Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-26, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. september 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 185 • 26. september 2008 bíbliutýðariN 2 Føddur: 28. mars 1894 í Søldarfirði Deyður: 2. februar 1961 í Fuglafirði Gekk á læraraskúla í Havn í árunum 1911 til 1914, tá hann fekk prógv sum bestur av teimum 10, sum tá fingu prógv. Skúlatíðina í Havn hevði hann nakað av sambandi við donsku Indre Mission – ella: Heimamissiónina – og serliga danska trúboðara teirra, Ryving- Jensen. Hesa tíðina upplivdi hann eina andaliga kollvelting, sum fullkomiliga broytti hansara lív. Eftir lokið prógv byrjaði hann sum lærari við skúlarnar í Søldarfirði, á Glyvrum og í Lamba, men gavst sum lærari longu 6 - 7 mánaðir seinni, og byrjaði at virka sum trúboðari. Í 1916 breyt hann við kirkjuna, tá hann saman við øðrum varð doyptur á sjónum í Søldarfirði, og eftir tað gjørdist hann ein hin ídnasti trúboðarin hjá Brøðrasamkomuni. Í 1920 giftist hann Henrikku Malenu f. Olsen úr Søldarfirði. Í 1928 fluttu tey til Fuglafjarðar, fyrst í eina lítla íbúð í samkomuhúsinum Siloa, og í 1933 fluttu tey í egin hús við Gjógvará í Fuglafirði. Victor Danielsen var sera virkin trúboðari. Umframt at vera virkin í samkomuni í Siloa í Fuglafirði ferðaðist hann víða um landið og prædikaði. Bókmentaliga avrik Victor Danielsens var fyrst og fremst bíbliutýðingin. Hitt Nýggja Testamentið kom út í 1937 í týðing Victors, og í 1949 kom øll Bíblian út í hansara týðing - hesaferð við nýtýddum Nýggja Testamenti. Victor umsetti umleið 870 sálmar, og sjálvur yrkti hann 27 sálmar. Umframt bíbliu og sálmabók skrivaði Victor Danielsen tvær skaldsøgur: “Aðru ferð” (1927) og “Nei, lyftið sveik ikki” (1947). Hann týddi út við 20 bøkur. Allar bøkur hansara hava andaligt innihald og eru partur av trúboðanarvirki hansara. Gjøgnum bókmentaliga arbeiði sítt, serliga gjøgnum bíbliutýðingina og sálmabøkurnar, fekk Victor Danielsen stóra ávirkan á Brøðra- samkomuna í Føroyum og á føroyskt samkomu- og kirkjumál. Í sálmabókunum, ið Victor Danielsen hevur latið úr hondum, hevur hann týtt ella yrkt meginpartin av sálmunum, men ikki allar. 1920 ”Sálmar” 1922 ”Sálmar” (økt útgáva) 1923 J. R. Cacduff: ”Hin trúfasti lovarin”, týdd úr donskum 1923 ”Nýggir Sálmar” 1926 ”Songbók fyri børn” 1926 G. Thornton: ”Fra vantroen til Kristus”, týdd úr enskum til danskt 1927 V. Danielsen: Aðru ferð; fyrra skaldsøga hansara - og 2 skaldsøgan á føroyskum. 1932 ”Guds Fólks Songbók” (endurprentað 1942 og 1946) 1933 ”Útvaldir Sálmar” 1937 ”HITT NÝGGJA TESTAMENTI” 1939 ”Evangelisk Songbók” (endurprentað 1946) 1942 ”Nýggir andaligir songir” 1946 ”Nýggir andaligir songir (økt útgáva) 1946 John Bunyan: ”Pílagrímsferðin”, týdd úr enskum 1947 V. Danielsen: ”Nei, lyftið sveik ikki”, seinna skaldsøga hansara 1947 O. Walton: ”Tikin ella latin eftir”, týdd úr enskum 1948 O. F. Walton: ”Tá ið Eingil fylti”, týdd úr norskum; 1949 ”BÍBLIAN”, kom út fyrstu ferð á føroyskum tann 19. mars, útgivin av Hinum føroyska bíbliugrunninum, ið var stovnaður í hesum sambandi. Hon var umsett eftir norskum (bæði nýnorskt og bókmál), donskum, íslendskum, svenskum, 2 enskum og 2 týskum týðingum, umframt at Nýggja Testamenti í týðing Jákup Dahls hevur verið tøkt). 1949 ”Nýggir andaligir songir” (økt útgáva) 1949 John Bunyan: ”Ómetalig náði”, týdd úr enskum 1949 Silas K. Hocking: ”Einglar hansara”, týdd úr enskum, seinni útgivin undir heitinum ”Benny hennara” 1950 John Bunyan: Hin heilagi bardagin”, týdd úr enskum 1950 D. L. Moody: ”Himmalin”, týdd úr enskum 1950 Ókendur høvundur: ”Ein jólasøga”, týdd úr norskum 1951 Amy Le Feuvre: ”Bilsnir synir”, týdd úr enskum 1951 Mary Carter: ”Mary Jones og Bíblia hennara”, týdd úr enskum 1951 C. H. Spurgeon: ”Alt av náði”, týdd úr enskum 1952 ”Songbók Guds Fólks” 1957 Guðrun Lárusdóttir: ”Tríggjar smásøgur”, týdd úr íslendskum 1957 Mrs. Bird: ”Við Gudi er smátt stórt”, týdd úr enskum 1957 Newmann Hall: ”Kom til Jesus”, týdd úr norskum 1957 C. H. Spurgeon: ”Við hitt tronga portrið”, týdd úr enskum 1961 Ókendur høvundur: ”Hygg á Jesus”, týdd úr donskum Um Victor Danielsen Bókmentalig avrik Bíbliutýðarin fær sína standmynd Sunnudagin verður hátíðar­ dagur í Fuglafirði, nú stand­ myndin av Victor Danielsen, bíbliutýðaranum og sálma­ týðaranum mikla verður avdúkað í Fuglafirði. Hesa stórhending vildu Sosialurin og Rás2 ikki lata fara aftur við borðinum, og tí verður hetta eykablaðið um virksemið hjá Victor Danielsen givið út. Sunnudagin fer Rás2 at senda beinleiðis frá hátíðarløtuni í Fuglafirði. Lat tað verða sagt beinan­ vegin, at hetta eykablaðið bert má metast sum ein roynd at lýsa ein lítlan part av stóra virkseminum hjá hesum megnarmanni, sum millum annað týddi fyrstu Bíbliuna til føroyskt, umframt ein hóp av sálmum og sangum, samstundis sum hann ferð­ aðist kring landið sum prædikumaður. Vegna Miðlahúsið fari eg at takka øllum teimum, sum á ymiskan hátt hava hjálpt mær við hesi útgávuni. Snorri Brend, blaðmaður