hósdagur 25. september 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 184 - 25. september 2008
Stórur tørvur hevur
verið á betri skúla
viðurskiftum í Tórs
havnar Kommunu, og
á Argjum ganga nógv
í barakkum. Ætlanin
er so, at næmingarnir,
ið nú ganga í barakk
unum, skulu byrja at
ganga í nýggja skúl
anum á Argjum, har
dagfesting er lagt til
nær klárt skal vera at
byrja
Skúlabygging
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Eyka býráðsfundur hjá Tórs
havnar Kommunu var í fyrra
kvøldið. Eittans mál var á
skránni. Nevniliga málið
um at byggja nýggjan skúla
á Hamrinum á Argjum.
Í eina tíð hevur arbeiði
verið gjørt við at byggja
nýggjan skúla á Argjum,
serliga er málið kent fyri
ein spronging, ið var gjørd
fyri kortum, tá okkurt ikki
gekk eftir vild, og grót fleyg
inn í hús í grannalagnum.
Møtt á fundinum vóru allir
limir í býráðnum, uttan Bjarti
Mohr.
Avgerast
skuldi,
hvussu arbeiðið skuldi fara
fram, hvør skuldi byggja og
hvat skúlin skuldi kosta.
Á fundinum var avgjørt
at skúlin verður bygdur av
Articon, og avgjørt var at
seta ein fastan prís uppá
umleið 146 milliónir, sum
er 16 milliónir hægri enn
tilboðið Articon bjóðaði og
3 milliónir hægri enn prís
metingin.
Tvær fasur
Ætlanin er at skúlin skal
byggjast í tveimum byggi
stigum
og
skal
líkjast
nýggja skúlanum á Løg
mannabreyt.
Fyrsta byggistig skal vera
liðugt til skúlabyrjan í
næsta ár. Ætlanin er, at
næmingarnir í fyrsta til
triðja flokki skulu vera í
fyrsta stignum.
Í endaliga skúlanum skal
tó vera pláss fyri 18 flokk
um. Tað vil siga, ein skúli
við tveimum breytum við
næmingum frá fyrsta til
níggjunda flokk.
Projekteringin
samtykt
Á fundinum í fyrrakvøldið
vóru seks milliónir setta av
til projektering og annað
fyrireikandi arbeiði, og mál
ið skal takast aftur til við
gerðar í desemburmánaði.
Fyri at játta peningin
vóru øll, ið møtt vóru, uttan
Høgni Mikkelsen og Jan
Christiansen,
ið
ikki
greiddu atkvøðu.
Sum nevnt, fara bygning
arnir at kosta 146 milliónir
tá teir verða lidnir, men áðr
enn skúlin kann takast í
nýtslu, skulu bygningarnir
eisini fyllast við hentleikun
um, ið krevjast til at nýggjan
skula. Tá skúlin verður tikin
í nýtslu er ætlanin, at hann
skal kosta 191 milliónir
krónur.
Ein alneyðug íløga
Sambært Heðini Mortensen
er talan um eina alneyðuga
íløgu, sum hevur ligið á
láni í 3035 ár.
Vit valdu at prioritera á
tann hátt, at fyrst skuldi
fáast skil á ansingarplássini,
síðani skúlarnir og at enda
eldra økið. Nú eru vit so
við hesum skúlanum og tí á
Løgmannabreyt komin nak
að ávegis við skúlabygging
unum í Kommununi, og
hóast hetta er ein stór íløga,
er hon alneyðug fyri trivn
aðin í býnum, sigur borgar
stjórin í Havn.
Hóast Høgni Hoydal
er ónøgdur við at
sita í andstøðu,
sær hann positivt
uppá ávirkanina
Tjóðveldi hevur havt
á føroyskan politikk
og hinar flokkarnar.
Serliga leggur hann
dent á uttanríkisráðið
Politikkur
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Í gjár var samrøða á Rás2
við Høgna Hoydal. Formað
urin í Tjóðveldi er ikki nøgd
ur við at sita í andstøðu,
men er ikki skelkaður av
støðuni, tí eftir hansara tykki
vil Tjóðveldi ov nógv.
