Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-26, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. september 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 185 • 26. september 2008 bíbliutýðariN 9 - Eyguni er enn góð, og tí kann eg fram- vegis lesa í Bíbliuni hvønn einasta dag. Og tað geri eg við gleði, sigur 92 ára gamla Brynhild Absalonsen, sum er ættað av Viðareiði. Hon var 32 ár, tá hon fyrstu ferð kundi lesa í Bíbliuni, sum Victor Danielsen hevði týtt til føroyskt Bíblian - Bíblian betýðir ótrúliga nógv fyri meg, sigur Bryn- hild, sum gjøgnum árini hevur lært seg fleiri partar av Bíbliuni uttanat. At Bíblian er ein natúrligur partur av gerandisdegi hennara, er óneyðugt at siga við orðum. Hetta er eitt tað fyrsta, ið tann fær eyga á sum vitjar í heiminum hjá dóttrini Elsu í Skorini í Havn: Her er eingin orsøk at skammast við Jesus frelsara sín, orð hansara og alt tað, sum hann hevur gjørt fyri hana. Heilt frá ungum árum av, og ikki minni á ellisárum, hevur hon kunnað glett seg um orðini í Sálmi 119, har tað stendur soleiðis í ørindi 50: ”Tað er troyst mín í vesældóminum, at orð Títt hevur hildið mær á lívi”. - Hetta er eitt óalmindiliga gott ørindi, - ja, hetta er eitt av lyklaorðunum í mínum andaliga lívi, sigur hon álvarsom. Hóast hon í farna mánaði fór um tey 92 árini, hevur hon altíð Bíbliuna liggjandi opna á stovuborðinum, saman við sangbókini »Songbók Guds Fólks«. Fyri Brynhild var arbeiðið hjá Victor Danielsen at týða Bíbliuna og sálmar í hundraðtali av ómetaligum týdningi. - Eg varð leidd á møtir av foreldrum mínum, og eri sostatt vaksin upp við tí andaliga. Sangurin hevur altíð verið mær ein gleði, og hesa gleðina eigi eg enn, sigur Brynhild við einum brosi. Hátíðardagur Heilt frá ungum árum dámdi Brynhild sera væl at lesa – fyrst danskar bøkur, og seinni tær føroysku. - Eg hevði lisið nógv í teirri donsku Bíbliuni, tá umsetingin hjá Victor kom út. Eg var glað fyri ta donsku, og dámdi hana sera væl. Men eg hugsaði sum so, at tað var gott hjá tí yngra fólkinum at fáa eina Bíbliu á føroyskum máli, sigur Brynhild, sum so líðandi eisini fór at brúka Bíbliuna hjá Victor í dagliga bíbliulestri sínum. Áðrenn Bíblian kom út varð gingið hús úr húsi kring landið, eisini á Viðar- eiði, at biðja fólk um at tekna seg fyri teirri nýggju týðingini, soleiðis at pen- ingur varð at geva hana út. Sjálv minnist Brynhild ikki løtuna, tá hon, sum 32 ára gomul fyrstu ferð helt eini heilari Bíbliu á móðurmáli sínum í hondini, men eingin ivi var kortini um, at hetta ein hátíðardagur fyri tjóðina. Faðir hennara og Victor Danielsen vóru vinmenn og skrivað eisini sínámillum. Vinskapur teirra var góður, at Victor gjørdi ikki mætari enn at senda vinmanni sínum á Viðareiði eitt óal- ment eintak av Bíbliuni árið fyri at hon kom út alment. - Hetta eintakið frá 1948 er til enn, greiðir Brynhild frá. Stutt og greitt Í heiminum hjá Brynhild á Viðareiði var tað so, at Victor Danielsen plagdi altíð at verða inni hjá teimum, tá hann helt møtir í bygdini. Hann var ikki bara ofta á vitjan, men steðgaði stund- um eisini leingi. Tað var tí kanska heldur ikki av tilvild, at tað var í hesi bygdini at Victor hitti konu sína, Rikku, sum tænti her í mong ár. Lagnunnar speisemi vildi tað eisini soleiðis, at tey hittust í norðastu bygdini í landinum, hóast bæði vóru ættað úr Søldarfirði. Áðrenn Victor giftist við Rikku í 1920, var hann ein heilan vetur á Viðareiði, og eitt skifti helt hann eisini ókeypis kvøldskúla í bygdini. Hesin kvøldskúlin Orðið heldur mær á lívi 1923 Eitt uppískoyti til sálmabókina »Sálmar« kemur út. Talið av sálmum er nú 179. 1923 Victor Danielsen letur úr hondum skaldsøguna »Hin trúfasti lovarin«, sum hann hevur týtt úr donskum eftir J. R. Cacduff 1926 Umframt »Songbók fyri børn« letur Victor Danielsen úr hondum bókina »Fra vantroen til Kristus«, sum hann hevur týtt úr enskum til danskt - Victor Danielsen hevur eitt sera gott mál, sigur 92 ára gamla Brynhild Absalonsen. Bíblian er ein natúrligur partur av gerandisdegi hennara ➘