fríggjadagur 19. september 2008síða 43
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
43
Retro rák by GOOM
Frú C, Dr. Jakobsensgøta 3.
Lekkurt leður
úr Italia
B-HOME
INTERIORS.
No. 1 Pumpa tær
ein kaffimunn
Ein samd dómsnevnd lat
Formland Design Award –
Autumn 2008 til
hondpumpudrivnu
espressomaskinuna “Handpresso
Wild”. Við kaffipumpuni, sum
minnir ikki sørt um eina
súkklupumpu, fært tú bryggjað
tær ein kókandi heitan og sera
góðan kaffimunn, hvar tú so ert
stødd: á seiðabergi, á floti ella í
bjørgunum.
Tað er danin Henrik Nielsen frá
Nielsen Innovation í Fraklandi,
sum hevur sniðgivið
kaffibryggjaran.
Innblástur íblástur
Í august var messusentrið í Herning karmur um messuna “Formland Autumn
2008 – a feeling for Scandinavian design”. Hetta er størsta sølustevnan innan
design, brúkslist og innbúgv í Norðurlondum, í ár við fleiri enn 700 framsýnarum.
Á Formland verður hvørja ferð ein stór virðisløn latin til mest nýskapandi og
slóðbrótandi uppfinningina. Við í prísunum eru 100.000 krónur til marknaðarføring,
umframt heiðurin av at vera vinnari av Formland Design Award. Vit hava hugt eftir
nøkrum av nýggjastu skandinavisku rákunum frá Formland Autumn 2008.
Tuflan...
Tuflur í øllum litum.
– og køkurullan
Trip Trap Denmark A/S.
Runt til
rundar rumpur
Cocoon Couture
Sekkjastólur úr
natúrligum
tilfari.
Quack hevur
fingið ungar
Georg Jensen
Quack kaffistell.
Børnini tekna
Keramikk við
barnatekningum.
Adressur: Skrivibøkur í leðri: www.quota.dk • Tuflan: www.sanita.dk • Handpresso: www.coffeesystem.com • Sekkjastólur: www.
cocooncouture.com • Køkurullan: www.triptrap.dk • Keramikk: www.kopcup.dk • Quack: www.georgjensen.com
Lagt til rættis: Rigmor Dam