hósdagur 25. september 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
vinnan
Nr. 184 - 25. september 2008
Kalendarin hjá
Maritu Rasmussen
og Esther Dahl er
fyltur á tamb í hesum
døgum. Tær eru
ávikavist stjóri og
verkætlanarleiðari
í Vinnuhúsinum,
sum fyri áttandu
ferð skipar fyri
Vinnudegnum.
Sosialurin hevur
hitt tær og spurt,
hví temavalið fall
á »innovatión«
hesuferð.
Samrøða
Hilmar Simonsen
hilmar@sosialurin.fo
Tað hevur ofta verið tikið
til, at verkætlanir uttan stert
hava lítlan kjans at yvirliva
í Føroyum.
Hesin
tankin
rennur
mær til hugs, tá eg seti
kósina
niðan
til
Vinnuhúsið, sum heldur
til í einum sera stásiligum
húsum uppi á høvdini í
Smærugøtu í Havn. Man
tað vera hetta, sipað verður
til, tá evnið á Vinnudegnum
hesuferð er »nýskapan,
menning og nýhugsan«?
Ikki tí, okkara høvuðs
vinna, fiskivinnan, er í
sjálvum sær ein máttmikil
vinna, sum eisini kastar
nógvar avleiddar vinnur
av
sær.
Til
dømis
fiskivinnu
á
landi,
skipasmíð, umframt veit
ingar og tænastuvinnur
av alskyns sløgum. Hartil
kemur alivinnan, sum er
eitt
gott
alternativ
til
fiskivinnuna. Men rætt er
tað, at alt hetta hevur okkurt
við stert at gera – antin so
ella so.
Vinnudagurin við til
at skapa innovatión
Komin niðan til Vinnuhúsið
hitti eg stjóran, Maritu Ras
mussen, og verkætlanar
leiðaran Esther Dahl, sum
eru so beinasamar at greiða
frá um Vinnudagin.
Endamálið við vinnudeg
num er at geva vinnuni
íblástur, og at geva teimum
fyritøkum, sum klára seg
væl, eitt herðaklapp. Vinnu
fólk møtast í hátíðarligum
kørmum í Norðurlandahúsi
num við fyrilestrum, sum
gjarna skulu geva vinnuni
íblástur og lata hana súgva
til sín. Endamálið við tiltaki
num er eisini at skapa stolt
leika í vinnuni yvir rokkin
úrslit. Annars er hetta eitt
kravleyst forum, og vit
vænta ikki nakað afturfyri
frá vinnuni, greiðir Marita
Rasmussen frá og leggur
afturat, at Vinnudagurin í
sær sjálvum helst skal vera
við til at skapa innovatión.
Tey fyrstu árini, Vinnu
dagurin varð hildin, var
einki ávíst tema fyri tiltakið,
men hetta er síðani broytt,
so at nú er eitt nýtt tema
hvørja ferð. At valið fall á
innovatión hesuferð hevur
sambært Maritu Rasmussen
og Esther Dahl ikki nakra
serliga orsøk aðra enn, at
evnið hevur verið nógv
umrøtt í seinastuni, og at
tað altíð er ein týðandi tátt
ur fyri vinnuna at vera kapp
ingarfør á altjóða marknað
inum. Eg spyrji kortini tær
báðar, um tær halda tað
vera mangul upp á innova
tión – nýskapan, menning
og nýhugsan – í føroyskum
vinnulívi.
Eg vil ikki siga, at tað er
mangul upp á tað, men eg
vil heldur siga, at tað ongan
tíð er ov nógv av tí. Vinnu
dagurin er frameftirlítandi,
ikki afturlítandi. Íverksetan
er eitt rímuliga ítøkiligt hug
tak, meðan innovatión er
minni ítøkiligt, men hendir
hvønn dag í størri ella
minni mun. Finnur ein fyri
tøka til dømis út av at broyta
framleiðsluna til onkran
fyrimun, so er talan um
innovatión. Innovatión nýt
ist ikki at vera nakað risa
stórt, til dømis er produkt
menning eisini innovatión,
heldur Marita Rasmussen
fyri.
Eg havi ikki hug at sleppa
hesum evninum heilt enn,
so eg spyrji Esther Dahl,
um hon heldur, at vinnulívið
hevur dugað nóg væl at end
urnýggja seg?
Í seinastuni eru fleiri fyri
tøkur komnar, sum ikki
framleiða tær sonevndu
»traditionellu«
vørurnar.
Tað eru handverkarafyri
tøkur, veitingarfyritøkur, og
tænastufyritøkur av ymsum
slag. Her er serliga talan
um vinnur, sum veita ný
skapandi tøkni og tænastur
til verandi høvuðsvinnu,
fiskivinnuna, og harvið ger
hana meiri dugnaliga. Tað
merkir, at vinnan endur
nýggjar seg alla tíðina við
millum
annað
at
taka
nýggja tøkni til sín, sigur
Esther Dahl.
Bæði tørvur á herm
ing og gransking
Veitingar og tænastufyri
tøkurnar, sum Esther sipar
til, finnast bæði í Føroyum
og aðrastaðni, men ein av
teimum stóru av hesum fyri
tøkunum er íslendska Ma
rell, sum varð stovnað av
íslendsum universitetsles
andi. Her heima byrjaði
onkur lesandi á Fróðskapar
setrinum saman við øðrum
fyri fáum árum síðani at
framleiða eina orkusparandi
skipan til skip og bátar. Og
hetta er ein gongd, sum
teimum í Vinnuhúsinum
líka væl.
