fríggjadagur 19. september 2008síða 45
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
45
Frísk rabarbukøka
Botnur:
200 g av Bastogne LU kanelkeks
ella vanligum Digestive keks
75 g av smøri
Fylla:
500 g av rabarbum
1½ dl av vatni
75 g av sukri
200 g av rómaosti
¼ l. av súrróma ella kvarki
2 stór egg
100 g av sukri
1 tsk av vaniljusukri
1 sitrón
Gelé:
2 dl av rabarbusaft
3 bløð av húsblassi
Rabarbu/ostakøka
Morla keksirnar fínt og
blanda við smøri. Trýst
blandingina út í ein
springform (24-26 cm) og
set tað kalt.
Skola rabarburnar og
sker tær í smá petti. Koyr
rabarbupetti, vatn og
sukur í eina grýtu, legg lok
á og kóka upp. Tak lokið
av, skrúva hitan nakað
niður og lat smákóka í
einar 5 minuttir. Koyr
rabarbublandið í eina sílu í
eini skál og lat alt kólna.
Set ovnin á 170 stig.
Píska rómaost og súrróma
ella kvark væl saman við
eggum, sukri, vanilju og
fíntrivnum sitrónskali.
Vend rabarbunum í
ostablandinum og breið út
yvir keksabotnin.
Baka køkuna í ovninum í
umleið 45 minuttir.
Lat køkuna kólna.
Bloyt húsblassbløð í
vatni.
Kóka rabarbusaftina
upp, skúma av og tak
grýtuna frá hitanum.
Smelta husblas í saftini
og lat tað kólna nakað.
Stoyt saftina oman yvir
køkuna og set í kulda-
skápið í minsta lagi
1 tíma.
Eru øll gløs í húsinum full av
rabarbusúltutoyi, og familjan
troytt av rabarbugreyti, hava
vit her eitt leskiligt hugskot til,
hvussu tú fært bukt við seinastu
rabarburnar, til eina lætta,
frískliga og øðrvísi rabarbu-
ostakøku.
”Sýrligu rabar-
burnar geva hesi
ostakøkunu
ein frálíka frísk-
ligan smakk”
Lagt til rættis: Anna V. Ellingsgaard