mánadagur 29. september 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindi
Nr. 186 - 29. september 2008
Bert 10 ára gamla koll
fjarðagentan Sigrið
Leivsdóttir vann í gjár
kappingina »Stava
rætt«, sum Føroya
Banki skipaði fyri. Í
finaluni basti hon 12
ára gamla Sigmund í
Garði av Strondum,
sum gjørdist nummar
tvey, og 11 ára gomlu
Katrin Kamban úr
Hoyvík, sum fekk
triðja pláss
Stavikapping
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Sunnudagin varð finalan í
kappingini »Stava rætt«, sum
Føroya Banki skipaði fyri,
hildin í Norðurlandahús
inum. 25 luttakarar úr fjórða,
fimta og sætta flokki úr
øllum landinum vóru komin
í finaluna, sum varð skipað í
trý umførð. Tá ið avtornaði,
gjørdist tað tó ein av yngstu
luttakarunum í kappingini,
sum gjørdist vinnarin. Hon
er Sigrið Leivsdóttir, er 10 ár
og er úr Kollafirði.
Sera virkin genta
Hóast hon nú kann kalla
seg Føroya besta stavara í
fjóðra,
fimta
og
sætta
flokki, livir hon eitt vanligt
og virkið lív, eins og 10 ára
gamlar gentur flest.
Í frítíðini gongur hon til
bæði flogbólt og fimleik,
umframt at hon eisini er
virkin skóti, og nú fer undir
at læra seg at spæla klaver.
Afturat tí brúkar hon nógva
tíð til at spæla saman við
vinkonunum og annars gera
alt tað, sum 10 ára gamlar
gentur vanliga gera.
Tá hon er somikið virkin í
frítíðini, sigur tað seg sjálvt
at ikki nógv tíð er til yvirs, tá
skúlatingini eisini eru greidd.
Men hóast tað, so hevur hon
tíð til at lesa nógv, og millum
annað hevur hon lisið »Harry
Potter«,
sum
Bergur
Rasmussen,
dómari
í
stavikappingini hevur umsett,
umframt at hon av og á eisini
kagar í ein Sosial.
Las áðrenn
fyrsta flokk
Tað at duga at stava, hongur
eisini saman við at lesa
nógv, og Sigrið Leivsdóttir
var tíðliga á sjóvarfallinum,
tá tað kemur til at lesa.
Longu áðrenn hon fór í
fyrsta flokk, dugdi hon at
lesa, og vanliga lesur hon
eisini nógv.
At mamma hennara er
lærari, hevur kanska eisini
hjálpt henni væl á vegnum,
men fryntliga kollfjarða
gentan greiðir frá, at undan
kappingini gjørdu tey ikki
so øgiliga nógv burturúr.
Mamma hevur spurt
meg um onkur orð, men vit
hava ikki gjørt so nógv eyka
burturúr. Eg havi eisini hugt
í eina bók, sum eitur »1000
torførð orð«, men burtursæð
frá tí hava vit gjørt akra sum
vanligt,
greiðir
Sigrið
Leivsdóttir frá.
Vann sannførandi
Undan finaluni varð skipað
fyri innleiðandi umførum
kring alt landið. Sigrið lut
tók í innleiðandi umfarinum
í Hoyvík, og tá kom hon
sannførandi ígjøgnum. Av
11 orðum at gita hevði hon
bert ein feil, og fór tískil
beinleiðis í finaluna. Hini
bæði, sum komu víðari úr
Hoyvík noyddust gjøgnum
eitt eyka umfarð, sum
kallaðist
»Javnbrótarin«,
har øll tey, sum vóru jøvn í
stigum noyddust at kappast
víðari, eitt orð í senn, inntil
allir
tríggir
finalistarnir
vóru funnir. Í innleiðandi
umfarinum í Hoyvík vann
Sigrið uppá orðið »hyld
ligur«, sum hon megnaði at
stava rætt.
Í finaluni varð kappingin
soleiðs skipað, at í tveimum
teimum fyrstu umførunum
fingu luttakararnir eitt tor
ført orð lisið upp fyri teim
um tvær ferðir, og síðan
skuldi tey skriva orðið nið
ur, og lesa tað upp í mikro
fonini,
meðan
dómarin
hugdi í pappírið at kanna
eftir, um tey høvdu stavað
torføra orðið rætt.