Tað er alt avgerandi at
fjálga um útbúgving og
gransking, men her eru vit
ikki nóg væl við enn. Vit
brúka nógv minni pening
til gransking og menning
enn
okkara
grannalond
gera. Meðan eitt land sum
Finnland brúkar umleið 3
prosent av bruttotjóðarúr
tøkuni (BTÚ), so brúka vit
bert umleið 1 prosent. Tó
skal leggjast afturat, at
vinnulívið í okkara granna
londum rindar ein stóran
part av vinnuligu gransking
ini, men hetta letur seg ikki
eins væl gera í Føroyum, tí
at føroysku fyritøkurnar eru
ov smáar. Taka vit eina
stóra føroyska fyritøku, so
svarar hon kanska til eina
miðalstóra útlendska fyri
tøku, siga Marita Rasmus
sen og Esther Dahl.
So út frá hesum skilst, at
smáu føroysku fyritøkurnar
hava illa ráð til at granska
og menna, men hvat er so
til at taka? Givið er, at
summar fyritøkur duga væl
at »avrita« tað, sum aðrar
fyritøkur finna upp á, og
tað halda Marita og Esther
vera í fínasta lagi í ein ávís
an mun. Tað kann serliga
loysa seg væl hjá teimum
smærri fyritøkunum.
Nógvar smáar fyritøkur
duga væl at umstilla sína
framleiðslu, so hon sam
svarar teirri vitan, sum
onnur hava granskað í. Vit
hava tørv á báðum tveimum:
at »herma« og at finna upp
á sjálvi, vísa tær á.
Eitt er at herma, men vit
kunnu ikki bara liva av at
herma, eru tær samdar í,
tað er alneyðugt við meiri
gransking og menning her
á landi.
Frá almennari síðu átti at
verið gjørt meiri fyri at
ment tær hægru útbúgving
arnar, og her hugsa vit ser
liga um tær náttúruvísinda
ligu útbúgvingarnar. Vitan
er ein fortreyt fyri nýskapan,
og hartil vil eitt virkið
lestrar og granskingarum
hvørvi hava nógv positiv
ringárin við sær. Tað er ein
stórur trupulleiki, at vit
missa so nógv ung og
dugnalig fólk av landinum,
tí tey ikki fáa avbjóðingar
her heima. Tí hevði verið
ynskiligt, um vit fingu væl
fleiri
útbúgvingartilboð,
um
ikki
annað
so
møguleikar fyri at taka ein
størri part av teimum hægri
útbúgvingunum í Føroyum,
siga Marita Rasmussen og
Esther Dahl.
Fleiri
patentumsóknir
Íløgufeløgini spæla ein
stóran leiklut, tá tað kemur
til at fremja nýggj hugskot
í verki. Tey plaga at seta
strong krøv, áðrenn tey
veita fígging. Men tað eru
ikki allir uppfinnarar, ið
hava høga útbúgving. Tað
finnast eisini »Georg Gear
løsar« við lítlari og ongari
útbúgving, sum eisini skulu
sleppa at royna seg.
Tað kann vera talan um
uppfinningarsom fólk, sum
kanska ikki megna so væl
tann organisatoriska partin,
og her er neyðugt at hjálpa
og stuðla. Her koma íløgu
feløgini til sín rætt. Tey seta
krøv til heildina, fyri at ein
verkætlan kann vera burðar
dygg. Tey kunnu til dømis
seta krøv um, hvussu nevnd
in í felagnum verður sett
saman, greiða tær báðar
frá.
Marita Rasmussen og
Esther Dahl ivast ikki í, at
vit koma at síggja nógvar
góðar uppfinningar í fram
tíðini. Men eitt er at finna
upp á, annað er at ogna sær
patent upp uppfinningar.
Patentumsóknir er nakað,
sum hevur vundið nógv upp
á seg í seinastuni. Hetta
kemur óivað í kjalarvørri
num av, at tað hevur elvt til
stórar
trupulleikar
hjá
summum, at patentini ikki
hava verið í lagi. Fleiri eru
sikkurt ávarað av søguni
um lemmavirkið í Vági.
Eru patentini upp á pláss,
so er óivað lættari at fáa
fígging, siga tær.
Vilja skapa stoltleika í vinnuni
Maritu Rasmussen og Esther Dahl
Stutt um
Vinnu
dagin
Hetta er áttanda árið á
rað, at Vinnudagurin
verður hildin. Líka
síðani byrjan hevur
undirtøkan verið góð,
at kalla fult
Norðurlandahús hvørja
ferð. Tað eru nógvir
kandidatar til ársins
virki og ársins átak á
hvørjum ári. Ein
dómsnevnd, sum er
óheft av
Vinnuhúsinum, kjósar
vinnararnar. Í kjósanini
av »Ársins virki« verður
høvuðsdentur lagdur
á, at virkið koyrir væl
fíggjarliga, tað vil siga
kann vísa góða úrslit ár
undan ári, er støðugt
og annars væl
etablerað. Í kjósanini
av »Ársins átaki«
verður ikki hugt so
nógv eftir tí fíggjarliga
partinum, men meiri at
um »átakið« hevur
verið við til at víðka um
vinnuliga sjónarringin.
»Eg vil ikki siga, at tað er mangul upp á
innovatión (í føroyskum vinnulívi, blaðm.),
men eg vil heldur siga, at tað ongantíð er ov
nógv av tí.«
Marita Rasmussen