Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-24, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. september 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 sosialurin 24. september 2008 JOBMATCH 08 Um grasið skal grógva og samfelagið mennast, so er neyðugt, at okkara fremsta tilfeingi, nevniliga fólkið, sum hevur røtur í Føroyum, fær hug til at virka á hesum klettum. Ikki minst tey fólk, sum á ungum árum leita sær burtur í lond at nema sær útbúgving. Tað er alneyðugt, at hesi venda heimaftur at virka í vinnu og umsiting. Lýsingarfyritøkan Sansir var heppin í síni snikkan av herrópinum fyri JobMatch starvstevnuna: Grasið er grønari í Føroyum! Tvíbýtti týdningurin er positivur bæði á ein og annan hátt, og eingin kann verða ósamdur í útsøgnini. Men eitt er at eggja fólki til við herrópum - annað er tann veruleiki, sum valdar. Orðatakið sigur, at tað grør um gangandi fót. Hagtølini siga okkum, at stórur partur av teim ungu, sum leita burtur í lestrarørindum, seta ikki búgv í Føroyum eftir loknan lestur. Niðurstøðan er, at vandi er fyri samfelagsmenningini, tí unga ættarliðið velur at virka og skapa í øðrum londum. Ymisk boð eru uppá, hví so er, men givið er, at ov nógvir útisetar halda tað ikki verða nóg mikið, at grasið er grønari í Føroyum. Tey krevja fakligar avbjóðingar og umstøður, sum eru á hædd við fremstu vælferðarsamfeløg. Í so máta er føroyska samfelagið í kapping við okkara grannalond um okkara útisetar. JobMatch er ein liður í at vinna á hesi kapping! Starvstevnan er karmur um føroyskar fyritøkur og stovnar, sum ynskja at koma á tal við útbúnar og lesandi føroyingar í Danmark og øðrum londum við. Endamálið er at skapa samband millum føroyskar fyritøkur, sum tørva arbeiðsmegi, og lesandi/ útbúnar føroyingar búsitandi uttanlanda. Virðisskapanin í føroyska samfelagnum verður í framtíðini í enn størri mun tengd at tí tilfeingi, sum finst millum oyrini á fólki. Evnini til at fáa nýskapan til høldar, førleikin at viðgera vitan og royndir innan altjóða virksemi er lykilin í samfelagsmenningini. Tískil er okkara framtíðar tilfeingi fyrst og fremst tey fólk, sum gjøgnum útbúgving og royndir menna seg sjálvan at taka við hesum avbjóðingum. Tí er kappingin um fremsta tilfeingið Føroya sera týdningarmikil og umráðandi. Eitt álvarsmál, sum ikki bert kann latast upp í hendurnar á politisku skipanini, sum tíverri ov ofta hevur prógvað, at hon ikki megnar at lyfta slík tøk. Heldur er neyðugt at einstaklingar og leiðslur á fyritøkum og stovnum geva sítt íkast til at vinna á kappingini um útisetarnar. Tí ber tað boð um vilja og víðskygni, tá ið Tórshavnar Kommuna, Vinnuframagrunn- urin og Føroya Banki stuðla tiltakinum, so at tað kundi fáast í lag. Somuleiðis ber tað boð um treysti og framtíðartrúgv millum teir stovnar og fyritøkur, sum bjóða seg fram fyri útisetum á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn. Men einstaklingurin hevur eisini sína ábyrgd. Tað ber eisini til at venda aftur til Føroya og skapa nakað sjálv/ur. Seinnu árini eru fleiri dømir um føroyskar íverksetanir, sum hava hepnast sera væl. Eitt dømi er Atlantic Petrolum, sum var stovnað fyri 10 árum síðani, og sum í dag er Føroya størsta fyritøka mált í marknaðarvirði, og sum í 2007 gav størsta avkastið millum fyritøkur skrásettar á virðisbrævamarknaðinum í Keypmannahavn. Tey fólk, sum dagliga virka í hesi fyritøku, vóru útisetar einaferð. Men tey valdu at leggja sítt virksemi í Føroyum, hóast altjóða pallurin er teirra arbeiðsøki. So orðini hjá Kennedy, um at tú ikki bara skal spyrja, hvat landið kann gera fyri teg, eru framvegis galdandi. Útisetar eiga eisini at spyrja, hvat teir kunnu gera fyri sítt føðiland. À JobMatch ber til at kunna seg um tilboð og karmar, sum íverksetarar hava í Føroyum í dag. Fríggjakvøldið verður høvið at hoyra tríggjar fyrrverandi útisetar geva sítt boð uppá, hví vert er at virka og liva í Føroyum. Eisini fara fólka- tingslimirnir at viðgera spurn- ingin um framtíðar menning í Føroyum. Hetta tiltak er ætlað sum eitt hugnakvøld, og føroyskir tónleikarar fara at seta sín dám á. Tað hevur eisini eydnast at fingið kenda útiseta sangaran Kára P at syngja nakrar sangir – kanska um súrligar nætur í Keypmannahavn, har man hómar dalar og fjøll – angandi bø, mjúkar sátur og spælandi børn. Tí hóast alt, so er grasið grønari í Føroyum.... Ólavur Gregersen Stjóri, Bitland Um JobMatch tiltakið Endamálið er at skapa samband millum føroyskar fyritøkur, sum tørva arbeiðsmegi og lesandi/útbúnar føroyingar búsitandi uttanlanda. JobMatch starvstevnan verður hildin á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn 26. og 27. sept. 2008. Fríggjakvøldið 26. sept. 2008 verður skipa fyri netverkstiltaki í Føroyahúsinum á Vesturbrúgv. Ein heimasíða – www.jobmatch.fo - er gjørd til tiltakið. Starvstevnan verður marknaðarførd á hesi heimasíðuni, og luttakandi fyritøkur og stovnar fáa høvi at lýsa seg sjálvan á heimasíðuni. Útisetar kunnu tekna seg til samrøður hjá teim fyritøkum/ stovnum, tey eru áhugað í at koma í samband við. Tiltakið er ókeypis, og tað er ikki neyðugt at melda til frammanundan. Høvuðsstuðlar til JobMatch eru Tórshavnar Kommuna, Vinnuframagrunnurin og Føroya Banki. Tiltakið verður fyriskipað av Bitland í samstarvi við Tórshavnar Kommunu og SamVit. Í stýrisbólkinum sita Randi Frederiksberg, Tórshavnar Kommuna, Súsanna Sørensen, SamVit og Ólavur Gregersen, Bitland. Prosjektleiðari er Katrin I. Jakobsen og Bogi Eliasen er fjølmiðlasamskipari. Bæði starvast í Bitland Consulting Group. Høvuðsveitarar eru Lýsingarfyritøkan Sansir og Den Nordatlantiske Brygge. Grasið er grønari í Føroyum, Men tað grør einans um gangandi fót Útgevari: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Tekstur: Bogi Eliasen cand.scient.pol Bitland Consulting Group Lýsingar: Sosialurin Uppseting: Sosialurin