Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-22, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. september 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 181 - 22. september 2008 15 viðmerkingar Hvørja ferð okkurt er áfatt í politisku skipanini, ja so venda fjølmiðlarnir sær til fedrarnar av Stýrisskipan­ arlógini. Tað tykir mær sum at hesir ongantíð koma til nakra semju um, hvussu hon skal tulkast. Tað kann ikki vera meining­ ing, at vanliga fólkið og okkara fólkavaldu, ikki kunnu kenna seg trygg við skipanina. Hvat hendir, tá hesir fedrar eru farnir undir grønutorvu? Hvør skal tá tulka hana fyri fólki? Eg meini so við ­ fedrarnir at tí amerikonsku ella tí don­ sku grundlógini verða ikki spurdir í tíð og ótíð av fjølmiðlunum, hvussu hon skal tulkast. Um henda góða stýri­ skipan er so ógreið, so fari eg at heita á ta nýggju samgonguna um at seta skjøtil á eina nýggja stýrisskipan, sum okkara fólkvaldu og vit (vanliga fólkið) kunnu skilja. Einkult lógarsmíð takk. Er stýriskipanin ógreið ella hvat? Jóhan Petur Johannesen Ja, hettar er tað, ið Tórs­ havnar Havn biður Yvirfrið­ ingarnevndina um, nú teir hava bygt eina ferjulegu 25 metrar longur eystri enn teir hava loyvi til. Onkur vil óivað siga: “At teir koma sær”. Vit, sum hava fylgt við hesum byggimáli, duga væl at skilja, at Tórshavnar Havn nú følir seg so makt­ fulkomna, at teir kunnu gera sum teir vilja og rokna við at fáa tað góðkent aftaná. Byggimálið vísir nevni­ liga, at landsumsitingin hevur givið teimun góð­ kenningar við afturvirkandi kraft, og harafturat sloppið teimum undan lógarkravd­ um umhvørviskrøvum. Nú er so endiliga ein myndugleiki – Friðingar­ nevndin fyri Streymoynna, ið sigur nokk er nokk – haldið tykkum til tað loyvið, tit hava fingið, og takið tað sum er ólóg­ liga bygt burtur aftur. Hettar eru tey boð, ið kommunan gevur øllum borgarum, ið eru farnir út um byggiloyvir, tey hava fingið. Ein grundregla í demo­ kratinum er, at myndug­ leikar – tað veri seg land ella kommunur – eiga ikki at seta hægri krøv til sínar borgarar enn til sín sjálvs. Byggiloyvi við afturvirkandi kraft! v/ Høgna Johansen/ Thomas Arabo Áhugafelagið Bygda­ BJarging Vit mugu helst ásanna, at tann floksdisiplinin sum fyrr var, er ikki í sama mun til longur. Um tað er gott ella ringt, kunnu ivaleyst vera fleiri meiningar um, men harfrá og til tað solo­ spælið, sum vit upplivdu alt ov ofta í CHE­sam­ gonguni, er langur vegur. At tingfólk, hvørt í sínum lagi, hótta við einum og øðrum, fáa tey ikki sín vilja ígjøgnum, kann eing­ in samgonga liva við. Júst hetta var stóri trupulleikin í undanfarnu samgongu. Seinastu dagarnar hava vit ofta hoyrt orðið stabilitetur. Onkur politik­ ari var í Kringvarpinum spurdur um hetta var nýggja loysunarorðið, og um hetta hevði meira at siga enn politiskt innihald. Til tað er at siga, at uttan eina stabila virkisføra samgongu, er eitt glæsiligt samgonguskjal lítið vert. Tað skal vera mín vón, at vit nú, eftir fleiri mán­ aða kegli og ov lítlum politikki, fáa eina sam­ gongu sum veruliga kann fara til arbeiðis. Hesir tríggir flokkarnir standa rættiliga langt frá hvørjum øðrum ideologiskt, men er vilji til tess og álit er millum partarnar, ivist eg ikki í, at samgongan verður før fyri at loysa teir trupul­ leikar og uppgávur, sum frammanfyri okkum standa. Hóttanir syndraðu CHE-samgonguna løgtingsmaður andrias Petersen Sá júst í sjónvarpinum brot úr filminum, sum Kring­ varpið hevur gjørt um Jóannes Eidesgaard og Høgna Hoydal. Høgni situr afturá og sjálvsrannsakar seg sjálvan og síni evnir at handfara konfliktir. Hetta var startskotið til hesi orð: Hurðalásið Lásamálið