týsdagur 21. august 2001síða 13
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 159 - 21. august 2001
Í samband við at fyrr-
verandi stórtelvarin,
talvvenjarin og
heimsmeistarin
Mikhail Botvinnik
hevði havt 90 ára
føðingardag í ár, fara
Garry Kasparov,
Vladimir Kramnik og
Anatoly Karpov at
telva eina trýmans-
kapping í desember
TALV
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Mikhail Botvinnik úr Russ-
landi var ein sannur meist-
ari. Ikki bert varð hann
heimsmeistari í 1948, men
eisini stovnaði hann seinni
sín egna talvskúla, sum
millum annað Kasparov
fekk ágóðan av í 70´unum.
Botvinnik lat eftir tógvið
stríð heimsmeistaratittulin
til Tigran Petrosian í 1963,
og eftir hetta nýtti hann alla
orkuna til sín talvskúla, og
var hesin nógv tann kend-
asti av sínum slag í heim-
inum. Botvinnik andaðist í
1995.
Russiska talvsambandið
hevur savnað størstu russ-
isku talvnøvnini, nevnliga
Kasparov,
Kramnik
og
Karpov, at luttaka í einari
serligari trýmanskapping.
Hetta er kapping ognað
minninum um Botvinnik.
Tey trý stóru K´ini hittast
fýra ferðir ímóti hvørjum
øðrum, tað vil siga átta talv
hvør. Onkur undrast møgu-
liga yvir hví Karpov slepp-
ur í part, men hann er ein
livandi talvlegenda og skal
als ikki undirmetast sjálvt
um hann er niðanfyri topp
10 á styrkilistanum. Karp-
ov var heimsmeistari í
tíðarskeiðinum 1975-1985,
Kasparov
í
skeiðinum
1985-2000, meðan Kram-
nik er núverandi heims-
meistari.
Hendan
áhugaverda
kapping verður telvað í de-
sember.
Van Wely í serklassa
Fremsti hollendski telvarin,
Loek van Wely, vann sterku
Lost Boys Chess Tourna-
ment. Hann endaði eitt stig
ovari enn Jan Timman, Ivan
Sokolov, Emil Sutovsky og
Jeroen Piket. Van Wely
vann heili seks talv og leikti
trý jøvn. Sigast má at
veteranurin Timman hong-
ur enn væl í.
Íslandssúlan verður
komandi vikuskifti
Siðvanda Íslandssúlukapp-
ingin byrjar komandi viku-
skifti í hølum Havnar Telv-
ingarfelags.
Kappingin
fevnir um tvey vikuskifti,
og leikt verður átta umfør.
1. umfar verður fríggja-
dagin. Enn er ikki vist hvar
ein teknar seg, men á
www.faroechess.com verða
helst upplýsingar um júst
hetta seinni í vikuni, eins
og lýsingar verða varpaðar.
Kappingin er vanliga
sterk, og eitt nú ætlar
Ólavur Simonsen at royna
eydnuna. Flóvin Tór Næs
vann kappingina í fjør.
Heimsmeistarar hittast
Kappingarnevndin
hjá Fótbóltssamband-
inum fer á fundi týs-
kvøldið at taka støðu
í málinum millum
Skála og HB
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Eitt at síggja til ófløkt mál,
fer nú møguliga at verða
avgerandi fyri, hvat lið fer
at flyta upp úr 2. deild hetta
kappingarárið.
Í oddadystinum fyri ein-
ari viku síðani, har Skála
og HB hittust, gjørdi HB
nevnliga ótilvitað nýtslu av
tveimum ólógligum leikar-
um.
HB vann dystin 2-0, men
Skála sendi alt fyri eitt
kæru inn, og kravdi at fáa
tey trý stigini fyri dystin.
Ein kæra, sum teir uttan iva
eiga viðhald í, tí HB hevði
ikki loyvi at nýta leikar-
arnar.
Trupulleikin við málin-
um er bara tann, at venjarin
hjá HB undan dystinum
hevði fingið tilsøgn um, at
teir høvdu loyvi at gera
nýtslu av leikarunum.
HB hevur eisini víst á
hetta í svarinum til FSF, og
spurningurin tykist sostatt
vera, hvørja støðu FSF fer
at taka í málinum í mál-
inum.
Tann salamoniska loysn-
in er sjálvandi at ógylda
dystin, og áseta nýggjan
leikdag, men hinvegin eig-
ur Skála sjálvandi grein í
sínum máli um, at spæl-
ararnir ikki høvdu loyvi at
taka lut í dystinum.
