hósdagur 25. september 2008síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 184 - 25. september 2008
31
Skraddarin í Dali kom 16
ára gamal til Havnar úr
Norðradali. Pápi hansara,
Andreas
Poulsen,
var
upprunaliga traðarmaður í
Kaldbak. Pápi Andreas,
Páll á Gili, (Poul Olesen),
kom úr Syðrugøtu. Hann
var fátækur maður, átti
hálva kúgv og hálvan bát,
men væl stóð hann seg.
Hann dugdi væl at lesa og
skriva,
og
hann
lærdi
børnini í Kaldbak hendan
kunst. Hetta sigur, at mað
urin hevur verið nakað
útyvir tað vanliga. Konan
var Anna Andrassdóttir.
Í 1807 flutti Andreas Poul
sen til Norðradals sum
uppsitari á prestagarðinum
og var har til 1828, tá ið
hann flytir til Havnar.
Systir hansara Anna var
gift við bóndanum á Torv
lagnum í Kaldbak. Foreldr
ini hjá Andreas fóru til dótt
rina Onnu at búgva. Húsini
hjá teimum í Kaldbak blivu
tískil tóm. Andreas Poulsen
flutti hesi húsini til Havnar
og setti tey yviri á Kák.
Grundina fekk hann frá
Sámali, sonur Hovs Dánjal.
Hesin hevði fingið Kákið
frá amtmanninum. Har ið
húsini stóðu, kallaðist Yviri
í Dali. Andreas Poulsen
varð tískil kallaður Gamli
Andrass í Dali.
Pápin fær eina trøð,
Dalatrøðin, og Andreas fer
at arbeiða á prestagarðinum.
Her lærir Andreas at seyma,
og hetta gerst hansara lívs
starv, sum hann enn er
kendur fyri.
Anna
Elisabeth
og
Andreas, skraddarin, giftust
tískil inn.
Trý húsanøvn vóru
“í Dali” í Havn:
Uppi í Dali kom úr Syðra
dali, var í Krókabrekkuni.
Yviri í Dali kom úr
Norðadali, á Kák, var við
Skansabrekkuna.
Í Dali komi úr Norðadali,
var í Gongini, har Sjóvinnu
bankin var.
Í 1939 var garður gjørdur
um húsini í Yviri í Dali. Tá
ið grivið var út fyri stólpum
til portrið, var komið niður
á mannabein. Hetta váttar
søgurnar um, at her hevur
verið avrættingarstaður.
Ættin
Skraddarin í Dali giftist
tvær ferðir. Fyrra gifta var
við Elsebeth Helenu Jacobs
datter av Selatrað. Hon
doyði í barsilssong í 1853.
Við henni fekk hann dóttr
ina Charlottu. Charlotta
giftist við Petur Hans Søren
sen, ættaður úr Søldarfirði.
Tey bæði, saman við dótrini
Elspa Lena, eru eisini
jarðað í gamla kirkjugarði.
Vit fara at greiða frá teimum
seinni í hesi røð.
Skraddarin giftist aftur
við Onnu Elisabeth Johann
esdatter (18351906) úr
Skopun, dóttir Dímunar
Jóannes. Tey fingu átta
børn. Tey vóru:
1.
Andreas
Helenius
Andreassen, f. 1857. Hann
giftist við Elsu Debes f.
1853, sum var dóttir Wens
elaus Debes, vanliga kall
aður Dreygarin. Elsa var
kend fyri at vera sera virkin
í losjuni í Havn.
Ein sonur teirra var
Nyholm Debes, sum var
kendur sum yrkjari og eisini
sum løgtingsmaður.
2. Jens í Dali, føddur í
1860, og sum giftist við
Mariu Dam, hava vit umrøtt.
3. Elsa Frederikka 1862
– 1873.
4. Johanna (18641952)
giftist fyrru ferð við Christ
ian Paula Ziska (1858
1895). Hann var lærari úr
Klaksvík. Seinnu ferð gift
ist hon við Marius Jensen
beiggja Sandoyar Andreas,
giftur við Tominu.
Í fyrru giftini vóru fýra
børn. Eitt av teimum var
Maria Ziska (18851952),
sum
giftist
við
Hanus
Kamban. Listarmaðurin
Janus Kamban, sum nú um
dagar fylti 95 ár, er sonur
teirra. Ein sonur, Kristoffur,
doyði 16 ára gamal í 1933.
Hann hevur verið umrøddur
á hesi røð. So ungur hann
var, var hann longu blað
stjóri á næmingablaðnum
Glámlýsi, sum náddi at
koma út við trimum bløð
um,
áðrenn
blaðstjórin
doyði av sjúku. Tað kann
vera nevnt, at hesi Kristoff
ur var uppkallaður eftir
m a m m u b e i g g j a n u m
Kristoffur Ziska, sum gekk
burtur við Pola í Dali við
Oliviu í 1912.
