Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-26, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. september 2008síða 42

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 Nr. 185 - 26. september 2008 lýsingar SKEIÐ Á FRÓÐSKAPARSETRI FØROYA 2008-2009 Próvskeið í enskum a) Skeið til Cambridge First Certificate in English byrjar í Jónas Broncks gøtu 25 23. oktober í einum flokki við undirvísing hósdag kl. 13.00- 16.00. • Fortreytir: 10. floks støði ella samsvarandi kunnleiki, ávísur førleiki í at nýta málið, talað og skrivað. Lærari: Sharon Christiansen, MA. b) Skeið til Cambridge Certificate of Proficiency in English byrjar í Ovastovu í Nóatúni 22. oktober í einum flokki við un¬dirvísing mikudag kl. 9.00-12.00. • Fortreytir: Staðið ”Advanced English”, málsligt students-, HF-, HH-prógv ella samsvarandi, góðan førleika at nýta málið. Lærari: Sharon Christiansen, MA. Próvtøkurnar verða í mai/juni 2009. Nágreiniligari upplýsingar og tilmeldingarbløð eru at fáa á setursskrivstovuni. Tilmeldingarfreistin er sett til 03. oktober 2008. Næmingatalið er avmarkað; næmingar verða upptiknir, sohvørt tilmeldingarnar koma inn, til talið er fult. Tilmeldingargjaldið er 1.000 kr. Fyri próvtøku í First Certificate in English gjalda næmingar 900 kr. og fyri próvtøku í Certificate of Proficiency in English 1.100 kr. Fyrivarni verður tikið fyri møguligum broytingum. FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA Setursskrivstovan · tlf. 35 25 00 · J. C. Svabos gøta 14 Postrúm 272 · 110 Tórshavn · www.setur.fo FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA Sjúkrarøktarfrøðilesandi Nýggjur flokkur byrjar 2. februar 2009 Útbúgving og møguleikar Útbúgvingin til sjúkrarøktarfrøðing er spennandi og avbjóðandi og tekur 4 ár. Hon gevur heitið bachelor í sjúkrarøktarfrøði – Bachelor of Science (BSc) in Nursing. Sum útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur hevur tú nomið tær holla vitan og førleika at útinna sjúkrarøkt, soleiðis at tú veruliga upplivir, at tú kanst gera mun. Útbúgvingin gevur tær fjølbroyttar starvs- og menningarmøguleikar bæði her á landi og uttanlands. Hølis- og lestrarumstøður Hølisumstøður og umstøður skúlans yvirhøvur eru avbera góðar. Sjúkrarøktarfrøðiskúlin hús- ast í nútímans hølum miðskeiðis í býnum. Alt tilfar og øll útgerð lúka tíðarinnar krøv. Saman við 120 øðrum lesandi, sum ganga á Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum og á Søgu- og sam- felagsdeildini á Fróðskaparsetrinum og væl útbúnum lærarum og starvsfólki verður tú ein partur av einum virknum og vinarligum lestrar- umhvørvi, har trivnaðurin er í hásæti. Lestrarvegleiðing Lestrarvegleiðari skúlans veitir vegleiðing og góð ráð. Teldupostbústaðurin er: anne.lise.winther@skulin.fo, tlf. 325 265. Umsókn Teldutøkt umsóknarskjal kann takast niður av heimasíðu skúlans, www.srfs.fo, ella tú ringir 352 250 og biður um at fáa tað sent í postinum. Á heimasíðuni kanst tú eisini lesa um upp- tøkutreytir o.a. Umsóknir skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 3. november 2008 og sendast til Sjúkrarøktarfrøðiskúli Føroya Jónas Broncks gøta 25 FO-100 Tórshavn SJÚKRARØKTARFRØÐISKÚLI FØROYA Jónas Broncksgøta 25 · FO-100 Tórshavn · tel: 352 250 fax: 352 251 · heimasíða: srfs.fo · t-postur: srfs@srfs.fo Hovs kvøldskúli Treytað av nóg stórari luttøku og góðkenning myndugleikanna, verða hesi skeið í Hovs kvøld- skúla 2008/09. Lærugrein Lærari Telefon Hondarbeiði Jenny Petersen 373475 Veving Jenny Petersen 373475 Luttøkugjaldið er 300 kr. Tilmelding hjá læraranum í seinasti lagi leygardagin 27. sep. 2008. HOVS KVØLDSKÚLI Frá Sláturmiðstøðini í Haraldssundi Nú er flettingartíð. Um tú ikki hevur tíð og orku, so fletta vit fyri teg og vit hava eisini neyðuga flutningsbilin. Skjótt og væl úr hondum greitt. Eisini selja vit fesk og røst krov. Ring: 21 67 47 ella 28 67 87. Sláturmiðstøðin ...altíð ein tumma frammanfyri F J Ø R U V E G U R 1 · 7 8 5 H A R A L D S S U N D Lesið -so eru tit við!