týsdagur 23. september 2008síða 25
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Nr. 182 - 23. september 2008
lýsingar
Við hesum verður lýst eftir fólki til
KT-tænastuna hjá Fróðskaparsetri
Føroya at byrja skjótast gjørligt. Setrið
er í vøkstri, KT-kervið og krøvini til
hetta er í støðugum vøkstri og upp-
gávurnar gerast alsamt fleiri og meiri
fjølbroyttar. Tískil hava vit nú brúk
fyri einum fjøltáttaðum KT-fólki við
denti á kunnleika til nútímans
webtøkni.
Starvið fevnir fyrst og fremst um
menning og dagligt viðlíkahald av
heimasíðuni www.setur.fo. Umsitarin
skal røkja síðuna í neyvum samstarvi
við úrvald starvsfólk á ymsu deildum
Setursins. Fyrimun hava umsøkjarir
við góðum førleika í grafikk-fram-
leiðslu og myndaviðgerð og við
royndum við CMS-skipanum.
Eisini hevur KT-Tænastan ymiskar
menningar-verkætlanir í umbúna og
fólkið, ið verður sett í starv, skal eftir
førimuni eisini taka lut í hesum
arbeiði. Grundleggjandi kunnleiki til
arbeiði við nøkrum av fylgjandi: ASP, .
NET, PHP, Perl, SQL, XML, XHTML,
AJAX verður væntað av umsøkjara.
Harumframt kann roknast við onkrum
uppgávum í samband við tann dagliga
raksturin av Traðarnetinum.
Hevur tú onkran spurning um starvið,
er tú vælkomin at senda teldupost til
Óla Simonsen KT-leiðara, á
olis@setur.fo. Eisini ber til at ringja
til Óla í vanligari arbeiðstíð á 352570.
Umsókn við CV og prógvi um við-
komandi útbúgving og/ella royndir
skal sendast til:
Fróðskaparsetur Føroya
ATT: KT-starv
J.C. Svabosgøta 14
FO-100 Tórshavn
Freistin at søkja er mánadagin 13.
oktober 2008.
Lønin er sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og avvarandi
yrkisfelag.
FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA
FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA
Setursskrivstovan · tlf. 35 25 00 · J. C. Svabos gøta 14
Postrúm 272 · 110 Tórshavn · www.setur.fo
Starvslýsing:
WEB-HØGGUSLOKKUR
KT-tænastan á Fróðskaparsetri Føroya
leitar eftir fyrstafloks web-høgguslokki
KT-tænastan er deild hjá Fróðskaparsetrinum beinleiðis undir setursfyrisitingini, sum er dagliga
leiðsla stovnsins. Tænastan hevur dagliga raksturin av Traðarnetinum um hendi; Traðarnetið
er dátunetið hjá undirvísingar- og granskingarstovnunum á Debesartrøð, og veitir stovnunum
ymsar tænastur, so sum Internet-atgongd, firewall, virusverju, teldupost-ambætara, fílugoymslu,
webhotell, backup, undirvísing, ráðveging o.a. Undirstøðukervið á okkara neti byggir m.a. á
Cisco, Novell, VMware, Linux og Windows.
Sera væl hildin ikki-roykjara bilur. 1.8
bensin við 125 hk. Árg. 10/2005, koyrt
31.000 km. Hevur ljósagrá leðursetur,
leður róður, leður gearknobb v/alu,
alu-panelir, el-spegl, orig. 17” alu-
felgur, niðurbl. bakkspegl v/kumpass,
klimaanlegg, innbygd barnasetur aftan
o.m.a. Er sum nýggjur bæði innan og
uttan. Hevur bert havt 1 eigara.
Bilurin kann síggjast og roynast hjá
Ivan Johansen.
Volvo S40 til sølu – økonomiskur luksusbilur
...fá meira fyri einki!
Fær inn á ókeypis.fo og svara nøkrum spurningum
og verð við í lutakastinum um góðu vinningarnar!