Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-25, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. september 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 184 - 25. september 2008 Ov fáar IP’s eftir Um bara 830 dagar eru kinverjar í uppisetri fyri IP- adressum, sum verða brúktar, tá ferðast skal á internet- inum. Núverandi skipanin við IP-adressum varð gjørd longu í 1984, og við 32-bit skipan ber til at skapa fleiri enn 4 milliardir adressur. Tá varð hildið, at hetta var ríkiligt í allar ævir, men so er tó ikki. Vænandi verður tó nýggj 128-bit skipan tikin í nýtslu innan alt ov langa tíð. Tá hendan verður virkin, finnast fleiri trilliónir av nýggjum adressum, og so burdi trupulleikin verið loystur fyrstu árini í øllum førum. Samskifti, eldraøki og fólkaskúli Tað eru tey økini, sum borgarar í Havn hugsa mest um sambært nøgd- semiskanningini, sum Lóður hevur gjørt fyri Tórshavnar Kommunu. Kann- ingin vísir eisini, at tá hugt verður nærri eftir úrslitinum við hagfrøðiligum amboðum, so kemur undan kavi, at størstu ávirkanina á samlaða nøgsemið hjá borgarunum er samskiftið við kommununa. Sum heild eru tað tey sonevndu bleytaru økini, ið vísa seg at hava størstan týdning hjá borgarum í Tórshavnar kommunu. Hetta er onnur vísundaliga kanningin, sum Tórshavn- ar kommuna hevur luttikið í og lagt fram í heyst. Framløga við úrslitum frá kanningini kann heintast niður á www.lodur.org Leygardagin skuldi ein vatnskutari sjósetast á Argjum. Skutarin stóð á einum vogni, sum vant, og skuldi bakkast útí. Men tá bilurin skuldi niðan frá vatninum aftur riggaði ikki og hann gleið beint útí Óhapp Bergur Johannesen bergur@sosialurin.fo Myndir: Jóhann Eli Jacobsen Ein vatnskutari skuldi setast útí, men ikki gekk eftir vild hjá óhepna eigaranum. Tá ein slíkur vatnskutari verður settur útí, verður vognurin, ið skutarin stendur á bakk- aður oman móti vatninum, so skutarin sleppur avstað. Alt hetta gekk eftir væl, men so skjótt sum skutarin var á veg út úr bátahylinum sløknaði hann. Heppið var at hetta hendi inni í hylinum, tí førarin megnaði júst rógva seg inn móti grót- kastinum har. Hevði hann sløkna mitt úti á Nólsoy- arfirði hevði staðið illa til. Bilførarin, ið sat í bilinum fór undir at fáa bilin niðan aftur, men tá hann byrjaði at koyra riggaði ikki, og hann gleið útí. Heppið var, at Jóhann Eli Jacobsen og aðrir vóru á staðnum og megnaðu at fáa fatur á einum bili at sleipa sjósetta bilin inn aftur. Bilførarin sat í bilinum alla tíðina, meðan hann gleið útí, og eisini fyltist við sjógvi og tara. Vatnskutaraførarin mátti tó svimja út við einum togi at binda í. Talan var um góðar seks minuttir, bilurin var úti í vatninum, men øll el-tólini gingu fyri og tá hann varð tendraður blinkaðu øll ljósini og einki riggaði. Motorurin var eisini tendr- aður í vatninum, og var tí fyltur av sjógvi. Enn er ikki vist um bilurin koyrir. Jóhann Eli Jacobsen visti at siga um fleiri slíkar tilburðir í Føroyum, kanska ikki eins álvarsamar, men fleiri eru komin illa fyri. Sera torført er at sjóseta skutarar og tílíkt, orskaða av tí at so bratt og ófantaligt er í føroysku bátahylunum. Bilur gleið á sjógv Innkeypsleiðari til Articon Hevur tú hug at arbeiða í einum spennandi og fjølbroyttum umhvørvi við avbjóðingum hvønn dag, so er tað tær, vit leita eftir. Sum innkeypsleiðari kemur tú at samskipa inn­ keyp felagsins. Í hesum sambandi kemur tú at samskifta við veitarar og flutningsfeløg bæði innan­ og uttanlands. Vit rokna við, at tú er røsk/raskur, røkin og álítandi og áhugað/ur at arbeiða í toymi. Vit bjóða góð og skipaði arbeiðsviðurskiftir. Løn eftir avtalu millum partanar. Starvið verður at seta skjótast gjørligt. Umsókn saman við avriti av prógvum og møgu­ ligum ummælum, skulu verða okkum í hendi seinast 7. oktober 2008. Um hetta hevur tín áhuga, og tú vil hoyra nærri um starvið, er tú vælkomin at seta teg í samband við Jón Danielsen á telefon 210.683. 1RNLD([SUHVV0XVLF 6HSWHPEHUWLOERË 7ÎQOHLNDIDUWHOHIRQYLË%OXHWRRWK03VSÁODUD)0ÕWYDUSL 03P\QGDWÎOLYLËDXWRIRNXVYLGHRXSSWÓNXRJQÎJYXP ÓËUXPKHQWOHLNXP )ÁVW¼YRGDIRQHIRRJÈYRGDIRQHKDQGOXQXP NU ...fá meira fyri einki! Fær inn á ókeypis.fo og svara nøkrum spurningum og verð við í lutakastinum um góðu vinningarnar!