Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-23, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. september 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 182 - 23. september 2008 Ólavur Højgaard hevur flutt bæði sítt fornavn, og fleiri songperlur úr Vestmanna yvir í enskt mál FLØGUÚTGÁVA Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Ólavur Højgaard er millum mest fólkakæru sangarar í Føroyum. Men slær hann sítt navn fast í alheims countryheiminum, so verð­ ur tað undir navninum “Oliver”. Countrysangarin úr Vestmanna hevur á sein­ astu fløgu sínari: “When I’m Dreaming” valt sær listanavnið Oliver, men verður tó lagt aftrat við smá­ um bókstavum: “Also known as Ólavur Højgaard”. Partar av fløguni kunnu nevnast jalig endurnýtsla. Landaplágan hjá Hallgrími Miðberg “Eg siti so eina við bálið í kvøld” og “Tá eg droymi” hjá Martin Joensen eru fluttir yvir í enskt mál, og er tað føroyska­kanad­ iska songkvinnan, Lena Anderssen, sum hevur týtt hesar sangirnar til enskt. Tá ein hoyrir sangirnar á ensk­ um, so kann ein ikki annað enn fegnast um, at útlend­ ingar eisini kunnu fáa lut í teimum sangunum, sum so mong eru glað fyri her á klettunum. Lena Anderssen hevur eisini skrivað origin­ ala tekstin til “The Taste of life”, “Friday Night” og “Baby Just Talk”. Martin Joensen hevur gjørt orð og lag til tveir sangir, “Guess I’ve Fallen in Love” og “Promises To Break”. Fitt av sangum eru á fløguni, har Ólavur Højgaard hevur gjørt lagið, og Martin Joen­ sen hevur skrivað orðini. 25 ár síðani “Eg siti so eina” Ì morgun vitjaði Ólavur Høj­ gaard í Rásarúminum hjá Rás2. Her fortaldi Ólavur, at júst í ár eru 25 ár liðin, síðani landaplágan “Eg siti so eina” hjá Hallgrími Miðberg varð givin út á Plátu. Hetta varð á tiltiknu plátuni hjá “Vestmonnum”, sum er ein tann mest selda plátan í Føroyum nakrantíð. Ólavur viðgongur, at tað er rættuliga nógv øðrvísi at skulu syngja á enskum, tá ein hevur sungið so nógv á føroyum í so nógv ár, bæði á palli og á fløguútgávum. Men Ólavur er fegin um úrslitið, sum fyriliggur á fløguni, har leisturin bæði hevur verið at umseta sangir til enskt, men eisini at brúka góð føroysk løg til nýggjar enskar sangir. T.d. lagið frá “Motormani” verður nýtt til ein nýggjan tekst, sum eitur “Guess I’ve Fallen In Love”. Mest kensluborna yrkingin er tó “Strong Love”. Upprunaliga eitur yrkingin “Fjart frá tær”. Samson, pápi Ólav yrkti hesa vøkru yrkingina undir krígnum, tá hann ikki sá unnustu sína í heili fimm ár, tí tey vóru atskild av teimum umstøðunum, sum vóru tá. Nýsælendska Lucy Petersen, sum býr í Kvívík hevur umsett yrkingina til enskt. Spontant samstarv Samstarvið við Lenu And­ erssen kom rættuliga spon­ tant í lag. Ólavur dittaði sær at spyrja Lenu, um hon kundi hjálpa honum við einum sangi. Tað vildi Lena heldur enn gjarna, og gjørd­ ist endin, at Lena hevur umsett tríggjar sangir til enskt, umframt, at hon eig­ ur upprunaorðini til tveir sangir á fløguni. Ólavur við­ gongur, at boðin er rættuliga hart spentur, tá ein fer undir eina so stóra verkætlan, men við góðum stuðuli, og við góðum baklandi, so fer tað at røkka. Elis Poulsen og Petur Rouch hava verið hollir stuðlar eisini, og fara teir eisini at hjálpa “Oliver” at gera vart við fløguna í Noregi og Skotlandi, og so má tíðin vísa, hvussu langt tað fer at røkka. Bert