við
køliskipanini gjørdi,
at serfrøðingarnir hjá
CERN máttu sløkkja
dómadagsmaskinuna
Tann risastóra maskinan,
sum
ætlandi
skal
siga
vísindini, hvussu alheimurin
varð til, er steðgað orsakað
av einum tekniskum breki.
Ein 30 tons tungur trans
formatorur,
sum
verður
brúktur í sambandi við eina
køliskipan, gekk fyri. Tað
bar í sær, at tað var ikki so
kalt í royndartunlinum sum
ásett, og tí bleiv avgjørt at
sløkkja maskinuna, sigur
CNN.
Tað eru tey, sum halda, at
royndin
í
tunlinum
á
markinum millum Sveis og
Frakland kann enda við
einari vanlukku, soleiðis at
Jørðin hvørvur í einum
stórum, svørtum holi, og tí
hevur útgerðin fingið navn
ið Dómadagsmaskinan.
Tey, sum vara av royndini,
siga við CNN, at tann
parturin av royndini, sum
hevur elvt til orðaskifti og
stúran, skuldi júst setast í
gongd, tá tað tekniska
óhappið gjørdi tað neyðugt
at sløkkja maskinuna. Tey
vænta, at maskinan fer aftur
í gongd í dag ella í morgin.
Tekniskt brek við
dómadagsmaskinuni
Dómadagsmaskinan
mátti sløkkjast
Mynd: Polfoto
Verk hjá Mozart koma
framvegis undan kavi
Mynd: Polfoto
Nr. 180 - 19. september 2008