Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-25, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. september 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 184 - 25. september 2008 SAMBAND kári MikkelSeN kAriM@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 tíðindi Tónleikur Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Teitur er høvusnavnið og einasti solistur fríggja­ kvøldið í Kulturhuset Islands Brygge, sum eisini húsar tveimum góðum tónlekarum. At Teitur er eitt gott navn í Danmark í hesum døgum, er ikki ringt at skilja, i maðurin varð mettur at vera ársins dan­ ski sangari í fjør av Dansk Musik Awards, og boðin at lata upp Roskildefestivalin á størsta pallinum fyrr í ár. Hann hevur eitt ótal av útseldun konsertum á baki og hevur útgivið nógvar fløgur. "The Singer" fekk toppkarakter frá tón­ leikablaðnum Gaffa, sum skrivaði soleiðis: ”et sjæld­ ent ambitiøst og i dansk sammenhæng helt unikt popalbum”. Berlingske Tidende skrivaði: ”Stemmen er i centrum på Teiturs hidtil stærkeste udspil, der ikke bare er vidunderligt smukt, men også sender færingen i en ny kunstnerisk retning… Med »The Singer« har Teitur begået sit stærkeste album til dato”. Umframt tveir góðar troubadourar friggjakvøld­ ið, so kann Teitur hesaferð upplivast sum nakað annað ­ nemiga sum solistur kom­ andi fríggjakvøld í Kultur­ húsinum á Islands Brygge nr. 18 í Keypmannahavn. Kanska veður tað ein meira persónlig konsert frá Teiti, sum skal standa einsamallur á palli. Hinir báð­ ir, sum upptraðka hvør sær, og onkuntíð saman, eru Sean Needham og Jacob Speake, og eru teir báðir væl royndir tónleikarar og hava fólk afturat sær á pallinum. Sean hevur hitað upp fyri t.d. Tracy Chapman og Jacob er fyriskipari av sjálvum tiltakinum fríggja­ kvøldið saman við Kuturhúsinum. Á myspace hjá Teiti stendur at lesa, at umframt fríggjakvøldið, so hevur Teitur 10 aðrar konsertir næstu 14 dagarnar í Danmark, áðrenn hann fer víða um í Europa á túri, sum endar í Svøríki og Noreg. Konsertin fríggakvødlið byrjar kl 20 endar um midnáttarleitið. Meira at um hetta á www.k­i­b.dk, upplýsir FO INVASION Teitur á Islands Brygge fríggjakvøldið www.listagluggin.com Vit sóknast eftir verkum eftir Mykines, Reyni, Heinesen, Ruth Smith, Kamban, Glerfoss, Kampmann, Kruse, Waagstein og øðrum dygdargóðum listafólkum í samband við komandi søluframsýning. Frættið nærri við at seta tykkum í samband við okkum. týsdag - fríggjadag: .......15.00 - 17.30 leygardag: .......................11.00 - 14.00 Annars eftir nærri avtalu ! Niels Finsensgøta 25 · Tórshavn Tlf. 322022 · Mob. 210022 e-mail: listagluggin@hotmail.com Ingálvur av Reyni, 1993 - Trolaradekk, 130 x 215 cm Í vikuskiftinum 26. til 28. eru næmingar úr øllum musikkskúlum kring landið bodnir at luttaka á orkesturstevnu í Suðuroy Tónleikur Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Higartil eru uml. 160 teknaði, og saman við 20 lærarum fara tey at framleiða tónleik, sum verður at hoyra á almennari konsert sunnu­ dagin kl 15.00 í Høllini í Trongisvági. Ein stórur foreldrabólkur stendur fyri øllum tí praktiska rundanum tiltakið, so sum matgerð og innivist, og uttan hetta kunnu slíkir dagar neyvan gjøgnumførast. Líknandi átøk hava verið fyrr, og í fjør var sama harkalið saman á Eiði, og nú gleða øll seg, tí tað var sera væleyndnað og hugnaligt, ikki minst tann festliga konsertin sum var prikkurin yvir i’num, siga fyrireikararnir. Konsertin verður í rúmligu høllini í Trongisvági til konsert sunnudagin kl. 15.00 Atgongd: kr. 50,­ børn ókeypis Orkesturdagar hjá Musikkskúlanum í Trongisvági Fríggjakvøldið er tiltak í mentanar­ húsinum Kulturhuset Islands Brygge í Keypmannahavn, har Teitur Lassen er høvuðsnavn Teitur og hansara menn í Gotlandi Mynd: Martin Dam Kristensen