Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-26, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. september 2008síða 23

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 185 • 26. september 2008 23 Tá ið vit hyggja aftur á hetta bíbliu stríð og tær atfinningar, sum vórðu bornar fram ímóti Bíbliuni, so haldi eg, at vit í dag mugu sanna, at alt, sum tá bleiv borið fram ímóti Bíbliuni, er gjørt til skammar, og niðurstøðan má vera, at einasta orsøk til, at hesir prestarnir funnust so harðliga at Bíbliuni var, at teir ikki toldu, at tað var ein maður uttan fyri fólkakirkjuna, sum gav føroyingum Bíbliuna á føroyskum máli. (Jógvan á Lakjuni í fyrilestri á Landsbókasavninum 27. apríl 1994) “Ein saklig viðgerð av bíbliutýðingini hjá Victor Danielsen er ikki gjørd. Tað er einki at ivast í, at tað er mangt og hvat at finnast at, tað verður altíð í so stórum verki. Tað, sum var spell, var, at ein so evnaríkur maður sum Victor Danielsen ikki lærdi seg frummálini At tað eru í minsta lagi tvinnar týðingar á einum máli er bert gagnligt. Í øllum førum má sigast, at bíbliutýðingin hjá Victor Danielsen er eitt bragd av einum manni, sum má kallast sjálvlærdur. (Petur Martin Rasmussen, prestur og doktari í „Tættir úr Føroya kirkju søgu“ (1978)) Ein slóðbrótari í orðsins rætta týdningi var Victor Danielsen fyri brøðrarørsluna í Føroyum… Victor var ágrýtin og evnaríkur maður. Neyvan er tað nøkur bygd í Føroyum, hann ikki hevur vitjað við gleðiboðskapinum. Victor týddi mongd av sálmum og songum til føroyskt og hevur sjálvur yrkt 26. Eisini eydnaðist honum at týða alla bíbliuna til føroyskt… (Gerhard Hansen í „Eindarmentan føroyinga og vekingarrørslurnar“ (Bókagarður, Emil Thomsen, 1987)) J. H.O. Djurhuus, skald, virðismetti eisini bókmentaverk Victors. Jógvan á Lakjuni sigur frá Ingálvi av Reyni, at einaferð í fýrati árunum kom Victor inn til pápa hansara, Jens av Reyni, og hann tóktist so glaður og upplyftur. Og Victor segði frá, at hann var júst komin niðan eftir Áarvegnum. Sum hann kemur niðaneftir, sær hann, at Janus kemur gangandi omaneftir, og Victor segði, at hann í sínum stilla sinni bað Gud og segði: „Lat meg ikki svara aftur!“ Hann kendi Janus og visti, at hann kundi vera nóg so bonskur við hvørt. Men hann gjørdist bilsin og glaður, tí Janus steðgaði honum, legði hondina niður á økslina á honum og segði á sínum eyðkenda havnarmáli: Victor, tað turdi verið, at títt verk fer at liva longur enn mítt! Eg dugi ikki at siga, hvussu langan arbeiðsdag tann maðurin hevði, men eg sá hann arbeiða bæði nátt og dag. Sum hann (Victor) sjálvur plagdi at taka til: Hann hevði sitið við Gamaliels ( Jákup Dahls) føtur, so hann var stinnur í málinum … og málsliga og mállæruliga var hann heilt suverenur. (Herluf Berthelsen í sjónvarpssending í mars 1994 í sambandi við, at 100 ár vóru liðin, síðani Victor varð føddur) Victor var ein tann kønasti føroyingurin í føroyskum máli, og hann spurdi … og ráðførdi seg ikki hjá hvørjum sum helst. Men hann segði sjálvur, at hann ofta ráðførdi seg hjá Líggjasi Húsgarð í Gøtu. (Sigurd Berghamar í sjónvarpssending í mars 1994 í sambandi við, at 100 ár vóru liðin, síðani Victor varð føddur bíbliutýðariN Við Sendiboðinum lá væl fyri at koma kring oyggjarnar og vitja bygdir, ið ikki høvdu vegasamband. Her er manningin á vitjan í Tjørnuvík Vitjan við Áir í 1947 – vinstrumegin Tom, Jógvan Gerðalíð, Dánjal, Theodor og Victor Á veg úr Vestmanna - frammanfyri lastbilin Tom Skaale og Victor Danielsen. Uppi í lastbilinum: Dánjal hjá Victor, ókendur og Jógvan Gerðalíð