hósdagur 25. september 2008síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 184 - 25. september 2008
Tingmanningin
og floksleiðslan í
Javnaðarflokkinum
var saman í gjárkvøld
ið, og tá var eittans
evni á skránni:
gjøgnumgongd av
samgonguskjalinum.
Fyrrapartin fer flokk
urin at finna tey trý
landsstýrisfólkini.
LandssstýrisfóLk
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Á floksleiðslufundinum hjá
Javnaðarflokkinum í gjár
kvøldið
var
samgongu
skjalið millum ABC flokk
arnar til viðgerðar, og sum
Sosialurin skilur, var hetta
sera væl móttikið. Semja
var um, at her vóru sera
mong
sosialdemokratisk
fingramerki á, so leiðslan
og tingmanningin fingu
sera
jaliga
móttøku
á
fundinum fyri innihaldinum
í samgonguskjalinum.
Sosialurin skilur, at málið
um, hvør skal vera lands
stýrisfólk var ikki til við
gerðar. Tað fer at verða
tikið upp á fundi fyrrapartin.
Men eftir øllum at døma
eru tað fleiri, sum bjóða seg
fram. Tað ljóðar, at flokk
urin ynskir at velja lands
stýrisfólkini millum verandi
tingmanning. Um tað so
verður neyðugt at fara út
um tingmanningina at leita
eftir einum fíggjarmálaráð
harra
stendur
so
opið
skilst.
Men fyribils hava hesi
nøvn verið nevnd í sambandi
við
landsstýrissessirnar:
Helena Dam á Neystabø,
Hans Pauli Strøm, John
Johannessen, Eyðgunn Sam
uelsen og Axel Johannessen.
Tað skilst annars, at
Jóannes Eidesgaard helst
fer at taka seg aftur til at
vera tingmaður og vera
meira virkin sum formaður
í flokkinum. Gitingar um
formansstríð í flokkinum,
skilur Sosialurin, vórðu
jarðaðar á fundinum. For
maðurin í flokkinum er og
fer framhaldandi at vera
Jóannes Eidesgaard.
Jóannes Eidesgaard tryggur í
formanssessinum
Granskingarráðið · Bryggjubakki 12 · Postrúm 259 · FO-110 Tórshavn
Tel 567800 · Faks 306901 · www.gransking.fo · gransking@gransking.fo
Vísindavøka í Føroyum
Fríggjakvøldið 26. september klokkan 19.30 verður Vísindavøka fyri fyrstu
ferð hildin í Føroyum. Vísindavøkan verður á Náttúrugripasavninum á
Debesartrøð í Havn.
Vísindavøkan er
partur av tiltakinum
Researchers' Night,
sum verður hildin í
býum um alt Europa
samstundis. Enda-
málið við hesum
tiltaki er at økja um
áhugan í samfelag-
num fyri gransking.
Les meira um
Vísindavøkuna á
gransking.fo
Vit hittast á Náttúru-
gripasavninum á
Debesartrøð í Havn
fríggjakvøldið 26.
september klokkan
19.30.
Skráin fyri Vísindavøkuna er hendan:
Maria Skaalum Petersen:
Parkinssons sjúka og umhvørvið
Maria Skaalum Petersen er Ph.D. lesandi við Syddansk
Universitet.
Dánjal Jákup Jacobsen:
Granskingargrundað virksemi í fyritøkuni
Dánjal Jákup Jacobsen er Ph.D. í sivilverkfrøði og stjóri í
fyritøkuni Decision3.
Eyðun Andreassen:
Fólkslig mentan sum granskingarevni
Eyðun Andreassen er dr. phil. og professari á Fróðskapar-
setri Føroya.
Eisini verður tilfar at fáa um ES-gransking.
Tiltakið er fyri alla familjuna. Tey størru hava høvi at lurta
eftir áhugaverdum og fjølbroyttum framløgum um
gransking, meðan tey smærru kunnu síggja og royna frálíku
framsýningarnar um fuglar, fiskar, blómur og annað, sum eru
gjørdar klárar til árliga Heystfagnaðin í oktober.
Konsert verður
fríggjakvøldið kl
20 á spælistaðnum
Reinsarínum í Havn.
Bendar Spónir, Onion
tree, 3st og Trygvi og
Rasmus spæla
tónLeikur
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Bendar Spónir eru fimm
ungir dreingir, sum elska at
jamma. Spæla droymandi
progsýrurock, íblást mest
av 6070´ara bólkum, og
annars
gerandisdegnum.
Halda til á loftinum í Marg
arinFabrikkini. Hetta verður
helst síðsta konsert í Føroy
um, áðrenn bólkurin fer av
stað á konsertferð til India.
"Bólkurin Bendar Spónir
er áhugaverdur og verður
spennandi at fylgja framyvir.
Unglingar, ið eiga fram
tíðina, og tað ljóðar veru
liga, sum her er nakað at
koma eftir, tí hesir spældu
droymandi rocktónleik, har
eisini ljómborðs og aðrar
hátøknisfinessir fingu rúm,
uttan tó at doyva sjálvt spæl
ið. til tíðir var hetta mest
sum
eitt
bland
mill
um the Doors
og
Pink
Floyd. Mest droymandi og
vælljóðandi, men so kom
eisini swing og ferð á
viðhvørt." (planet.fo)
Oniontree eru 3 dreingir.
Spæla alternativ rock. Nýta
bass, trummur, gittar, sang.
Inspireraðir av m.a. Angels
and
Airways
og
Rise
Against. Hetta er fyrsta
almenna konsert teirra. Ikki
tí teir ikki hava spælt nógv,
men alt hevur verið til
føðingardagar og tílíkt.
3st er ein bólkur mann
aður av 4 tónleikarum. Teir
spæla harðan pop, ið er
ringur at seta í bás. Teir hava
verið til í nøkur ár, men hava
skift manning fyri uml. ½
ári síðani. Sangarin, bass
leikarin og gittarleikarin eru
úr Kollafirði, og trummu
spælarin er ein ektaður
reyðhardur havnamaður.
Havnamenninir
Trygvi
og Rasmus eru ávíkavist 17
og 15 ár, og spæla teir
saman í bólkinum Sixty
eight. Fríggjakvøldið vera
teir tó at hoyra bert við
tveimum akustiskum gittar
um og teirra náttúrgivnu
røddum, tá teir fara at fram
føra løg, sum teir sjálvir
hava yrkt og sett lag til.
Væntast kann ein intim,
kensluborin og til tíðir
flipput framførsla frá ungu
gørpunum".
Bólkarnir kunnu kannast
nærri á www.myspace.com/
bendarsponir.com
www.myspace.com/
oniontree.com
www.myspace.com/3st.
com
Konsert á Reinsarínum
fríggjakvøldið
Íløguspæl 2008
Í fjør var veruligur fepur í Føroyum kring íløguspølini, ið Kaupthing banki og Eik lýstu
við. Kaupthing er ikki virkin í Føroyum longur, tí er sjálvsagt at einki íløguspæl verður frá
teimum í ár. Men hinvegin er Børsens Aktiespil virkið, eins og í fjør. Eik skipaði í fjør fyri
eini serstakari kapping, einans fyri føroyingar, men einki útspæl hevur verið í ár, hóast
spælið er farið av bakkastokki. Spælið byrjaði í gjár klokkan 10, men enn er møguligt at
tekna seg. Heili 47.000 ymiskir brúkarar eru við. Spælið er ókeypis og at finna á www.
aktiespil.borsen.dk. Í ár er høvuðsvinningurin ein Volvo V50, virði á 550.000 kr.