Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-24, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. september 2008síða 12

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 sosialurin 24. september 2008 JOBMATCH 08 Samrøða við mary í Garði Nærverkið er ein vaksandi stovnur. Tilboðini skulu víðkast og gerast fleiri og komandi eldrabyrðan ger, at Nærverkið hevur alstóran tørv á starvsfólkum. Nærverkið er ein kjarnustovnur í menningini av føroyska vælferðarsamfelagnum, og hevur stóran tørv á starvsfólki á nógvum ymiskum økjum. Nærverkið fer á Jobmatch fyri fáa starvsfólk, hetta er ein kærkomin møguleiki fyri at leggja seg eftir at fáa starvsfólk við útbúgving. Tað eru sera nógvir útisetar á danska arbeiðsmarknaðinum við útbúgvingum á okkara starvsøki. Vit hava tørv á hesum fólkum og fara vit m.a eftir teimum á Jobmatch, eins og tey sum eru undir útbúgving. Nærverkið ynskir at fáa samband við lesandi, og at fáa hesi í starvsvenjing og at skriva uppgávur fyri Nærverkið í lesnaðinum. Eisini bjóðar nærverkið lesandi at fáa summarferiuarbeiði, og vil fegin hava fólk at arbeiða , sum t.d taka sær eitt sabbatár. Vit royna við hesum at geva ein innlit í at arbeiða hjá Nærverkinum. Nærverkið stendur framman fyri stórum avbjóðingum, tí stovnurin hevur sera nógv eldri starvsfólk, og soleiðis verður ein stór frágongd um nøkur ár. Tí er tað av alstórum týdningat byrja at rekruttera nú fyri ikki at fáa trupulleikar um nøkur ár. Mary sigur eisini, at Nærverkið hevur tørv á nógvum ymsum starvsøkjum, sum umframt primeru tænastuna eru fyrisiting, menning og HR. Mary sigur tó, at tey kundu ynskt sær fleiri mannfólk í Nærverkinum. Hon heldur at Jobmatch er eitt gott tiltak, sum gevur Nærverkinum møguleika at komma tættari at málbólkinum tá tey royna at rekruttera. Hon er eisini sera glað um, at góðar tilmeldingar eru til JobPrát, og vónar at Nærverkið kemur aftur við fleiri starvsfólkum. Vit fara eftir nýggjum starvs- fólkum og at branda Nærverkið Mary í Garði, stjóri á Meginskrivstovuni Tað er eingi ivi um, at tað er stórur tørvur á einum tiltaki sum JobMatch. Vit fáa heilt einfalt ikki nokk fólk í Føroyum. M.a. tí gera vit ein part avokkara arbeiði í Ukraina í dag. Tá ein fyritøka ikki fær nokk fólk, er tað ein forðing í mun til menning og vøkstur. Samstundis er føroyski marknaðurin avmarkaður, og tí hugsa vit nógv um at finna størri kundar uttanfyri Føroyar. Tað merkir so eisini, at vit gera ein part av arbeiðinum uttanfyri Føroyar. Í so máta hevur tað ikki størstan týdning um føroyingar flyta heimaftur, men heldur at føroyingar ynskja at arbeiða í føroyskum fyritøkum. Men vit hava sjálvandi áhuga í at fáa fólk við førleikum á okkara øki heim til Føroyar. Men hin møguleikin er at taka fólk heim í tíðarskeiðum og annars geva møguleika fyri at arbeiða uttanlands. Trotið á arbeiðsmegi kann viðføra at fyritøkurnar taka fólk frá hvørjum øðrum, og tað er ikki nøkur góð loysn í longdini, vit hava brúk fyri fleiri fólkum. N.C Nolsøe heldur, at talan er um nógvar áhugaverdar arbeiðsuppgávur fyri føroyingar bæði í og uttanfyri Føroyar, og vónar hann eisini, at JobMatch fær samband við føroyingar, sum Elektron kann brúka bæði í og uttanfyri Føroyar. Sum ein stór og vitanartung fyritøka kennir Elektron eisini samfelagsábyrgd í at vera við í einum tiltaki sum JobMatch. Tí tað er ikki bara Elektron, men allar Føroyar sum hava tørv á at fáa fleiri fólk heimaftur til Føroyar. Niels Christian Nolsøe, stjóri á Elektron Stórur tørvur á slíkum tiltaki