mánadagur 29. september 2008síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 186 - 29. september 2008
Eg fór undir at umseta Poe
fyri umleið tólv árum
síðani. Tá var eg sekstan
ár. Sjálvandi dugdi eg illa
at byrja við.
Eg havi eisini útgivið týð
ingina av Kafka – kendu
søguna ”Umskapanin”.
Hon varð væl og virðiliga
rættlisin. Redigerað aftur
og fram í tvey ár, bæði av
týskkønum og av einum
føroysktlærara. Bókina
hevði ein føroyskur snið
gevi sett saman, og hendan
bókin er upp á allar mátar
væl úr hondum greidd av
einum føroyskum redaktøri
og útgevara.
Poebókin hevur verið í
gerð í rættiliga langa tíð.
Og tá ein við jøvnum
millumbilum hevur trivið
íaftur somu týðingar í tólv
ár, er kanska ringt at síggja
tær objektivt – og tískil at
lúka onkrar villur úr, ið ein
ikki hevði sæð, av tí at ein
hevur vant seg við at síggja
tær. Hevði forlagið átt
fleiri pengar til rættlesarar,
hevði úrslitið verið
munandi betri.
Eg fari at viðganga, at
hetta við at útgeva á egnum
forlagi er strævið, og at
hetta arbeiði hevur møtt
meg almikið – at samskipa
prent, grafikk og flutning –
og at eg tí ikki havi givið
ymiskum smávillum ans.
Tó má eg viðganga eitt – at
eg havi havt trupulleikar av
øllum sjómannatosinum í
søguni ”Niður í meldur
streymin”.
Hanus nevnir í sínum
ummæli í týðingini 14
dømir um villur, harav 7
eru úr ”Niður í meldur
streymin”. Tískil haldi eg
meg ikki fara skeivan, tá
eg sigi, at júst tann
týðingin er Svartiper í
savninum, og at tað er
vegna alt sjómannatosið,
sum føroyingar eiga 100
ferðir so nógv orð fyri sum
onglendingar, nøvn fyri
skip og bátar osfr.
Í ævisøguni, sum Hanus
skrivaði um Janus Djur
huus, nevnir hann eina
gamla, føroyska týðing av
”A Descent Into the Mael-
Strom”, týðarin ókendur.
Tann týðingin fløkist ikki í
gomlum orðingum og
nøvnum fyri ymiskt, sum
hevur við havið at gera.
Men hevði nakar týtt so
leyst í dag, hevði viðkom
andi verið lagdur undir at
útgivið falskar týðingar,
ella týðingar, sum viku so
nógv frá upprunateksti
num, at einki var eftir.
Eg veit, at Hanus hevur
týtt poesøgur sjálvur, og at
hann hevur nógvar
sermerktar meiningar um
føroyskt mál, og sum kapp
ingarneytin hjá honum
Carl Jóhan Jensen eisini
hevur. Men onkuntíð er tað
sum um teir halda seg vera
einastu høvundar i
Føroyum, sum duga at
skriva føroyskt og
harvið eisini hava einka
rættin til hetta skriftmálið.
Tí fari eg eisini at gera
onkrar viðmerkingar til
ummælið hjá Hanusi av
týðingini.
Hanus fílist á týðingina av
Ligeiu. Eg veit ikki hví?
Hana haldi eg vera eina av
teimum frægastu.
Mestur hugsar Hanus um
onkrar langar setningar,
har eg havi bent skeivt. So
sum t.d. hesin:
”Eg vildi sissa hana – tosa
upp í lag við hana – men
við einum so ógvusliga
gløðandi eldhuga elskaði
hon lívið – lívið – einans
lívið – at uggi og skilagóð
tala mundu vera
býttisskapur at royna seg
við.” (bls. 108)
Men eg gjørdi tað við vilja.
Eg royndi at laga týðingina
til soleiðis sum føroyingar
tosa í dag – royndi at
kvinka hana nærri ímóti
okkara samtíð – av tí at so
nógvar føroyskar týðingar í
dag verða lagdar undir at
hava ov stirvið mál, og siga
t.d. ”meg droymdi”, ”mær
dámar” osfr. Eg og fleiri
við mær halda hetta vera
skeivt, tá tey flestu í dag
siga ”eg dámi” osfr.
