fríggjadagur 19. september 2008síða 39
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
39
Lisa Jacobsen,
lesandi, 18 ár
”Eg havi myndatól við, um okkurt
áhugavert skuldi hent. Tendrarin er eisini
við, um onkur vil hava eld. Eg elski
tyggigummi, so tað má altíð vera við.
Smyrslið er við, um eg má hampa meg,
og sjálvandi Visakortið, so eg fái keypt –
tað hendir tó viðhvørt, at eg fái minus”
taskunum?
Astrid Reinert Mohr,
lesandi, 17 ár
“Eg havi millum annað eina perluketu og
smyrsl í taskuni. Eg var í perluketuni, tá ið
eg fór í ball um vikuskiftið, og legði hana
so í taskuna, tá ið eg fór til hús. Tyggi-
gummi havi eg altíð uppiá mær. Tað er
bara ein vani. Eg fari ongan veg uttan mín
Ipod, tí mær dámar best at lurta eftir
tónleiki, meðan eg gangi. Eg havi verið á
festivalum í summar, og tí havi eg
oyraproppar uppi á mær, so eg ikki endi
við at fáa tinitus, hóast mær dámar væl
tónleik”
”Eg fari ongan
veg uttan mín Ipod”
Anna Vang,
krambakvinna, 41 ár
”Eg havi garn í taskuni, tí mær dámar so
væl at binda. Tá eg eri til arbeiðis, bindi
eg viðhvørt í steðginum, og beint nú bindi
eg eina troyggju til meg sjálva. Telefonina
havi eg uppi á mær, so børnini kunnu fáa
fatur á mammu síni. Feittstiftin er altíð í
taskuni. Tað er tíverri eisini sera
týdningarmikið hjá mær at hava panodil
við mær. Eg freistist ofta til at keypa
bomm, so tí havi eg tyggigummi við í
staðin”
”Eg havi garn, tí mær
dámar so væl at binda”
”Tyggigummi má
altíð vera við”