tríggir metrar vóru millum barn­ dómsheimini hjá Ólavi og Martini Joensen. Barna­ og ungdómsvínir gjørdust við tíðini eisini tónlistarligir samstarvsmenn. Ólavur og Martin sparra ofta, og geva hvørjum øðrum konstruk­ tivan kritikk, tá teir røða um sang og tónleik. Men, sum Ólavur sigur, so er ikki frítt, at teir eisini arga hvønn við hvørt. Studiotón­ leikarnir í Nashville dámdu væl løgini hjá Ólavi, Mart­ ini og Hallgrími Miðberg, men fyri fyrst er ætlanin, at føroyski marknaðurin skal bera fløguna. Men Ólavur er opin fyri tí, sum kann henda, um fløgan fær fastar tøkur á onkrum marknaði uttanlands. Dygd og dygd Bæði tá talan er um tónleik­ arar, kórsangarar og fram­ leiðarar kann ein bert finna blástemplið “Dygd” fram. Munnharpu spælir tann framúrskarandi og legendar­ iski, Charlie McCoy. Wanda Vick spælir violin, dobro og mandolin. Tommy White spælir dobro og steelgittar. Kerry Mark spælir akkust­ iskan gittara, og Brent Mason spælir elgittara. David Hungate, sum er kendur frá superbólkinum, “Toto” spælir bass, Bob Palin piano, og Lonnie Wil­ son leikar á trummirnar. Talan er alt um dygdargóðar tónleikarar, sum eru garv­ aðir og vandir í countryum­ hvørvinum í Nashville. Tónleikurin er allur tikin upp í Nashville, meðan kór­ sangurin hjá Karlinu Høj­ gaard, Jóhan Magnus K. Olsen og Martini Joensen er upptikin í JakZak Studio. Staðið fyri ljóðblandinum hava Jákup Zachariassen, Óli Poulsen og Kristoffur Mørkøre. Edgar Struble, sum spældi saman við Kenny Rogers í 18 ár, hevur samstarvað við føroyskar tónleikarar í nógv ár, hevur verið samskipari. Alt gong­ ur upp í eina góða eind. Góðir tekstir og týðingar, melidiøs løg, góðir tónleik­ arar, góður sangari og góðir kórsangarar. Fløgan liggur væl á, bæði í bilinum, og heima við hús. Vónandi og væntandi fær Ólavur Høj­ gaard afturmeldingar frá útlondum fyri hesa dygd­ argóðu countryfløguna, har hann sigur seg hava fingið inspirasjón at síggja støðini, har Elvis Presley, Jim Reeves, Hank Snow, Way­ lon Jennings, Everly Broth­ ers o.a. countrylegendur høvdu konsertir í Nashville. Føroyska verkætlanin, sum er flutt yvir í enskt mál hvíl­ ur tó ríkiliga í sær sjálvum. Fløgan fæst kring landið, og kostar hon 169 kr. Fiskaprísir skulu kannast Grønlendska fiski­ og veiðimannafelagið KNAPK vil hava greiði á, um Hans Enoksen, landsstýrisformaður, hevur rætt, tá hann sigur, at grønlendskir fiskimenn fáa minni fyri fiskin enn fiskimenn aðrastaðni, og at teir á tann hátt eru við til at rinda skuld hjá Royal Greenland. KNAPK vísir á, at felagið hevur leingi kravt, at fiskimenninir skulu hava loyvi at avreiða til útlendskar keyparar, men hesum hevur landsstýrið sýtt fyri við teirri grundgeving, at fiskurin skal koma grønlendska samfelagnum til góðar. Stríð elvdi til stjóraskifti Tað var ósemja millum leiðsluna í A.P.Møller ­ Mærsk og eigaran, Mærsk Mc­Kinney Møller, sum gjørdi, at tríggir teir ovastu leiðararnir í donsku stórfyritøkuni noyddust frá í fjør. Tað kom óvart á tey flestu, at aðalstjórin, Jes Søderberg, brádliga fór frá seinasta summar, og gitingarnar vóru nógvar. Nú skrivar Politiken, at hann var ósamdur við Mærsk Mc­ Kinney Møller um, eftir hvørjum grundsjónarmiðum fyritøkan skuldi rekast. Endin varð, at eigarin gav aðalstjóranum og tveimum undirstjórum sekkin, skrivar blaðið. Oliver’s country Twist