mánadagur 29. september 2008síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Nr. 186 - 29. september 2008
Andlát og jarðarferðir
Hósdagin 25. september, andaðist í Hirtshals Marni
á Lakjuni, 57 ára gamal.
Andlát og jarðarferðir
Dagurin
30. september. Hieronymus, deyður í 420. Tann lærdi
kirkjulærarin, sum var komin úr Stridon í Bosnia. Í Róm var
hann skrivari hjá pávanum Damasusi Fyrsta, sum setti hann
at týða bíbliuna av nýggjum. Úrslitið var tann latínska
bíblian Vulgata, ið enn verður nýtt í katólsku kirkjuni. Vul
gata merkir tann, ið vanliga verður nýtt. Hieronymus doyði
sum abbati í einum kleystri í Betlehem. Saman við Ambrosi
usi, Augustinusi og Gregori ein av katólsku kirkjufedrunum.
Tøkk
Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá okkara
høgt elskaði sonur og beiggi
Ari Egilstoft Hentze
Sandavágur
f. 24.02.06 – d. 28.05.08
brádliga andaðist.
Tøkk til starvsfólkini á B5, sum altíð tóku sær
so væl av okkum.
Tøkk til Ingu Dam fyri góð og troystarrík
orð í kirkjuni.
Tøkk til Jens Súna og Dortheu fyri
vakran sang í kirkjuni.
Tøkk til Eydnu og Jensiu fyri klaverspæl.
Tøkk til kirkjutænarar, sangarar, berarar og tann
stóra skara, sum fylgdi Ara til hansara
seinasta hvíldarstað.
Tøkk til bindiklubban, sum skipaði so væl fyri
ervinum, og tykkum mongu, sum hjálptu til, tit í
Søljugarði og barnagarðurin hjá Ara í Havn.
Ein serstøk tøkk til okkara familju og vinir, sum vóru
og eru um okkum, og tóku sær so væl av okkum,
tá vit komu heim við Ara.
Tøkk til tykkum øll, sum komu inn á gólvið hjá
okkum, tøkk fyri heilsanir, sms, uppringingar og
tøkk til tykkum, sum bakaðu.
Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur til B5.
Tøkk fyri umsorgan í hesi sváru tíð.
Heilsan
Sunnuvá, Emil, Rói og Rebekka
Vit vilja heldur missa teg,
enn ongantíð hava kent teg
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum teimum, sum sýndu
samkenslu og fylgdu manni og pápa okkara
Mervin Thomsen
Hvalba
til hansara seinasta hvíldarstað.
Tøkk til manningina á Steintór, fyri at tit tóku hond
um hann, tá hann gjørdist sjúkur umborð.
Tøkk til starvsfólk á B7, sum tóku sær av honum,
tíðina hann var har.
Tøkk til Poul Færø fyri troystarrík orð á kapellinum.
Tøkk til tey, sum hjálptu til ervinum, kokkarnar,
hjálparfólk og tey, sum komu við mati.
Tøkk til Símun prest fyri góð og vøkur orð.
Tøkk til gravarar, sangarar og kirkjutænararnar. Tøkk
til berarar, familju, vinir og onnur, sum á ein ella
annan hátt vóru hjá, tá ið á stóð.
Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur, ið vórðu
latnar Hvalbiar kirkju
Fyri tey avvarðandi
Una, Jari og Gunnhild
Ein heilsan til Ara
Lag: Vestland…..
Nú Jesus Pápi teg hevur tikið heim
Í Himmalin, har bert er gleði og gleim
Vit eftir sita her og spyrja HVÌ
Ei longur sleppa kyssa fitta snýð
Tú veikur vart, vit royndu hjálpa tær
Tú fylti nógv og altíð glaður var
Tú stríddist her, nú hevur fingið frið
Ein lítol eingil er við Jesu lið
Tú lítli eingil hjá Jesus Pápa er
Vit elska teg yvir alt í verð
Má Jesus Pápi teg goyma væl hjá sær
Til ein dag, vit øll síggjast aftur har.
VIT ELSKA TEG YVIR ALT
Mamma, babba
Rói & Rebekka
Tøkk
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu og
umsorgan, tá kæri maður, pápi og verfaðir okkara
Andrias Olivur Pauli Djurhuus
andaðist, bert 57 ára gamal.
Ein serstøk tøkk til Patrick prest fyri góð og
troystarrík orð bæði í kapellinum og í kirkjuni.
Eisini ein serlig tøkk til kirkjutænarar, organist,
sangarar, berarar og til tykkum øll, sum hjálptu til
við ervinum.
Takk fyri blómur, kransar, heilsanir og peningagávur
til missiónshúsið í Porkeri.
Hjartans tøkk til tykkum øll, sum fylgdu Andriasi til
hansara seinasta hvíldarstað.
Fyri tey avvarðandi
Sidana, Kristina og Páll
Lesið Sosialin - so eru tit við
-har
tað hendir
nøvn