Men nú síggi eg so, at
hesin mátin at gera tað
uppá ikki verður sæddur
við vælvild – ella í øllum
førum ikki við poetekstum.
So veit eg tað til eina aðru
ferð.
Men eg dugi einki galið at
hoyra í ”konu og systrum
andaða”.
”Andaði” merkir jú
”tann deyði”. Eg royndi at
fáa tað at ljóða so formligt
sum gjørligt, av tí at Poe er
rættiliga formligur altíð.
Og tað vóru tey eisini tá í
tíðini.
Eg umseti einastaðni í
bókini: “…on the shrine of
the most passionate
devotion” til “…á altari
hina fúsu hámeting”. Hetta
dámar Hanusi ikki. Eg veit
ikki hví. Sjálvur helt eg
meg vera slopnan stak væl
frá tí.
Og Hanus skrivar:
”…og um ein týðari
partú vil umseta eitt
persónsnavn sum tað
anglosaksiska Ethelred,
kann tað ikki á føroyskum
eita Aðalreyði.”
Hví ikki, havi eg hug at
spyrja? Tað er jú sama
navn, bara á føroyskum í
staðin fyri á enskum. Eg
haldi eisini tað situr
rættiliga væl – næstan sum
eitt ordiligt navn.
Í bók síni ”Ferð mín til
Jorsala” (sum mær dámar
(eg dámi) sera væl og
enntá havi lænt heitið á til
eina stuttsøgu) umsetir
Viderø ofta nøvn til
føroyskt og flytir nøvn og
heitir yvir í føroyskt. Eitt
dømi er ”castle”, sum hann
kallar ”kastell”. Hetta
dámar mær stak væl. Eg
havi ofta hug at gera tað
sama, eisini við nøvnum.
Eg haldi tað ríkar tað
føroyska málið – bara tey
nýggju orðini og nøvnini
verða bend á føroyskum.
Hanus skrivar:
”Eitt dømi [um vánaliga
týðing] er tann langa
stuttsøgan ”Gullklukkan”,
sum bæði snýr seg um at
týða dulskrift og um at
brúka skynsemi og skilvísi
til at gera hetta.”
Hanus nevnir einki dømi
úr hesi týðingini, so eg veit
ikki, hvat hann hugsar um.
Kanska hugsar hann um,
hvussu Jupiter tosar.
Í søguni er ein nekari,
sum í upprunahandritinum
tosar sum nekarar gjørdu í
USA tá – ”ain’” í staðin
fyri ”ain’t” osfr. Og siga
eisini ”g” í staðin fyri ”k”
osfr. Hetta havi eg roynt at
fingið við í mínari týðing,
so at úrslitið er eitt
málbrigdi, sum ikki er til,
av tí at føroyingar ongantíð
hava innflutt trælir úr
Afrika. Men eg havi bara
gjørt tað, sum aðrir týðarir,
t.d. danskir, hava gjørt, og
uttan hetta hevði
søgan mist nokkso nógv.
The Gold-Bug er ein søga,
sum næstan skal lesast á
amerikonskum.
Eg skal vera fyrstur til at
viðganga, at grafikkurin í
bókini er ikki sum eg vildi
hava hann. Hetta er tí eg
brúkti eina prentsmiðju í
Pólandi.
Men tá ein ikki hevur
ráð at gjalda at prenta
bókina í Føroyum, vegna
ov lítlan stuðul, ja so
noyðist ein at taka við
næstbesta póllendska ella
kinesiska tilboðnum. Tað
sama við grafikaranum –
ein bílig amerikonsk
grafikarinna.
Tó eri eg sjálvur stak
nøgdur við júst permuna
av Poe. At Hanus ikki
dámar hana, er kanska ikki
av sjálvari permumyndini,
men kanska heldur av
góðskuni?
Men eg skal ikki finnast ov
nógv at ummælinum hjá
Hanusi.
Takk fyri kritikkin, Hanus.
Kanska verður annað
upplag prentað, og tá verða
allar rættingar tiknar við.