í Tinganesi verð­ ur ikki gloymt. Kemur at stenda eftir í søgubókunum sum symbol upp á sam­ skiftið millum Høgna og Jóannes í hesi samgonguni. Flestu okkara hava lagt hesa søguna aftur um okkum og tíma ikki at brúka meiri krút upp á hana. Pressan og politikkarar halda, at meiri eigur at vindast úr hesi hend­ ing og geila upp til kann­ ingar, og Høgni Hoydal – ja hann gevst ikki. Hansara sjálvsrættvísishugur og treiskni er ikki so at knógva. Hann vil prógva, at hann hevði rætt og varð órættvíst og ólógliga viðfarin og fær advokatar í sving. Jóannes Eidesgaard roynir at ganga so stillisliga sum gjørligt um hinar hurðarnar og leggja lok á, tað hann hevur gjørt. Hann bæði leyp framav og ikki. Í mínari verð er tað so óendaliga líkamikið nú, hvør hevði rætt til hasa skrivstovuna. Hetta er ikki ein rættarsak, men politikk­ ur. Men sjálvandi við at fokusera upp á hurðina, so verður ikki komið inn tey undirliggjandi viðurskiftini í samskiftinum millum Jóannes og Høgna. Undirliggjandi áhugamál og jura Tey flestu munnu vita, at henda ósemja ikki snýr seg um skrivstovuna í Tinga­ nesi. Ikki óvanligt, at annað býr undir tí, sum sýnist at vera konfliktin. Duga vit ikki at tosa saman, tá ósemj­ ur eru, gerst størri pláss fyri (ill)gitingum og konfliktin broytist. Hon bæði flytir seg, veksur og smalkar og kann útkrystallisera seg í einum klandri um eina skrivstovu. Óvanligt er ikki at venda sær til løgfrøðing við óloyst­ um ósemjum – sum eina roynd um ikki annað so at fáa rættin á sína síðu, tá ikki slepst aðrar vegir. Altso at skera ósemjuna til, so hon passar inn í ein løgfrøðisligan karm. Fokus verður tá flutt frá undir­ liggjandi áhugamálum, sum ofta hava ein avgerandi týdning til loysn av ósemj­ um, til juridisk krøv, og løgfrøðingurin fer við luppi undir at kanna reglur og skjøl, tulka og leita eftir feilum. Í juridiskum trætum er ikki nógv rúmd fyri rími­ ligheitum og kenslum. Her snýr seg um eitt juridiskt fokus uppá fortíðina, eitt fokus sum skjótt kann skaða framtíðar samstarv og samskifti. Tú kann fáa rætt jurid­ iskt, men kortini ikki kenna tað sum, at rættvísi hevur sigrað, tí tú kennir teg ikki hoyrdan, respekteraðan, væl viðfarnan, hevur tørv á uppreisn, umbering v.m. Rættvísi er ikki bert knýtt at juraini. Millum annað tí hugsi eg, at tað er fátaksligt hjá Høgna at hefta seg so í, hvør bar seg rætt ella skeivt at við hasum hurðalásinum. Sjálvt um eitt juridiskt responsum skuldi staðfest, at løgmaður handlaði útfrá skeivum juridiskum grund­ arlagi, tá hann helt seg hava ræðið á hurðini og brúkti hesa til at statuera eitt eks­ empul, ja so kemur hurða­ hendingin framhaldandi at standa sum symbol um (vánaliga) samskifti millum Jóannes og Høgna. Skriv­ stovan sum er ikki problem­ ið í málinum, og eg havi ilt við at síggja hvør siðurin er í at veitra við einum juridisk­ um responsum í hesum máli. Tað er meiri pínligt enn nakað – fyri báðar partar. Einasta tað kann brúkast til, er at fáar greiðar reglur á økinum framyvir. Á sjónvarpsskíggjanum Høgni trýnur fram á sjón­ varpsskerminum týðuliga skelkaður, tí Jóannes hevur givið honum sparkið við teirri grundgeving, at hann hevur brotið seg inn á eina hurð. Høgni setur sjálvur orð á tað, sum nógv hugsa: at samstarva er ikki størsta dygdin hjá Høgna. Hetta er ivaleyst eisini myndin Jóann­ es ynskir ella veit, at fólk fáa burturúr hesi hending. Jóannes roynir so, aftaná soleiðis at hava skotið við skørpum, at hevja seg upp um hurðamálið við at siga, at hetta bara er dropin, men at málið grundleggjandi snýr seg um tørvandi álit á Høgna. Høgni er knocked out! Hetta er politiskt makt­ spæl, so tað baskar. Hesu­ ferð