mikudagur 24. september 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 183 - 24. september 2008
Jenis av Rana var
skakkur, tá hann
vaknaði í morgun, tí
til klokkan eitt í nátt,
hevði hann saman
við øðrum flokki sitið
til samráðingar við
Fólkaflokkin
Politikkur
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Jenis av Rana er ein ovfarin
maður í dag. Við Sosialin
sigur hann í morgun, at
hann væntaði at skula upp
til samráðingar um eina
frælsissamgongu, sum for
maður miðfloksins sjálvur
orðar tað.
Eg eri veruliga skelkað
ur. Sjálvandi ynski eg Kaj
Leo Johannesen til lukku
við løgmanssessinum, men
tá eg vaknaði í morgun helt
eg, at eg skuldi til samráð
ingar
við
Fólkaflokkin.
Hvat er hent í nátt veit eg
ikki, men eg haldi tað vera
løgi sum teir hava priorit
erað, sigur Jenis av Rana.
Hann heldur eisini at
Fólkaflokkurin hevur borið
seg óheppið at, og at teir
eru vánaligir telvarar.
Eg haldi Fólkaflokkin
vera vána telvarar. Teir velja
nú eina borgarliga sambands
samgongu, heldur enn at
velja eina frælsissamgongu,
har Fólkaflokkurin enntá
kundi
fingið
Løgmann,
greiðir Jenis av Rana frá.
Sambært Jenisi av Rana
sótu flokkar til klokkan eitt
í nátt og smíðaðu eina
møguliga frælsissamgongu.
So seint sum í gjár
kvøldið sótu vit á fundi. Tá
klandraðust ABC flokkarnir,
og tí undrar tað meg veru
liga, hvat er hent í nátt,
sigur Tingmaðurin.
Mugu vera
varðhundar
Hann leggur samstundis
ongan dent á at goyma,
hvussu ónøgdur hann er
við, at ABCsamgongan aft
ur er ein veruleiki.
Komandi løgmaðurin er
ein vit mugu ansað eftir. Vit
vita ikki hvat hann kann
finna uppá, tí vit kenna
hansara hugsanir kring fost
urtøku, skrásett parlag og
ES. Tí mugu vit enn meira
enn áður leggja stóran dent
á at vera varðhundur, leggur
Jenis av Rana dent á.
Skrivstovumálið
var liðugt
Um skrivstovumálið sigur
Jenis av Rana, at tað sum
Jóannes Ejdesgaard gjørdi í
málinum, er eitt dømi um
hvussu
ljótur
politikkur
kann vera.
Karsten Hansen var inni
og meglaði, og málið var
veruliga liðugt, tá Jóannes
Ejdesgaard gróv tað fram
aftur, tí hann hevði innan
hýsis trupulleikar í flokkin
um, fyri at sleppa úr CHE
samgonguni, fortelur Jenis
av Rana.
Eisini leggur Jenis av
Rana dent á, at næstu tíðina,
kanska enn meira enn áður,
noyðist flokkurin at arbeiða
hart fyri at verja tað anda
liga, etiska og moralska.
Væntaði at skula samráðast í morgun
Sambært Kára P.
Højgaard er nýggja
samgongan eitt úrslit
av løgnu gongdini,
ið hevur verið í
føroyskum politikki
seinastu tíðina.
Politikkur
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Kári P. Højgaard, formaður
Sjálvstýrisfloksins meinar,
at støðufesti er týdningar
mesta málið í føroyskum
politikki í løtuni, men dylur
ikki fyri, at hann er ovfarin
at ABC flokkarnir, sum
kastaðu frá sær áðrenn jól
og seinni royndu at semjast
aftur, nú skulu vera førir
fyri at skipa samgongu.
Fyrst vil eg ynskja Kaj
Leo Johannesen til lukku.
Hann er ein óroyndur men
reellur politikari, sum helst
fer at vaksa við uppgávuni,
og sum størsti flokkur er
tað náttúrligt, at Sambands
flokkurin fekk løgmann.
Men eg havi ilt við at skilja
at hesir flokkarnir nú skulu
kunna samstarva, sigur Kári
P. Højgaard.
Samstarvsavtalan
Eisini er hann sera vónbrotin
av samstarvsavtaluni, sum
Sjálvstýrisflokkurin gjørdi
við CHEsamgonguna.
Vit góvu CHEsamgong
uni ein møguleika. Vit vistu
at vit stóðu sterkir til at
møguligt nýval, men valdu
at geva teimum eitt tilboð.
Teir tóku av, men brúktu tað
ikki til nakað. Síðani vit
fóru í tað samstarvið, hava
vit bert hoyrt frá samgong
uni tríggjar ferðir, og tað er
á ongan hátt nøktandi, tá vit
vóru í henni í ein heilan
mánað, greiðir formaður
Sjálvstýrisfloksins frá.
