Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-22, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. september 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 181 - 22. september 2008 Bilur stolin í Klaksvík Tað var tíðliga leygarmorgunin, at ein klaksvíkingur ringdi á politistøðini tí hann saknaði bilin hjá sær. Hann varð stolin av Stangarvegnum um náttina. Talan var um ein Mitsubishi Outlander og fór sjálvur eina rundferð í Klaksvík at vita um hann sá bilin. Og har sá hann bilin standa so fittan parkeraðan uttan fyri eini hús í hinum endanum í býnum. Løgreglan fer nú at kanna um tey, sum búgva í húsinum hava nakað við stuldurin at gera. Annars var smárokaligt í Havn leygarnåattina, tá ið dansistøðini lótu aftur. Tað endaði við, at tveir mans vórðu tiknir á politistøðina og annar av teimum verður ákærdur fyri at hava brotið politivitøkurnar Fjallgonga Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Myndir: Jónleif Mørkøre Leygardagin vóru tjørnuvík­ ingar og onnur á Stakkinum. Fólkið fór úr bygdini umleið klokkan hálvgum átta og gekk beinleiðis út á Stakkin. Við at reka vóru eini 40 fólk, harav ein kvinna. Veðrið var ikki nak­ að serligt kring oyggjarnar leygarmorgunin, men á leiðini út á Stakkin var turt og bert eitt sindur av vindi. Hóast æl vóru yvir bæði Mýlingi og Eiði. 13 seyðir skuldu rekast av Stakkinum og inn í bygd­ ina. Raksturin gekk væl, og tey 40 fólkini høvdu ongar trupulleikar við renni­ stronginum út í Stakkin. Ætlanin var eisini, at tveir veðrar skuldu vera har, men teir vóru báðir burtur. Klokkan 17 var so upp­ boðssøla við Asbirni Djur­ huus hildin, og allir seyðir­ nir vóru seldir. Níggju á lívið og fýra, sum longu vóru stykkjaðir. Tilsamans 65.000 krónur komu inn, og tað er betri enn tey flestu árini. Dýrasta lambið, eitt veðurlamb, har krovið vig­ aði 60 pund, fór fyri 5700 krónur. Stykkjaðu krovini fóru fyri nógv meira. Tjógvini fóru fyri 1000 krónur stykk­ ið og bógvar fyri 800 krónur. Nakrir lundar vóru eisini seldir, og teir fóru ikki fyri smápening. Dýrastu lundar­ nir vóru seks, ið fóru fyri 1000 krónur. Samanumtikið er Jógvan Magnussen, formaður í Stakksnevndini, sera væl nøgdur við tiltakið og letur heilt væl at bæði prísi og vekt á seyðinum. Jógvan Magnussen greið­ ir eisini frá, at hóast tað er tíðliga á árinum at fletta, hevur gevur tað vanliga ikki tjørnuvíkingum trupulleik­ ar. ­ Vit lata vera við at skiva og so framvegis, og royna sum heild at ansa væl eftir at maðkur ikki kemur í, sig­ ur Jógvan Magnussen. Vanligt er at ganga húsa­ gongd um kvøldarnar, á tí sokallaða Stakksballinum. Árið í ár var onki undantak, og tey flestu fóru í dans í bygdarhúsinum í Tjørnuvík, har dansað var langt út á náttina. Peningurin, ið kemur inn frá uppboðssøluni fer til Stakksnevndina, ið nýtir peningin til at umvæla útgerðina og eisini til gávur til bygdina. 6RQ\(FULFVVRQ&L 6HSWHPEHUWLOERË )DUWHOHIRQYLËQÎJYXPKHQWOHLNXPPD03P\QGDWÎOLYLË EOLWVRJDXWRIRNXV%OXHWRRWK)0ÕWYDUSL03VSÁODUDYDSS RJP\QGDERËXP0%PLQQLVNRUWI\OJLUYLË )ÁVW¼YRGDIRQHIRRJÈYRGDIRQHKDQGOXQXP NU Góður prísur á Stakks- kjøtið Tjørnuvíkingar eru á Stakkinum hvørt ár, og í ár vóru 13 seyðir at leiða heim í bygdina. Prísurin á stakkskjøtinum var heilt góður í ár, og fyrireikararnir eru glaðir fyri dagin, hóast hann var heldur ráligur Tað gekk væl at fáa tey umleið 40 fjallfólkini út á Stakkin Krovini av Stakkinum í ár vóru betri enn flestu árini