fríggjadagur 26. september 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 185 - 26. september 2008
Prædikumaðurin Robert Mcluckie
úr N. Írlandi kom til Føroyar fyri
trimum vikum síðani og hann hev
ur hesa tíðina vitjað samkomur í
Norðoyggjunum, í Eysturoynni og
á Streymoynni
Eftir at hava ferðast hendavegin í 31 samfull
ár, hevur hann fingið nógvar kærar vinir,
sum eisini hava verið til reiðar at hýsa hon
um á hansara møtiferðum. Í hesum saman
hangi er vert at nevna, at tað eru serlig lyftir
í bíbliuni, sum eru bundin til tað at taka ímóti
einum Harrans tænara. Upp ígjøgnum sam
komusøguna í Føroyum eru nógvir vitnis
burðir um hvussu Harrin signaði í fleiri ættar
lið, har forfedrar hýstu Harrans vitnum, tá
onnur koyrdi tey frá sær. Hann hevur búð hjá
vinfólki bæði í Klaksvík og á Skálafjørðin
um, og tá hann er í Suðuroy býr hann oftast í
Vági.
Teir, sum hava ferðast við honum, sum
tolkar, hava verið Ólavur Niclassen, Klaks
vík, Jens Bech, Skála og Poul Jóhan Djur
huus. Hann hevur spent víða í teksti og
evnum hesar tríggjar vikurnar:
Hví skulu vit biðja?
Eri eg ein veruligur Kristin?
Tey fýra teknini undir krossfestingini.
Lærisveinurin, sum Jesus elskaði.
Tann fyrri og tann seinni Adam.
Minnismáltíð Harrans.
Støða okkara í Kristusi
fyri ein ókendan Gud o.s.fr.
Hetta eru bert nøkur av evnunum, sum
hann hevur talað hesi kvøldini til gleði og
uppbygging fyri fólki og til eina málsliga
roynd fyri teir, sum hava tolkað.
Tað, sum er serstakt við hesi vitjan er, at
hetta er hansara seinasta vitjan í Føroyum.
Hann verður 80 ár í desember mánaða, og
hann og konan hava tikið tað avgerð, at
ferðingin skal skerast munandi niður í kom
andi tíð. Men Robert Mcluckie hevur ferð
ast víða og nógv ígjøgnum sítt langa lív við
evangeliinum, so hansara partur liggur ikki
eftir, og vit meina, at hann kann við góðari
samvitsku repa seglini.
Seinasta triðingin av vitjanini í Føroyum
kemur hann at vitja í Suðuroy, har hann
kemur at vitja allar brøðrasamkomurnar:
Sun. 28. sept. kl. 11.00 Vitni, Hvalba
Sun. 28. sept. kl. 15.00 Útifundur í Hvalba
Sun. 28. sept. kl. 18.00 Betania, Porkeri
Mán. 29. sept. kl. 20.00 Lopra, bygdahúsið
Týs. 30. sept. kl. 20.00 Salem, Tvøroyri
Mik. 01. okt. kl.20.00 Bethel, Vágur
Hós. 02. okt. kl. 20.00 Betania, Sumba
Poul Jóhan Djurhuus kemur at ferðast við
honum í Suðuroynni. Seinasta møti á Før
oyavitjanini verður sunnukvøldið í Elim í
Søldarfirði, har samkoman ynskir at bjóða
ein drekkamunn eftir møti, soleiðis at fólk
fáa høvið at siga honum farvæl.
Vit fara at heita á fólk um at møta fjølmet
til møtini og ein og hvør er hjartaliga væl
komin.
poul jóhan djurhuus
Gjaranes@post.olivant.fo
Robert McLuckie
vitjar í Suðuroy
Eftir møtið í Kunoy vóru vit inni í einum hugnaligum og gomlum húsum í bygdini. Á myndini
eru frá vinstru: Poul Jóhan Djurhuus, Robert Mcluckie og Regin Kunoy
Føðingar
12. september fekk Liaghm,
sum er 3 ár, eina lítlasystur.
Hon eitur Kira. Hon var 52
cm long og vigaði 3536 gr.
Foreldrini eita AnnMari og
Patrick Nolan og búgva í
Perth. Australia.
18. september fingu Vanja
og Svein Petersen, Hvalba,
ein son. Hann vigaði 3430 g
og var 53 cm langur. Hann
eitur Svend Sveinsson.
3. sept. fingu Senga og Bogi Vang, Newmachar, Aberdeenshire, ein son. Hann vigaði
3470 gr. og var 50 cm langur. Hann eitur Andrew James Napoleon.
14. september fingu Hergerð Andreasen og Martin Hansen, Klaksvík, ein son. Hann
var 49 cm langur og vigaði 2760.
16. september fingu Marina Popovic og Júst A. Johannesen, Tvøroyri, ein son. Hann
var 53 cm langur og vigaði 3580 gr.
17. september fingu Armgarð og Atli Godtfred, Tórshavn, ein son. Hann var 54 cm
langur og vigaði 4050 gr.
18. september fingu Elsebeth Justinussen og Jón Tyril, Syðrugøtu, ein son. Hann var
56 cm langur og vigaði 3520 gr.
18. september fingu Saroya B. Dalsgarð og Hallur E. Thomsen, Hoyvík, ein son.
Hann var 56 cm langur og vigaði 4200 gr.
18. september fingu Halldis Müller og Bergtórur Bjarkhamar, Tórshavn, eina dóttur.
Hon var 55 cm long og vigaði 4090 gr.
19. september fingu Anna Hansen, Kollafirði, og Otto I. Jacobsen, Klaksvík, ein son.
Hann var 53 cm langur og vigaði 3980 gr.
19. september fingu Gunnvá Wardum og Jógvan K. Glerfoss, Hoyvík, ein son. Hann
var 53 cm langur og vigaði 4250 gr.
21. september fingu Tórunn Joensen og Rani Danielsen, Tórshavn, eina dóttur. Hon
var 53 cm long og vigaði 4170 gr.
22. september fingu Joan Joensen og Leif Hovgaard, ein son. Hann var 58 cm langur
og vigaði 4450 gr.
23. september fingu Birita og Janus M. Joensen, Norðragøtu, ein son. Hann var 58
cm langur og vigaði 4700 gr.
23. september fingu Charlotte Gylden og Kim Bogi Jacobsen, Holstebro, ein son.
Hann vigaði 4570 gr. og var 53 cm langur.
24. september fingu Lotte Skifte Thomsen, Miðvági, og Jákup Arnholdt Lambaa,
Fuglafirði, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3500 gr.
Reyni Service og Auto Ser
vice bjóða seg nú fram við
at fíggja brúktar bilar við
einans 25 % í útgjaldi, aftur
gjaldstíðin fyri bilar yngri
enn 5 ár er maks 60 md. og
fyri bilar eldri enn 5 ár er
afturgjaldstíðin maks 36
md.
Reyni
Service
hevur
opið á Hjalla og í Klaksvík
leygardagin, har høvið er
at frætta meiri um nýggju
fíggingarmøguleikarnar.
Reyni Service leggur
dent á at nýggja fíggingar
átakið ikki er eitt mótspæl
til aðrar sum fíggja bilar,
men bert enn eitt tilboð til
teirra sum ganga í bilkeypi
tonkum.
– lagalig bilfígging
FINANS
nøvn