sluppu vit at síggja ein part av tí – men bara toppin á ísfjallinum. Høgni blívir hangandi í hurðalásinum, og kemur ongantíð inn á kjarnina, nevniliga manglandi álitið, sum Jóannes tvíheldur um er trupuleikin í málinum. Høgni bjóðar ikki løgmanni av um hesa ákæruna, og er tað væl skiljandi, nú hann longu liggur niðri. Vit fáa tí onki at vita um, hvørt Høgni hevur kent nakað til tørvandi álit, um hetta er fyrstu ferð hann hoyrir orðini, um hann hevði álit á løgmanni ella ikki. Teir tosa í hvør sína ætt – men hvørg­ in teirra vil út við, hvar skógvurin trýstir ella kan­ ska hevur trýst fleiri ferðir – og kanska í longri tíð. Álit og maktnýtsla Tú kann hava álit á einum persóni í summum viður­ skiftum og ikki í øðrum. Álit kann vera knýtt at persónum, men tað kann eisini vera knýtt at avtalum og gerðum.Tú kann upp­ byggja álit og bróta niður álit. Men eitt ávíst álit krevst á teimum økjum, tú ynskir at samstarva um. Álit er hinvegin viðbrekið, og er tað fyrsta, sum stend­ ur fyri skotum í truplum samráðingum. Er fyrsta offrið. Álitiskenslan skal tí røkjast, tí fýkur hon, so gera aðrar mekanismur um seg. Maktin stingur tá sítt ikki altíð vakra andlit fram, altíð til reiðar! ­ og í Tinga­ nesi situr løgmaður við maktini og trumfinum. Tað veit hann, og tað eigur Høgni eisini at vita. Høgni stríðist enn við at rættvísgera seg sjálvan og koyrir víðari í juridiska sporinum. Hetta er eftir míni bestu sannføring ein blindgøta. Fyri meg er meira áhugavert at fáa at vita, um báðir partar høvdu mist álitið á hvør øðrum, og hvat teir gjørdu fyri at bøta um hetta. Hví álitið feyk, og um tað kom sum ein bumba frá klárum himni á Høgna, at Jóannes ikki hevði álit á honum. Hevur Høgni feiltulkað Jóannes og samskifti teirra ella er tað Jóannes sum pellar og nýtir eitt upplagt høvi (man hann tykjast at halda) at spæla makttrumfin út. Vit vita tað ikki. Tað má sigast at vera lætt sloppið hjá stjórnarleiðara at brúka tørvandi álit sum grundgeving fyri at slíta stjórnarsamstarv, og so avmarka seg til at vísa til eitt hurðalás og dropar, sum fáa bikarið at flóta yvir. Hann er heppin at ongin setir nærri spurningar, og at Høgni hevur fokus eina heilt aðrastaðni – kanska við vilja. Við vitan um, at álit er nakað, sum kemur og fer og letur seg reparera, so var hóskiligt við fleiri grund­ gevingum, t.d. um hvørjar konkretu hendingarnar vóru, sum órógvaðu samstarvið og elvdu til misálitið – sum ikki kundi reparerast! Tað hevði hóast alt verið ein meiri virðiligur endi. Politiska myrkaspælið Politikkarar kunnu tykjast so upptiknir av sínum egna myrkaspælið, at teir spenna bein fyri sær sjálvum, tá teir halda, at teir tæna teirra søk best at lata almenningin vita minst møguligt um teirra skuggaspæl. Tað tykir mær at vera støðan í hesum máli – annars høvdu vit ivaleyst fingið meiri at vita. Og tað er galdandi fyri bæði Jóannes og Høgna. advokatur og konfliktmeklari turið deBes hentze Konstruktiv konflikthandfaring Høgni og Jóannes Vit minnast øll alt eljustríð­ ið sum var, seinast Tjóð­ veldi var í Tinganesi. Og sama skilið var aftur nú. Tað sum vit mugu standa saman um og vóna er, at vit kunnu fáa okkara poli­ tikk fram í eini ABC­ samgongu, hóast tað er beiskt at svølgja, at teir borgarligu eru teir frægastu at samstarva við. Eg havi í hvussu so er ásannað, at Tjóðveldi er ein savning av einstaklingum, ið eingin kann arbeiða saman við. Áheitan mín á øll javnaðarfólk er: Ikki brúka tíð og orku upp á Tjóðveldi. Tað nyttar einki. Samstarvið er farið, og er ikki meir at siga um tað. Javnaðarfólk vilja frameftir Kristoffur gaardlyKKe Sosialurin Sosialurin Visti tú ikki tað? Visti tú ikki tað?