Sjálvstýrisflokkurin hev
ur ikki roynt at snikka aðrar
samgongur saman, tí tá
flokkar eru farnir til realitets
samráðingar burdu teir fing
ið frið, sigur Kári P. Høj
gaard um luttøkuna hjá
teimum í hesum samráðing
arumfarinum.
Tó er hann fegin um at
ein samgonga nú er, tí
kanska hendan kann skapa
stabilitet, og tað metir hann
ikki tað hava verið seinastu
átta mánaðirnar.
Mugu vísa styrki
Sambært Kára P. Højgaard,
hevur Føroyar í løtuni ein
trupulleika, har tað ikki ber
til at gera alt.
Vit eru í einari støðu,
har búskapurin ikki gongur
so øgiliga væl. Tí mugu pol
itikararnir leggja dent á at
prioritera rætt, og ikki gera
hesar stóru ætlanirnar við
tunlum og so framvegis, sig
ur Kári P. Højgaard.
Eisini leggur hann dent á,
at samgongan má stýra við
hepnari hond, tí tað gevur
trupulleikar, um tað ikki er.
Men leggur afturat, at Sjálv
stýrisflokkurin ikki verður
ímóti, bara fyri at vera ímóti.
Eitt løgi úrslit
- Eg skal erliga við-
ganga, at slíkar
gerðir sum tær hjá
løgmanni, gera at eg
havi ógvuliga lítið
álit á hvat hendur í
føroyskum politikki,
sigur formaðurin í
Tjóðveldi um støð-
una í dag. Hinvegin
sigur hann at flokk-
urin hjá honum fer
at prioritera grund-
lógararbeiðið næstu
tíðina
Politikkur
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Tá Sosialurin í morgun tos
aði við Høgna Hoydal,
greiddi hann frá, at skilið í
føroyskum politikki skelkar
hann.
Javnaðar og Fólka
flokkurin hava selt ommu
sína fyri lítið og lætt. Vit
fáa eina borgarliga sam
bandssamgongu, og omaná
gerðirnar hjá Jóannesi Eid
esgaard í skrivstovumálin
um sær ikki gott út. Afturat
hesum er løgi at Javnaðar
flokkurin aftur roynir hetta
borgarliga samstarv, sam
stundis sum Fólkaflokkurin
hevði góðan møguleika fyri
eini aðrari samgongu, er
hetta sum heild løgi, sigur
formaðurin í Tjóðveldi.
Hóast tað, vil hann
ynskja Kaj Leo Johannesen
til lukku við løgmanssess
inum, men leggur dent á at
Tjóðveldi verður ein krit
iskur og sterkur andstøðu
flokkur.
Til skrivstovumálið sig
ur Høgni Hoydal, at tað er
eitt serligt mál, teir beinan
vegin vilja kanna út í æsir,
fyri at reinsa flokkin. Sam
bært Høgna Hoydal verður
eisini stórur dentur lagdur
á arbeiðið við føroyskari
grundlóg.
Hava ávirkan
Eg haldi tað vera løgi, at
uttanríkisráðið, sum aðrir
flokkar hava morlað niður
í sand og øsku, at enda
skal verða tað, sum næstan
koppar øllum, men tað er
sjálvandi gleðiligt at tað
verður
verandi,
sigur
Høgni Hoydal.
Hann leggur afturat, at
sum hann hevur sæð í
nýggja
samgonguskjalin
um, er tað mesta bara víðari
frá tí sama, sum CHEsam
gongan hevði, og at restin
sær út til at vera uttan mál
og mið.
Men sum heild er Høgni
Hoydal ovfarin av tí sum
hendir, men leggur dent á,
at flokkurin eisini í and
støðu fer at gera alt hann er
mentur, og at hann er harm
ur um at ABCsamgongan
er ein veruleiki, tí har hevur
mann sæð at onki hendi.
A og C hava selt
ommu sína
- Vit mugu kanska meira enn
nakrantíð vera varðhundar,
sigur Jenis av Rana, um
nýggja løgmann
Høgni Hoydal er harmur
um, at ABC-samgongan er
veruleiki, tí hann metir at
onki hendi
Kári P. Højgaard metir, at
mann ikki kann gera alt nú,
og tað kann vera ein trup-
ulleiki hjá ABC-samgonguni
Obama førir stórt
Ein nýggj meiningarkanning vísir at Barack Obama førir
stórt ímóti John McCain. Kanningin er gjørd av Washington
Post og ABC News gevur Obama 52 prosent av
atkvøðunum, meðan McCain bert fær 43 prosent. Hetta er
ein veruligur munur, í mun til seinastu kanningina, ið gav
Obama 47 prosent og McCain 49 prosent. Frágreiðingin
liggur helst í búskaparkreppuni í USA, sum hevur verið sera
nógv frammi í miðlunum handan hav seinastu vikuna.
Veljararnir hava eina ávíst álit á at Demokratarnir kunnu
staðfesta USA sum búskaparliga stórveldið í Heiminum.