Trupulleikin í hesum er
so, at HB hevur handlað í
góðari trúgv, tá teir hava
gjørt nýtslu av leikarunum,
so umsitingarliga mistakið
fær allar helst við sær, at
annars parturin verður so-
mikið firtin um avgerðina
hjá kappingarnevndini, at
ein avgerð í málinum –
líkamikið hvør hon er –
verður kært til dómsnevnd-
ina.
Leygardagin luttóku
tríggir føroyskir
rennarar í
hálvmarathon-
kapping í Reykjavík.
RENNING
tíðindaskriv
Guttorm Sørensen gjørdi
bart og vann kappingina hjá
monnum frammanfyri ein
rennara úr Kenya og ein
breta. Tíðin hjá Guttormi
var 1 tíma 16,16 min.
Av tí, at runnið varð á
fleiri teinum samstundis,
m.a. 10 km, marathon og
hálvmarathon,
gjørdist
Guttorm ikki varugur við,
at hann lá á odda, fyrr enn
hann hevði runnið einar 14
km. hann rann einsamallur
næstan allan vegin Nakað
av mótvindi var frá fimta til
fimtanda kilometurin, men
annars vóru líkindini at
renna góð. Rutan var sløtt
fyri tað mesta.
63-ára
gamli
Harry
Hansen av Toftum gjørdist
nummar
trý
í
aldur-
bólkinum fyri 60 ár og eldri
aftanfyri ein amerikanara
og ein breta. Tíðin hjá
Harry var 1 tími 40,17 min.
Jonhard Larsen úr Klaks-
vík gjørdist nummar 11 í
aldursbólkinum 18-39 ár
við tíðini 1 tíma 29,40 min.
Guttorm Sørensen vann
Reykjavíkar hálvmarathon
Harry Hansen av Toftum
gjørdist nummar trý í
kappingini fyri rennarar, 60
ár og eldri
Guttorm Sørensen vann
kappingina í hálvum
marathon
Kappingarnevndin hjá FSF fer á fundi í kvøld at taka støðu til kæruna í dystinum millum
Skála og HB, men líkamikið hvør hendan verður, kann roknast við at avgerðin verður kærd fyri
dómsevndini
Kæran verður
viðgjørd í kvøld
C
M
Y
K
24
Nr. 159 - 21. august 2001
25
Frá 20. august til 20. oktober
Tíðirnar verða:
Tað besta tú kanst bjóða tær sjálvum
BODY BIKE
16.30-17.30
Byrjarar
18.00-19.00
Fatburner
Mánadag
16.30-17.30
Vand
18.00-19.00
Byrjarar
Týsdag
17.00-18.00
Fatburner
Mikudag
18.30-19.30
Byrjarar
Hósdag
15.00-16.00
Weekend-
burner
Leygardag
1 Byrjarar:
Hava ikki roynt Body Bike áður
2 Fatburner:
Ikki byrjarar – lægri tempo enn »Vand«
2 Vand:
Ikki byrjarar – høgt tempo + nógvir spurtir
4 weekendburner:
Blanda »Fatburner og Vand«
Kostnaður fyri alt skeiðið (fastar tíðir):
Kostnaður pr. ferð (ikki fastar tíðir):
1x vikuna
kr. 380,-
1 ferð
kr. 50,-
2x vikuna
kr. 620,-
10 ferðir
kr. 400,-
3x vikuna
kr. 840,-
10 ferðir (limir)
kr. 295,-
Virkir - feløg o.l. kunnu bíleggja Body Bike-tímar fyri serprís – ring og og tosa
við JANU.
Klænkiskeið byrjar aftur 27. aug., sí l´ysing í Sosialinum fríggjadagin 24. aug. ella
á okkara heimasíðu fragd.olivant.fo
Fragd & Fimi
v/ Janu Thomsen, Dj. í Geilsgøta 5
FO-100 Tórshavn, Tlf. 31 71 00
E-mail: fragd@post.olivant.fo
Heimasíða: fragd.olivant.fo
UPPLÆTINGARTÍÐIR
Má.-Mik.-Fr. kl. 12.00-21.00
Tý.-Hó. kl. 07.00-10.00
+ 15.00-21.00
Leygardag kl.14.00-17.00
Sosialurin · 31 18 20
Gjaldast skal við tilmelding til skeiðið í FRAGD & FIMI
Tekna teg sum haldara,
so fært tú sosialin
5 ferðir um vikuna
til dyrnar
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
25