Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-19, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. september 2008síða 37

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

37 Zaza var bestur Enska Sky Sports hevur sett AaB-málverjan, Karim Zaza á Champions League liðið eftir fyrsta umfarið, har Zaza stóð ein branddyst í málleysa javnleikinum hjá AaB á útivølli móti Celtic. Liðið, sum Sky Sport hevur sett, sær annars soleiðis út: Karim Zaza (AaB) - Jose Bosingwa (Chelsea), Jamie Carragher (Liverpool), Daniel van Buyten (Bayern München), Ashley Cole (Chelsea) - Luis Fernandinho (Shak- tar Donetsk), Steven Gerrard (Liverpool, Luis Gonzalez (Porto), Juan Emanuel Culio (Cluj) - Zlatan Ibrahimovic (Inter), Sergio Lionel Agüero (Atletico Madrid) Rosenborg basti Brøndby Rosenborg stendur við góðum kortum fyri at koma í UEFA-Cup bólkaspælið, eftir at teir í gjár vunnu 2-1 á útivølli móti Brøndby. Í Danmark varð dysturin róptur fyri stóra norðurlendska uppgerðin, men fyrstu trý korterini líktist Brøndby ikki nøkrum stórliði. Rosenborg sat á øllum, og tað var fult uppiborið, at Marek Sapara legði gestirnar á odda eftir hálvum tíma. Per Ciljan Skjelbreg økti til 2-0 eftir góðum tíma, og tó Brøndby trýsti nógv, eftir at tað eydnaðist Morten Duncan Rasmussen at minka um munin, so vendist ikki í uppgerðini, sum endaði við 2-1 útisigri. Dystur í suðuramerikonsku fótbóltskappingini mátti blásast av, tá ið dómarin fekk ein stein í høvdið og fór at bløða illa Fótbóltur Pætur Albinus patur@sosialurin.fo Tað gongur hart fyri seg í suðuramerikonskum fót- bólti - bæði á og uttanfyri vøllin. Tað kundi bolivianski dómarin, Jorge Calderon, staðfesta, tá ið hann í gjárkvøldið bleiv raktur av einum steini meðan hann var í holt við at døma ein dyst. Dysturin, sum var ímillum Olimpia og Universidad Catolica de Chile í suðuramerikonskum kappingini, Copa Suda- mericana, bleiv stundisliga avlýstur - bara tríggjar minuttir fyri leiklok. Steinurin bleiv tveittur frá áskoðaraplássunum, har tað javnan gongur hart fyri seg í Suðuramerika. KÍ-kvinnurnar kunnu leygardagin taka ímóti sínum níggjunda FM- steypi í eins nógv ár. Nakað sum so væl og virðiliga er met í føroyskum fótbólti Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Ein javnleikur á útivølli móti B36 er tað, sum KÍ hevur sett til í ár. Hinar 18 dystirnar hevur liðið vunnið, og tí er longu langt síðani, at tær høvdu vissað sær FM-heitið. Eitt heiti, sum verður staðfest leygar- dagin, tá tær í seinasta dyst- inum hetta kappingarárið eiga heimavøll móti Skála. Og við einum hattrick og FM-hattrickum er einki at taka seg aftur í, at KÍ enn eina ferð so ruddiliga hevur staðfest sína mest sum einaráðandi støðu í før- oyskum fótbólti. Eitt eina- veldi, sum bert er brotið av einstøkum steypasigrum hjá HB og B36 í sama tíðarskeiði. Spenningurin er tó fram- vegis stórur um bronsu og silvur. Her eru bert tvey stig millum AB, Víking og B36, og mest avgerandi dysturin í so máta verður á Argjum, har B36 kemur á vitjan. Her skulu B36- kvinnurnar vinna, um tær vilja hava heiðursmerki, og hendir tað, er Víkingur til reiðar at taka silvurið heldur enn bronsuna. Tær spæla á útivølli móti VB/Sumba, sum bert hevur vunnið sær eitt stig hett kappingarárið. Gullhandan í Klaksvík [ Nr. 180 - 19. september 2008 ] Dómarin varð seymaður aftur á vøllinum, áðrenn hann bleiv fluttur á sjúkrahús Dómari fekk stein í høvdið Hóast gull og heiður er nakað, sum kvinnurnar hjá KÍ eru vanir, er stuttleikin ikki petti minni fyri tað