Í innleiðandi umfarinum
fekk eg tvey staðarnøvn,
sum vóru nokk so ring. Eg
skuldi stava til »Ørvisfelli«
og »Oknadalur«, men eg
fekk tey bæði røtt. Annars
vóru nógv av orðunum rætti
liga torfør, greiðir unga
kollfjarðagentan frá.
Seinasta umfar var tó
øðrvísi skipað. Tá fingu tey
ein setning lisnan upp fyri
teimum, og í hvørjum setn
ingi vóru trý orð skeivt stav
aði, sum tey so skuldu finna
og stava rætt. Í alt fingu tey
14 setningar, so tilsaman
var talan um 42 villur, sum
tey skuldu finna.
Tá ið avtornaði, hevði
Sigrið Leivsdóttir funnið
36 av teimum 42 villunum,
meðan Sigmund í Garði,
sum gjørdist nummar tvey,
hevði funnið 33 villur og
Katrin Kamban, sum endaði
á triðja plássi, hevði funnið
32 villur.
Sostatt varð tað Sigrið
Leivsdóttir, sum gjørdist
vinnarin av teimum 25.000
krónunum, sum var høvuðs
vinningurin, og hon kann
nú av røttum kalla seg Før
oya besta stavara í fjórða,
fimta og sætta flokki.
Setir pengarnar
í bankan
Ein vinningur uppá 25.000
krónur er ein rættiliga stór
ur vinningur at fáa. Serliga
hjá eini bert 10 ára gamlari
gentu, er hetta ein heil
rúgva at fáa. Men hvat hon
skal nýta peningin til, hevur
hon enn ikki gjørt av.
Eg fari nokk at brúka
eitt sindur av tí, men eg fari
nokk at koyra tað mesta í
bankan, sigur Sigrið Leivs
dóttir.
Tað kann tó verða at páp
in, Leivur, og mamman,
Anna Rúna, fáa eina góða
jólagávu frá ungu kollfjarða
gentuni, og kanska vinkon
urnar verða bjóðaðar ein
lítlan túr á kafé.
Hon dugir
at stava
Her síggjast teir tríggir finalistarnir saman við Janus Petersen,
stjóra í Føroya Banka
Sigrið Leivsdóttir við tí stóra kekkinum.
Tjúgufimmtúsind var høvuðsvinningurin
Sigrið
Leivsdóttir
kann, sum bert
10 ára gomul,
kalla seg Føroya
besta stavara
18 milliardir í láni
Eitt yvirlit, sum Vinnuvitan hevur gjørt við grundarlag í
tølum frá bankum og Landsbankanum vísir, at strategiin
hjá bankunum at minka útlánini í fiskivinnuni ikki hevur
eydnast til fulnar enn. Tølini vísa, at meðan útlánini í
teimum føroysku peningastovnunum til fiskivinnuna á
sjógvi og landi í 1997 vóru 445 mió. kr., so vóru útlánini
ultimo í juni 2008 2 milliardir og 82 mió. kr. Samlaðu
útlánini í føroysku peningastovnunum vóru í 1997 6
milliardir og 234 mió. kr. meðan samlaðu útlánini í 2008
eru 18 milliardir og 775 mió. kr.
Lánsbundin høvuðsvinna
Hóast føroysku peningastovnarnir seinastu árini hava roynt at minka um
útlánini í føroysku fiskivinnuni, so hava útlánini til fiskivinnuna verið vaksandi
seinastu árini. Tað er serliga fyri at sleppa undan at vera ávirkaðir av
sveiggjunum í Føroyum, at føroysku peningastovnarnir hava sagt seg vilja
spjaða váðan, og samansetingin av lánunum er tí vorðin meira fjøltáttað. Men
ein uppgerð vísir, at lutfalsliga er talan um størri útlán til fiskivinnuna í dag,
enn fyri 10 árum síðani. Uppgerðin byggir á samlaðu útlánini hjá føroysku
peningstovnunum og ikki hjá hvørjum einstøkum peningastovni sær. Føroyska
fiskivinnan er meira lánsbundnin av føroysku peningastovnunum í dag, enn
fiskivinnan var fyri 10 árum síðani. Hetta er ein sannroynd, hóast peningastovnarnir sum heild hava sagt seg vilja
minka um útlánini til fiskivinnuna, soleiðis at fiskivinnan gerst ein lutfalsliga minni partur av samlaðu útlánunum.