Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-26, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. september 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 185 - 26. september 2008 15 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Tróndur Trondesen úr Depli andaðist í heim­ inum, 58 ára gamal. Árni Ellingsgaard, búsitandi í Lemvig, ætt­ aður úr Mykines, andað­ ist 22. september, 61 ára gamal. Andlát og jarðarferðir 75 ár Sunnudagin 28. sept. fyllir Billy Olsen, Tórshavn, 75 ár. Dagurin verður hildin saman við familju, skyldfólki og vinum í erva á Brasserie á Hvonn frá kl. 13.30­ 16.00. Tøkk Øllum tykkum, sum á ymiskan hátt gleddu meg á 80 ára føðingardegnum 13. august, takki eg hjartaliga. Bestu heilsanir Dagmar Andreasen, Tórshavn Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum vistu samkenslu, tá Erik Norderø andaðist og varð jarðaður. Takk til Sverra Steinhólm og Sonju Klein, prestar. Takk til øll, sum sendu blómur, kransar og gávur til Lágargarð, og tykkum, sum hjálptu við ervinum. Ein serstøk tøll til starvsfólkini á Lágargarði og B8. Fyri tey avvarðandi Karin Christmas Child­tiltakið í Føroyum fer aftur í ár at skipa fyri innsavnan av skógvaeskjum, sum verða fyltar við gávulutum og latnar neyðstøddum børnum úti í heimi. Hetta er fjórða árið, at skipað verður fyri hesum tvørkirkjuliga tiltaki. Seinasta ár vórðu 3000 eskjur sendar avstað. Operation Christmas Child hevur til endamáls at geva neyðstøddum børnum eina jólagávu, soleiðis at tey kunnu uppliva, at onkur hugsar um tey. Tað eru fleiri milliónir børn kring heimin, sum ikki hava tað gott og sum ongan góðan eiga. Tá hesi børn fáa eina jólagávu uttan treytir, kann tað skapa tað eina vón í teirra hjarta um, at kærleiki og umsorgan finst á jørð. Okkara sannroynd er, at orðini í halgubók “Sælari er at geva enn at fáa” eru sonn. Tað er gott at læra børnini at geva og ikki bert hugsa um egnar tørvir. Øll kunnu verða við í til­ takinum Operation Christ­ mas Child. Tað einasta man skal gera er, at fylla eina skógvaeskju við gávulutum og gjalda 30 kr fyri flutning til móttakaran av eskjuni. Treytir eru fyri, hvat ein kann koyra í eskjuna. Hetta er nærri lýst í faldara hesum viðvíkjandi. Í ár hava fyrireikararnir eisini heitt á skúlar kring landið um at børnini kunnu vera við í Christmas Child­ tiltakinum. Freistin at lata inn skógva­ eskjur í ár er sett til 28. oktober. Tey sum ynskja at luttaka í Christmas Child­ tiltakinum eru vælkomin at venda sær til Duritu Djur­ holm á telefon 316099. Børn kunnu hjálpa børnum Í desember í fjør varð upp­ boðssølan loppan.fo løgd út á føroysku alnótina. Stórur áhugi hevur síðani tá verið fyri síðuni, og 28. august varð uppboðssøla nr. 5.000 skrásett á loppuni. Vit eru glaðir fyri undir­ tøkuna, ið síðan hevur fing­ ið, sigur Tommy Brockie frá Drainsoft. Áðrenn vit fóru undir at gera loppuna, sóu vit, at í øllum øðrum londum rundan um okkum vóru uppboðssølur á alnót­ ini. Vit sóu samstundis, at ein tílík síða manglaði í Føroy­ um og fóru tí undir at gera loppuna. Sera nógv fólk hava vitja loppuna, síðani hon varð løgd út á alnótina í desembur í fjør. Spurdur um hann kundi nevna nøkur dømi um, hvat ið er selt, svaraði hann, at ellisakfør, hvølpar, prýðis­ lutir, list og mangt annað er selt á loppuni. Onkur søla er tó blivin strikað av okk­ um, men næstan einki mark er fyri, hvat ið fólk hava sett til sølu. Vit hava annars júst gjørt avtalu við tryggingarfelagið Trygd, um at teir selja teirra bilar á loppuni, og tað eru vit glaðir fyri. Tað vísti seg eisini, at teirra akfør eftir stutta tíð vóru sera populer og fingu nógv boð. Fólk halda síðuna vera spennandi, tí vøran verður seld á uppboðssølu, og tí tey kunnu vænta at fáa meira fyri vøruna, enn tey høvdu roknað við, sigur Tommy Brockie. Loppan.fo farin um 5.000 sølur Dagurin 27. september. Kosmus (eisini skrivaður Cosmas), deyður umleið ár 300. Tikin av døgum undir Diocletianus keisara. 28. september. Vencelaus, deyður í 935. Sonur hertogan Vratislav í Bøhmerlandi. Av øvund læt heidni bróðirin Boleslav hann myrða. Gjørdist verndarhalgimenni hjá Bøhmen og er jarðaður í Sankta Vensils Kapelli í Vituskirkjuni í Prag, sum er bygd oman á toftunum av tí rotundu, hann sjálvur læt byggja. Føroyska navnið er Vensil. Hammersheimb­ættin kemur úr Bøhmerlandi, og Vensil próstur skrivaði navn sítt Venceslaus Ulricus Hammersheimb (1819­1909). Navnið er slaviskt og merkir ”hin heiðurkrýndi”. 29. september. Mikkjalsmessa. Dagur hildin høvuðseinglinum Mikael til heiðurs. Ein av teimum mishalgidøgunum, sum nógv hevur verið hildið um í Føroyum, serstakliga av tí, at hann hevur verið so nær knýttur at seyðahaldi. Líka í hesi øldini vita fólk um at siga, at lestur hevur verið lisin mikkjalsmessudag eftir teksti úr Opinberingini (kap. 12, 7­12). Bíbilska navnið Mikael merkir ”hvør er sum Harrin”.