Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-26, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. september 2008síða 24

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 185 • 26. september 2008 bíbliutýðariN 24 »Táið teir so vóru komnir til staðið, ið kallast Skallin, krossfestu teir Hann (Jesus) har«. (Lukas 23,33) Úr andaktsbókini »Dagsins orð« eftir Svenning av Lofti (20. januar) Jacob Olsen, lærari í Sandvík (1916-1998) greiddi mær frá, at hann mintist, at menn sum Victor Danielsen og aðrir plagdu at vitja har í bygdini og hava útifundir. Serliga minnist hann ein summardag, hann var farin niðan í hagan at laga torv sum 17 ára gamal. Hann vildi gera seg lidnar, so tað var farið at kvølda, áðrenn hann var liðugur. Sum hann stendur og arbeiðir, hoyrir hann sang niðan brekkuna, har hann er staddur í umleið 250 metra hædd. Hóast hendingin lá so langt afturi í tíðini, mintist hann týðiliga orðini í einum av sangunum, sum tey sungu har niðri í túninum – tí tað var eitt av teim sera vøkru og kvirru summarkvøldunum, sum hugast kunnu í Føroyum: Tað var har, tað var har, at hann krossfestur varð, so at meg eingin plága skal ná! Tá ið hann var liðugur at greiða mær frá hesum, sat eg eftir við eini enn styrktari sannføring um týdningin av at sáa hitt góða sáðið – bæði i talu og sangi á útifundum, har mangur leggur oyra til boðskapin, ið kanska ikki heldur seg til at fara inn at lurta. Havnardrongurin Dánjal Danielsen (1871-1916), nevndur Dollin, ið sum ungur hevði tveitt ein deyðan fress eftir skotanum William Gibson Sloan (1938-1914), meðan hann hevði útifund á Doktaragrund um seinasta aldaskifti, varð frelstur nøkur á seinni í Glasgow, meðan nøkur stóðu á einum gøtuhorni og boðaðu hin sama gleðiboðskapin um Jesus Kristus og hansara frelsandi kraft. Dollin var eitt skifti trúboðari í Kongo í Afrika, men kom heim aftur vegna heilsubrek. Hann virkaði sum trúboðari her í Føroyum, til hann andaðist, einans 45 ára gamal. Men tað var á einum evangeliskum útifundi, at lív hansara varð broytt. Stutt áðrenn Jacob Olsen andaðist á sjúkrahúsinum á Tvøroyri, var eg og vitjaði hann. Eg spurdi hann, um hann mintist sangin, ið hann hoyrdi niðan brekkuna hitt summarkvøldið. Beinanvegin svaraði hann: »Tað var har, tað var har«. Tá eg spurdi hann: »Jákup, trúgva tygum, at tað var fyri tygum, Jesu hekk har«, svaraði hann: »Ja, tað trúgvi eg!« Á, tað rørir mítt sinn, og mær vætast vil kinn, tá hin einsliga heygg eg kann sjá! Tað var har, tað var har, at hann krossfestur varð, so at meg eingin plága skal ná! Á, eg minnist ein dag Á, eg minnist ein dag og ein einsligan stað, har í sveitta á sólheitum veg undir pínu og neyð og til kvølfullan deyð fór ein maður - tað var fyri meg! Niðurlag: Á, tað rørir mítt sinn, og mær vætast vil kinn, tá hin einsliga heygg eg kann sjá! Tað var har, tað var har, at hann krossfestur varð, so at meg eingin plága skal ná! 2. Síggj ein tornkrýndan mann - á mín sál, sært tú hann? - Undir mínari byrði og neyð! Tó hann meinslaður er, og tó krossin hann ber, fer hann upp á hin einsliga heyg. 3. Hoyr, teir negla hann fast! Og hvør nerva, sum brast, í hans hjarta so pínafult skar; krossin reisa teir tá, fjøldin hyggur hann á, og teir háða og spotta hann har. 4. Fellur myrkur á vøll, rivna heyggjar og fjøll, og eitt róp hoyrist, eymkiligt, sárt; og hans hjarta, tað brast, vreiðin rámti hann fast, og hitt æviga vónloysi várt. 5. Ja, hann andaðist har, og hann gravlagdur varð - á, hann leið fyri teg, fyri meg! Men hann upp aftur stóð, deyðans veldi hann sló, legði okkum til lívið ein veg. (C.Carradine/Victor Danielsen týddi) »Tað var har« Victor Danielsen ferðaðist dúgliga kring landið við gleðiboðskapinum. Her liggja teir tríggir – vinstrumegin frá Theodor við Keldu, Jógvan Gerðalíð og Victor Danielsen við Sendiboðinum út fyri Eiðis bygd seinast í 40’unum. – Orðið varð boðað og má Gud geva ávøksturin, sigur tann nú 92 ára gamli Jógvan Gerðalíð í Klaksvík Victor var ein ógvuliga djarvur maður, ikki bara djarvur, men ein lisin maður. Hóast sín unga aldur í 1913, er hann vitandi um, hvat ið bilgist rundan um okkum. Victor var ein vitandi maður, ólærdur gudfrøðingur. (Jógvan Fríðriksson, bispur, í sjónvarpssending í mars 1994 í sambandi við, at 100 ár vóru liðin, síðani Victor varð føddur. Jógvan arbeiddi nógv við skrivliga arbeiðinum hjá Victor Danielsen, tá ið hann las gudfrøði) »Eg havi sagt tað fyrr, og eg sigi tað aftur nú: Tað er gott, at tað var ein maður við sonnum skaldagávum, sum fór undir hetta verk og ikki evnaleysir rímsmiðir!« (Trúgvandi maður um Victor Danielsen) Hin evnaríki Victor Danielsen … umsetti alla bíbliuna, yrkti og umsetti sálmar og vekingarsangir og var ein hugvekjandi talari. Brøðurnir – soleiðis nevna teir seg sjálvar – vóru hinir fyrstu, ið fóru at nýta føroyskt mál burtur av í guðstænastum sínum. (Ólavur Michelsen í „Kirkjusøgu“ (Føroya Lærarafelag 1961)