Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-23, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. september 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 182 - 23. september 2008 SAMBAND kári MikkelSeN kAriM@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 tíðindi Nevndin í P/F Vága Floghavn setti í gjár Dávid Reinert Hansen sum forstjóra í felagnum. Finn­ bogi Niclasen, sum hevur verið flogvallarovasti, með­ an flogvøllurin var almenn­ ur stovnur, verður somuleið­ is limur í stjórn felagsins og kemur framvegis at hava ábyrgdina fyri flogferðslu­ trygdini, umframt trygdar­ viðurskiftum í og uttan um terminalbygningin. Nevndin í P/F Vága Floghavn hevur somuleiðis gjørt av, at søkja eftir einum fíggjarleiðara. - Nevndin í P/F Vága Floghavn hevur tikið hesar avgerðir við atliti, at tørvur er á at styrkja um leiðslu felagsins, nú fortreytirnar fyri virksemi felagsins eru nógv broyttar eftir, at flogvallarvirksemi er skipað sum sjálvstøðugt parafelag- felag, umframt at felagið skal í gongd við fyrireiking av stóru verkætlanini fyri útbygging av floghavnini í Vágum, stovnan av tollfríari sølu í floghavnini, o.s.fr., sigur Kitty May Ellefsen, forkvinna. Dávid Reinert Hansen, sum er 48 ára gamal, hevur sum verkfrøðingur og sum fyrrverandi stjóri í P/F Vágatunnilin, P/F Norð­ oyartunnilin og P/F Skála­ fjarðartunnilin, drúgvar royndir við at skipa og stýra stórum byggiverkætlanum, og er nevndin í P/F Vága Floghavn tí væl nøgd við, at Dávid Reinert Hansen hevur tikið av nýggju av­ bjóðingini, sigur felagið í tíðindaskrivi. Dávid Reinert Hansen, sum síðani 24. juli í ár hevur verið limur í nevndini í P/F Vága Floghavn, tekur seg úr nevndini í samband við, at hann byrjar starvið sum forstjóri í felagnum. Dávid Reinert Hansen forstjóri í Vága Floghavn ÚTBÚGVING Hósdagin 25. september klokkan 15 verður kunn­ ingarfundur um útbúgving­ arsamstarv við ES. Fundurin verður hildin á Fiskirannsóknarstovuni í Nóatúni 1. Lifelong Learning Pro­ gramme er heitið á fjøl­ broytta og áhugaverda sam­ starvinum um útbúgving í ES. LLP vendir sær til allir útbúgvingarstovnar frá barnaskúla til vaksna­ mannaútbúgving. Eisini føroyska útbúgv­ ingarverkið hevur møgu­ leika at luttaka í hesum samstarvi. Á kunningar­ fundinum verður greitt nærri frá, hvørjir møguleikar eru fyri føroyingar at luttaka í hesum samstarvi. Á fundinum luttaka: Rúna Vigdís Guðmars­ dóttir, sum er verkætlanar­ leiðari á Altjóða skrivstov­ uni á Háskúla Íslands. Rúna Vigdís greiðir frá um royndir, sum Ísland hevur av at luttaka í LLP, um samfelagsgagn av hesi luttøku, og um hvørji krøv eru til luttakandi útbúgv­ ingarstovnar og til almennu myndugleikarnar í sam­ bandi við luttøku í LLP. Elisabeth Holm, sum arbeiðir á Altjóða Skriv­ stovuni í Føroyum. Elisa­ beth greiðir frá um teir møguleikar, sum eru fyri Føroyar at samstarva við ES um útbúgving. Birgit Remmel, sum er studentaskúlalærari og orðabókahøvundur. Birgit greiðir frá luttøku á skeiði innan Lifelong Learning Programme. Kunningarfundurin verð­ ur á Fiskirannsóknarstovuni, Nóatún 1, hósdagin 25. september klokkan 15 til 16. Fundurin er almennur. Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Elisabeth Holm, tel. 592065 ella við t­posti til eh@ask.fo. Kunningarfundur um útbúgvingar­ samstarv við ES www.listagluggin.com Vit sóknast eftir verkum eftir Mykines, Reyni, Heinesen, Ruth Smith, Kamban, Glerfoss, Kampmann, Kruse, Waagstein og øðrum dygdargóðum listafólkum í samband við komandi søluframsýning. Frættið nærri við at seta tykkum í samband við okkum. týsdag - fríggjadag: .......15.00 - 17.30 leygardag: .......................11.00 - 14.00 Annars eftir nærri avtalu ! Niels Finsensgøta 25 · Tórshavn Tlf. 322022 · Mob. 210022 e-mail: listagluggin@hotmail.com Ingálvur av Reyni, 1993 - Trolaradekk, 130 x 215 cm Frá Apoteksverki Føroya og Landsdjóralæknanum um koppingarevni fyri garnasótt 2008: Koppingarevni fyri garnasótt kann heintast á apotekunum, sum fráboðað í brævi til kundar okkara, frá hósdegi 25.september 2008. Broytingar í skamtatali v.m. skulu fráboðast Tjaldurs Apoteki á telefon 341100 ella við telduposti til: ordrad@apotek.fo. Apoteksverk Føroya og Landsdjóralæknin Dávid Reinert Hansen var í gjár settur sum forstjóri í Vága Floghavn