Tað sum hevur verið høv
uðsmálið í CHEsamgonguni
og eisini í undanfarnum sam
gongum, er at fáa broytt hetta
samfelagið, so at vit fáa sjálv
støðugt land og eitt sjálv
støðugt samfelag, sum hevur
ein vinnupolitikk, sum er
altjóða kappingarførur, og
sum ikki minst hevur eina
útbúgvingarskipan og eina
sosiala skipan, sum kemur
teimum sum tørva tí; mest til
góðar. Tað er kanska tað sum
ger, at nógvir av teimum sam
anhangum vit hava verið í
ikki ganga. Vit skulu endur
skoða okkum, men vit hyggja
at teimum politiskum málun
um, og mugu bara ásanna, at
tað vilja teir samstarvsflokkar
vit hava gjørt avtalur við ikki
fremja. Tað er orsøkin til, at
bæði hendan og undanfarna
samgonga fór í úrtíð. Mann
torir ikki at taka tey veruligu
tøkini, sum skulu til fyri at
samfelagið verður flutt á
tann bógvin, sum okkara
hugsjón ynskir, sigur Høgni
Hoydal.
Blokkurin
Sum skilst eru konkretar ætl
anir um blokkniðurskurð í
samgonguskjalinum. Hetta
sær Høgni Hoydal, sum nak
að positivt, hóast hann ikki
skilur,
at
Fólkaflokkurin
gongur við til ein so lítlan
niðurskurð.
Hetta vísir, at arbeiði vit
stríðast fyri flytur føroyskan
politikk. Fyri fáum árum síð
ani var ógjørligt at fáa Sam
bandsflokkin at tosa um
blokkstuðulsniðurskurð, og
nú er tað møguligt at tosa
um tað, staðfestir Høgni
Hoydal.
Uttanríkisráðið
Tað er ongin loyna, at Jóan
nes Eidesgaard var ónøgdur
við at skula av við Uttan
ríkispolitikk, tá CHEsam
gongan varð skipað. Eisini
hava flokkar av og á verið
eftir
Uttanríkisráðnum,
men sum skiltist í gjára
morgunin hevði Uttanríkis
ráðið nógv at siga fyri sam
ráðandi partarnar. Hetta
hevur Høgni Hoydal eisini
eina meining um.
Um vit taka Uttanríkis
ráðið, sum hevur verið húð
flett og morlað niður, av
øllum trimum flokkunum,
sum nú sita í samgongu. Nú
bleiv tað kanska tað mest
áhugaverda økið, eisini hjá
hesari
nú
undirskrivaðu
samgonguni.
Tað
var
kanska tað økið, sum flokk
arnir kappaðust mest um at
fáa fatur á. Og tí kunnu fólk
spyrja seg sjálvi, hvat tað er
sum flytur føroyskan polit
ikk. Vit vita væl í Tjóðveld
inum, at nógv av teimum
málunum vit seta okkum
mugu vit stríðast fyri, og tá
stríðini eru vunnin taka øll
undir við teimum. Tað sum
skilur okkum í dag, tað
savnar okkum í morgin,
greiðir Høgni Hoydal frá.
Formaðurin í Tjóðveldi
leggur afturat, at flokkurin í
andstøðu fer at arbeiða við
at endurbyggja trúvirðið,
sum seinasta tíðin hevur
tikið frá flokkinum.
Nýggi skúlin á Argjum
Eftir ætlan skal nýggi skúlin
á Argjum minna um nýggja
skúlan á Løgmannabreyt
Mynd: Jens K. Vang
Formaðurin í Tjóðveldi
er ónøgdur við at sita í
andstøðu, men metir, at øll
stríð hjá Tjóðveldi geva úrslit
Høgni Hoydal:
Vit flyta føroyskan politikk
Russiskt herskip nærkast USA
Russiska herskipið »Pætur Mikli« er á veg til Venesuela at vera við í eini
sjóvenjing. Hetta síggja amerikumenn sum stuðul til Hugo Chavez, ið ikki
er besti vinur við USA. Herskipið er eitt tað mest framkomna í Heiminum,
er drivið av kjarnorku og hevur alskyns hernaðarútgerð. Chavez noktar á
ongan hátt fyri, at hann ynskir at gera góð sambond við Russland og
serliga innan hernaðarvirksemi. Síðani 2004 hevur Venesuela keypt útgerð
fyri umleið 20 milliardir krónur úr Russlandi. Russar eru sum heild
ónøgdir við ávirkanina USA hevur á heimssamfelagið og ynskja at
endurskapa sína støðu á Kuba.