Viðmerkingar til ummælið hjá Hanus Kamban av Smettihjartanum
agnarster@gmail.com
AgnAr
Artúvertin
Onki hald er í leysa
søgunum um, at Eik
Banki skal vera komin
í trupulleikar. Eik
hevur gott gjaldføri
og høgan solvens,
og onki er hent, ið
ávirkar fíggjarligu
støðu bankans ella
vánirnar hjá Eik
BANKI
Áki Bertholdsen
Onki hald er í leysasøgunum
um, at Eik er á veg at fara á
heysin, sigur bankin í dag.
Eik hevur gott gjaldføri
og høgan solvens, og onki
er hent, ið ávirkar fíggjarligu
støðu bankans ella vánirnar
hjá Eik, sigur bankin í
tíðindaskrivi.
Tað var leygarkvøldið, at
leysasøgur fóru at ganga
um, at Eik verður koyrdur á
húsagang klokkan 11 í í
dag.
Tað var rættiliga skjótt, at
boðini fóru víða um, bæði
við teldubrøvum og í SMS
boðum.
Men hetta avsannar Eik
bankin staðiliga í dag.
Bankin sigur í tíðinda
skrivi, at ørkymlað við
skiftafólk hava fleiri ferðir
ringt til starvsfólk hjá Eik í
dag at fregnast eftir, hvat er
í hesum leysasøgunum um,
at bankin er komin í so
stórar trupulleikar, at hann
fer á heysin í morgin.
Onki hald er í hesum
søgum, ið helst bert hava til
endamáls at skaða bankan
og ræða kundar og sam
starvsfelagar okkara, sigur
Marner Jacobsen, forstjóri í
Eik Banka.
Hann vísir á, at støðan á
altjóða fíggjarmarknaðinum
merkist sjálvandi eisini í
Eik, men at bankin er sterk
ur og at sum heild er støðan
góð og støðug.
Gjaldførið hjá Eik er
gott. Tann 26. september
2008 var gjaldførið í Eik
samtakinum 2,5 milliardir
krónur og solvensurin fyri
samtakið er 12,5%. Móður
felagið í samtakinum, Eik
Banki P/F hevur ein solvens
uppá 20,6%, sigur Marner
Jacobsen.
Sagt verður eisini, at
Hans Laksá, ríkisgóðkendur
grannskoðari og stjóri í
grannskoðaravirkinum Ras
mussen & Weihe, váttar
skrivliga í dag, at útrokn
ingarnar hjá Eik eru rættar
og at hann ikki er kunnugur
við viðurskifti, ið kunnu
seta spurnartekin við solidi
tet bankans.
Forstjórin í Eik upplýsir
harumframt, at raksturin í
bankanum gongst sum ætl
að.
Ongi stór tap hava rakt
bankan, og ongir tilburðir
eru farnir fram, ið broyta
fíggjarligu
støðuna
ella
vánirnar hjá Eik, staðfestir
hann.
Marner Jacobsen sigur, at
vanliga ger Eik ikki við
merkingar til leysasøgur.
Men í løtuni er órógv á
marknaðinum, og tí hevur
bankin gjørt av at gera
viðskiftafólk og samstarvs
felagar varugar við, at púra
onki hald er í leysasøgunum
um, at Eik er í trupul
leikum.
Rætt av Eik
Banka at
avsanna
Tað var rætt av Eik
Banka at fara út og
avsanna
leysasøgurnar
um, at bankin skuldi vera
á veg á heysin. Hetta
sigur ein fíggjarfrøðingur,
sum Rás 2 hevur tosað
við.
Ongi tekin eru um, at
Eik ella aðrir føroyskir
peningastovnar
hava
trupulleikar. Teir hava
gott gjaldføri, og tað er
hetta, sum er avgerðandi
munurin
millum
før
oysku og útlendsku pen
ingastovnarnar, sum eru
farnir á heysin ella hava
havt
trupulleikar. Alt
týðir eisini uppá, at før
oysku peningastovnarnir
vísa tað neyðuga var
semi, og at útlánsporte
føljan er í lagi, sigur
fíggjarfrøðingurin
við
rás 2.
Eik vísir leysasøgum
um húsagang aftur
Marner Jacobsen, forstjóri í Eik Banka
27