Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-24, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. september 2008síða 23

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

sosialurin 24. september 2008 23 JOBMATCH 08 KT Kleking er eitt av vinnumennandi átøkunum hjá Vinnumálaráðnum og er ein partur av Samvit. KT Depilin veitir hjálp til at gera vinnuhugskot á KT økinum til veruleika samrøða við steinbjørn í Dali Ein av luttakarunum á JobMatch er KT- Kleking og Steinbjørn í Dali sigur, at hugskotið við KT kleking er at geva fólki við góðum hugskotum hjálp til at gera tey til veruleika. Í Kleking verður hetta gjørt við at veita skrivstovu, hjálp til at menna verkætlanina, hjálp til at útvega fígging og hjálp til marknaðar- føring, soleiðis at hugskotið endar við einari burðardyggari fyritøku. Harumframt sita fólkini í einum menningarumhvørvi, sum oftani er ein stór hjálp í eini byrjunarfasu. KT kleking fer á JobMatch fyri at vísa útisetum, at í Føroyum er ein skipan, sum veitir serstak- ligar góðar karmar og hjálp tá talan er um íverksetarar á KT økinum, og sum eisini skal verða við til at fáa fleiri útisetar heim at arbeiða við góðum hugskotum. KT kleking er ein íverksetaradepil í KT høpi og vit vóna, at teir karmar vit veita her, kann fáa fleiri av okkara útisetum við góðum hugskotum, at koma heim til Føroya at arbeiða við teimum. Steinbjørn í Dali sigur, at JobMatch er ein sera góður møguleiki hjá KT Kleking at marknaðarføra seg fyri útisetunum í Keypmannahavn, og hetta metir hann verða neyðugt, tí tað tykist sum um vit hava nógv fólk við góðum KT førleikum, sum vit ikki fáa heimaftur. Steinbjørn í Dali, projektleiðari í KT Kleking KT Kleking hjálpir tær við hugskotinum