Í
seinnu
giftu
fekk
Johanna sonin Bethuel Jen
sen, kendur sum prentari.
5. Anna Margretha
(18661941). Hon var gift
við Sigmund Arge, sum var
ein av okkara fremstu
smiðjumonnum. Tey eru
eisini umrødd í hesi røð
saman við teirra einasta
soni Andreas, sum druknaði
bert 24 ára gamal. Tey áttu
átta døtur. Ein tann kendasta
var Olivia, Liffa, ein av
okkara fyrstu og fremstu
kvinnusakskemparum.
6. Napoleon í Dali (1868
1912). Hann giftist við don
sku
Oliviu
Frandsen.
Napoleon var ein av okkara
fremstu slóðarum bæði á
landi og sjógvi. Hann var
umrøddur í hesi røð saman
við 16 ára gamla Kristoffur í
blaði nr. 167/2007. Napol
eon fekk eina váta grøv, men
fleiri av hansara børnum eru
grivin í gamla kirkjugarði.
Tey eru Napoleon Oliver f.
1900, Arne Eli Linder f.
1902 og Olivia f. 1905.
Húsini hjá Pola, Arnesminde
í Bringsnagøtu, eru upp
kallað eftir Arna. Skip hans
ara Olivia er helst uppkallað
eftir dóttrini.
Í samband við umrøðuna
av Onnu Margrethu og
Georg Lindenskov í hesi
røð høvdu vit eina frásøgn
um barslið hjá abbasoni
teirri Georg, kendur frá
Dimmalætting.
Ein heldur óvæntaður
gestur var Poli í Dali.
Beate, mamma Georg, og
Poli vóru systkinabørn.
Men samstundis var Poli
ein av teimum fyrstu og
fremstu í Brøðrasamkom
uni. Sjálvt í dag, nærum
100 ár seinni, ganga "bap
tistar" treyðugt til hendingar
sum barnadóp og konfirma
tión. Tað má hava verið upp
aftur meira óvanligt tá. Poli
man hava verið sera tole
rantur á hesum økinum.
Kona Pola flutti so til
New Zealand við teimum
flestu av børnum. Ein dóttir
teirra, sum hevur havt sam
band við ættina í Føroyum,
var Vilborg. Hon er deyð
fyri kortum meira enn 95
ára gomul. Tískil er tað
ivasamt um nakað samband
er tann vegin í dag.
7. Thomina ( Mina )
1870,
sum
giftist
við
Sandoyar Andreasi. Um
rødd í næstseinasta parti.
8. Elsa Frederikka 1873
– 1895. Doyði í Nørre
Sundby.
Anna Elisabeth átti seks
systkin:
Janus,
Anna
Margretha,
Frederikka,
Klæmint og Jóan Jakku.
Vit hava umrøtt ættina hjá
fimm teirra og kann stutt
sigast um tey:
Janus var abbi tann 102
ára gamla Óskar Jensen í
Íslandi. Klæmint var abbi
Dortheu, sum flutti til
Canada og giftist við Sigurd
í Puntabyrgi. Inga var
omma Napoleon Isaksen,
sum búsettist í Ongland.
Anna Margretha giftist við
Georg Lindenskov.
Keldur:
Eyðfinn Sondum
Hanus Kamban
FFblaðið
Anna Elisabeth og Andreas í Dali:
Forfedrar til okkara fremstu
undangongufólk
Ættin hjá Elsu og Dímunar Jóannes er ein stór og áhugaverd ætt, sum fleiri ferðir er umrødd her í blaðnum og eisini í
teiginum Hendur ið Sleptu. Ættin er nevnliga væl umboðað í gamla kirkjugarði í Havn. Ein dóttir tey bæði var Anna
Elisabeth, sum giftist við Andrias Andreassen í Havn, vanliga kallaður skraddarin í Dali. Teirra ætt fara vit at umrøða
í hesum partinum
ANDREAS ANDREASEN
Í DALI
F. 16. OKTOBER 1812
D. 21. JANUAR 1895
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Skræddarin Andreas Andreasen
Her eru trý ættarlið. Uttast til høgru er Anna Elisabeth, kona
skraddaran Andreas. Nr 2 f.v. er Jóhanna Ziska. Síðan eru tað
børn hennara f.v. : Maria Ziska, seinni Kamban, Christoffur
Ziska, sjólætst við Oliviu í 1912, og Andrias J Ziska, giftist við
Onnu hjá Djóna í Geil
Húsini í Dali eru tey uttast t.v.
Skansabrekkan gongur niðan frá húsunum
Næstu ferð:
Komandi partur
verður um Thoru
Pállson, fyrstu
lærarinnu á Tvøroyri