fríggjadagur 19. september 2008síða 42
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42
Nr. 180 - 21. september 2008
lýsingar
SEPTEMBER-KAPPINGIN
Hvønn dag í september mánaða verða
Sudoku uppgávur at finna í Sosialinum.
Jú fleiri uppgávur, ið tú hevur loyst, tess
størri møguleika hevur tú at vinna.
Sendið okkum loysnina innan mikudagin
8. oktober 2008 kl. 10.00 og viðmerkið
brævbjálvan »Sudoku«.
Vinningur í september er 2 M-semiflex
flogferðaseðlar við Atlantic Airways.
Virði Kr. 6.304,-
Drigið verður í viku 42.
Fyri at vera við í kappingini, skal øll
uppgávan verða loyst.
Navn:
Bústaður:
Telefon:
Sendið til: Sosialin · Boks 76 · 110 Tórshavn
Merkið brævbjálvan »Sudoku«
Vinningurin í september
2 M-semiflex ferðaseðlar frá Atlantic
Airways. Virði Kr. 6.304,-
Vinnari av august-kappingini varð:
Á. Hovgaard, Hov
Leys størv í
Tórshavnar kommunu
Tórshavnar kommuna
Maskinførari m/k til Lendisdeildina
Í Lendisdeildini verður arbeitt við gongugøtum. Til hetta arbeiði tørvar okkum ein
maskinførara. Yvirskipað, byggja vit á ta sannføring, at gongugøtur stytta um leiðina
gjøgnum býin og geva serliga børnum eina tryggari farleið. Nú sóknast vit eftir einum
maskinførara, sum við støði í hesari hugsan, vil vera við til at gera enn fleiri gøtur og at
bøta um tær verðandi. Arbeitt verður við smáum gravimaskinum. Hjá rætta fólkinum
ber til at fáa upplæring at koyra maskinurnar. Ynskiligt er, at eisini kvinnur søkja starvið
sum maskinførari í Lendisdeildini.
Førleikar
Koyrikort í flokki B, ella traktorkoyrikort, er neyðugt. Førleikar, sum vit ynskja, at rætti
maskinførarin hevur, eru av fagurfrøðiligum slagi. Ynskiligt er, at maskinførarin hevur
gott eygamát, evni at meta um rúmd og hug at ferðast í náttúruni.
Upplýsingar
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Jógvan Olsen á telefon
30 20 29 + 1157, ella fartelefon 27 36 80.
Umsókn
Stutt, skrivlig umsókn saman við møguligum viðmælum skal sendast Tórshavnar
kommunu, Postsmogu 32, 110 Tórshavn, í seinasta lagi 29. september. Eisini kann
teldupostur sendast til torshavn@torshavn.fo. Merkið vinarliga brævbjálvan ella
teldupostin »gøtuliðið«.
Stuðulsfólk til Barnaverndartænastuna
Søkt verður eftir einum stuðulsfólki 3-4 tímar um dagin 15-20 tímar um vikuna.
Uppgávan verður at fylgja tveimum børnum í vøggustovu um morgunin og heinta
tey aftur seinnapart. Fyrstu tíðina kann verða talan um fleiri tímar, tí børnini skulu
innkoyrast.
Førleikakrøv
Ynskiligt er, at tann ið settur verður, hevur viðkomandi royndir innan økið.
Lønar- og setanartreytir
Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og
Føroya Pedagogfelag.
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum skulu verða Tórshavnar
kommunu, barnaverndartænastuni, postboks 32, FO-110 Tórshavn í seinasta lagi
mánadagin 6. oktober kl.12.00.
Nærri fæst at vita
um starvið við at venda sær til barnaverndartænastuna, á telefon 30 20 60.