fríggjadagur 19. september 2008síða 24
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Saman við Kanariuoyggjunum er
Tailand tað ferðamálið, ið flestir
norðbúgvar vitja um veturin.
Túrurin í flogfarið tekur heilar 10-12
tímar, men teir flúgva avstað, tá ein
veit, at paradís liggur fyri framman.
Øll stór charterfeløg hava eitt
stórt úrval av ferðum til Tailands,
og er ein heppin, fáast tvær vikur
fyri einans 7-8 000 krónur, við
hotelli.
Men hví velja júst Tailand?
Fyri tað fyrsta kunnu vit nevna
hitan, tí sjálvandi er tað heitt, men
kortini er tað ongantíð kvalið.
Vætan í luftini ger, at tað er lætt at
anda, og hóast hitin er 28-30 stig,
er tað behagiligt at vera úti. Sólin
er sera sterk, so ein má nýta
sólkrem við høgum faktori - eini 20-
30 - Teir fyrstu dagarnar.
Allar flestu hotell hava egnan
svimjihyl, sum ein kann svala sær í.
Mong hotel liggja eisini nær við
strendurnar, so til ber at svimja sær
ein túr úti í Andaman havinum.
Högt støðið á hotellunum
Hotellini í Tailandi hava uppiborið
eitt kapittul fyri seg, tí støðið á
flestu hotellunum er sera høgt.
Sostatt svarar eitt trístjørnu hotell í
Tailandi til eitt fimmstjørnu við
Miðalhavið. Hotellini eru eisini sera
vøkur, við blómum og trøum
allastaðni. Arbeiðsmegin í Tailandi
er bílig, tí eru nógv starvsfólk til at
halda alt reint og flott.
At alt er so bíligt í Tailandi, er
sjálvandi eisini ein orsøk til, at so
nógv fólk ferðast aftur ár eftir ár.
Ferðin til Tailands kostar eitt sindur,
men tá ein er frammi, er tað so
avgjørt nógvar ferðir bíligari at liva
har enn í Føroyum. Ein heil familja
kann lættliga eta døgurða fyri undir
100 krónur. Klæðir eru sera bílig,
og nógv ferðafólk vitja eisini
skraddaran, ið seymar klædningar,
kjólar og annað fyri ein lítlan
penga.
Thailendingar eru ikki bara kendir
fyri at vera eitt sera vinarligt og
gestablítt fólkaslag, Teir eru eisini
víðagitnir fyri sokallaðu
“Thaimassaguna”, sum fæst á
flestu hotellum og strondum fyri
umleið 50 krónur. Tá verður allur
kroppurin mýktur í hálvanannan
tíma. Perfekt aftaná drúgva
flúgvitúrin.
Ein av myrkaru síðunum í
Tailandi er handilin við kynsligum
tænastum. Tað er rættiliga
óhugaligt at síggja hvít miðaldrandi
mannfólk ganga arm í arm við
blaðungu tailendsku genturnar.
Men tíbetur tekur tailendski staturin
hendan trupulleikan í álvara, og
nógvastaðni er hetta virksemið so
at siga burtur. Kortini eru nøkur
støð eftir, so sum Patong Beach í
Phuket og Pattaya, nær við
høvuðsstaðin Bangkok. Har
fyrigongur framvegis ein umfatandi
handil við kynsligum tænastum.
Phuket er størsta oyggin
Tailand er eitt stórt land, men
ferðafólk vitja mest í sunnara parti
av landinum. Størsta oyggin,
Phuket, tekur árliga ímóti fimm
miljónum av ferðafólkum. Hetta
hevur sjálvandi sett síni spor á
oynna, men kortini eru enn smáar
friðarligar strendur, har stóri
hópurin ikki er komin enn.
Fyri tey, sum dáma at snorkla og
at kava, er Tailand eitt satt paradís.
Oftani nýtist einum bert at svimja
nakrar fáar metrar út frá strondini
fyri at síggja litfagrar fiskar og
onnur dýr á havbotninum.
Vanliga farleiðin til Tailands er
fyrst til Bankok, Phuket ella Krabi,
fyri síðani at fara víðari út á
oyggjarnar. Bankok er ein sera
spennandi býur, men er ikki væl
egnaður at vitja leingi. Men leggur
tú kortini leiðina framvið, átti tú at
vitjað “The Grand Palace”, ið er eitt
gamalt slott við sera flottum
bygningum. Ein túrur í ánni, sum
rennur gjøgnum Bankok, er eisini
ein góð uppliving. Har sær ein
beinleiðis inn í stovuna hjá teimum
fólkunum, sum búgva í húsum á
ánni.
Tailand er eitt kongaríki, og
kongurin er sera vælumtóktur.
Ferðafólk verða ofta mint á ikki at
siga nakað negativt um kongin, tí
tað kann fornerma sjálvt hin fittasta
theilendaran. Kongurin býr í
Bankok, men hevur sítt
summarslott í Hua Hin, sum eisini
er eitt sera vælumtókt ferðamál hjá
norðbúgvum.
Barnavinaligt
Tað er sera gevandi at ferðast við
børnum í Tailandi. Børn eru
vælkomin allastaðni, og
theilendingar verða ongantíð
troyttir av at hugtakast av teimum
ljóshærdu børnunum.
Matstovurnar hava oftani serliga
barnamatskráir, og tað er ongin
trupulleiki, at fáa tey at kóka nøkur
epli til pinkubarnið.
Maturin er annars heldur sterkur.
Thailendarir brúka nógv karry, men
ikki tað gula, sum vit eru von við.
Reytt og grønt karry verður tað
rópt, og saman við kokusmjólk
gevur tað ein sera góðan smakk.
Suppan “Tom kah gai” er eitt dømi
uppá hesa væleydnaðu blanding.
Samanlagt ber til at siga, at tað
besta við Tailandi júst er hendan
góða blandingin av sól, vinarligum
fólki, góðum mati, rímiligum
prísum og ikki at forgloyma: einari
avbera vakrari náttúru.
Regn og vindur – mánað út og mánað inn! Tað er ikki løgið, at alt
fleiri føroyingar velja at rýma av landinum nakrar vikur árliga.
Hesar vikurnar skulu helst verða fyltar við sól og hita, góðum
mati og bíligari shopping. Eitt av støðunum, har ein er vísur í at
fáa alt hetta í einum, er Tailand.
Lagt til rættis:
Inna Tørnroos
inna@sosialurin.fo
Myndir: Thailand
Touristboard
Vetrarfrí í
eksotiska Tailandi