Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-29, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. september 2008síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 tíðindi Nr. 186 - 29. september 2008 - Eg dugi onga orsøk at síggja til at gera málið um Skálafjarðartunnilin meira trupult, enn tað nýtist at vera, og eg dugi heldur ikki at skilja óttan hjá myndugleikunum í hesum máli, sigur Kristian Petersen, stjóri í P/F Skálafjarðartunlinum Mynd: Vilmund Jacobsen Nú nýskipaða samgongan hevur sett sær fyri, at Skálafjarðartunnilin skal byggjast av privatum, væntar nevndin í P/F Skálafjarðartunlinum sær fundarboð at røða um eina møguliga avtalu millum partarnar Hóskvøldið í næstu viku fara Monika Stauss Joensen og Fiona Bechmann at hava konsert í Fugla­ fjarðar kirkju. Tær fara at framføra á violin og flygul, og eftir konsertina verð­ ur boðið til kaffi og hugnaligt prát Konsert Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tær eru báðar kendar á tón­ leikapallum í Føroyum. Monika Stauss Joensen, sum hevur sínar røtur í Svei­ ts og er gift Ingvardi Joen­ sen í Leirvík og Fiona Bech­ mann, sum kemur úr Lond­ on og er gift Torben Bech­ man. Tær báðar høvdu fleiri konsertir saman, meðan Fiona búði í Føroyum. Tær framførdu bæði í Føroyum og London. Sambandið teir­ ra millum hevur verið varð­ veitt alla tíðina, og nú kemur Fiona so aftur á tón­ leikavitjan, har tær báðar fara at hava konsert í Fugla­ fjarðar kirkju hóskvøldið 9. oktober klokkan 20. Eftir konsertina verður boðið til kaffi og hugnaligt prát, og øll eru hjartaliga vælkomin. Kend í Føroyum Føroyska tónleikasøgan fevnir eisini um fleiri útlendsk nøvn, sum føroy­ ingar munnu kenna sum “síni egnu”. Ein av hesum er Willy Gohl úr Sveits, sum tíðliga kom higar til lands at ríka føroyskt tón­ leikalív, og í Føroya Musikk­ skúla hava mangir útlendsk­ ir tónleikarar neglt sítt navn í føroysku tónleikasøguna. Millum teirra, sum hava sett síni fingramerki innan føroyskt tónleikalív, er eisi­ ni Fiona Clark, sum giftist Bechman. Hon er útbúgvin pianistur og celloleikari frá Trinity College of Music í London. Fiona arbeiddi sum lærari í Føroya Musikkskúla árini 1986­1989, og hon gjørdi eisini fleiri útvarpssendingar um tónleik. Hon hevur spælt í Føroyar Symfonior­ kestri, har hon eisini møtti manni sínum, Torben Bech­ man, sum leikaði trom­ bone. Vitjar Moniku Torben er hálvur føroyingur og hálvur dani. Tey búgva nú saman við børnunum sínum, Alex, Sebastian og Natalie, í Onglandi. Meðan Fiona er á tónleika­ ferð í Føroyum og er gestur hjá Moniku í Leirvík saman við 12 ára gomlu dóttir síni, Nataliu, vitjar maður henn­ ara familju sína í Suðuroy saman við soninum, Sebas­ tian. Á konsertini í Fuglafjarðar kirkju fara tær báðar eitt nú at framføra verk eftir Mozart, Mendelssohn, Grieg og Hubay. Monika og Fiona í Fuglafjarðar kirkju Monika Stauss Joensen (mynd) og Fiona Bechmann, sum ávikavist spæla á violin og flygul, fara at hava konsert í Fuglafjarðar kirkju hóskvøldið í næstu viku Mynd: Vilmund Jacobsen Nú kann byggjast í Klaksvík Innlendismálaráðið hevur nú góðkent endurskoðaðu almennu byggisamtyktina fyri Klaksvíkar. Í longri tíð hava tey í Klaksvíkar kommunu bíðað eftir góðkenningini frá Innlendismálaráðnum, men mikudagin 17. september bragdaði loksins. Almenna byggisamtyktin fyri Klaksvíkar kommunu er nú samtykt, og hetta merkir, at fleiri arbeiðir í kommununi sostatt kunnu fara í gongd. Endamálið við býarplaninum er at leggja karmar fyri framtíðar bygging í Klaksvíkar kommunu, har býarplanurin er eitt amboð til at seta kósina og stýra menningini av býi og bygdum kommununnar. Býarplanurin er ein ætlan, sum vísir á møgulig øki, ið kunnu brúkast til býar­ og bygdamenningina tey komandi tjúgu árini. Ætlanin byggir á metingar og framrokningar av, hvussu stórum økjum brúk verður fyri til bústaðir, vinnu, stovnar o.s.fr., samstundis sum atlit eru tikin til landslag, verandi bygging, veðurlag og ferðsluviðurskifti. Yvirskipað er visiónin, at Klaksvíkar kommuna skal verða atdráttarmikil fyri nýggjar íbúgvar og virkir eins og ferðafólk. Býarplanurin liggur frammi í Miðlan og verður teldutøkur á heimasíðu kommununnar í næstum.