Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-30, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. september 2008síða 12

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 tíðindi Nr. 187 - 30. september 2008 Í blaðnum í gjár var frásøgn frá tíðinda­ fundinum í Tinganesi fríggjadagin. Í dag eru hugsanir og ætlanir hjá restini av landsstýrisfólkunum á skránni Frásøgn Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Landsstýrisfólkini, ið ikki komu framat í gjár eru: Jacob Vestergaard í Fiski- og tilfeingismálaráðnum, Helena Dam á Neystabø í Mentamálaráðnum, Hans Pauli Strøm í Heilsumála- ráðnum og Rósa Samuelsen í Almannamálaráðnum. Fiski- og tilfeingismálaráðið Jacob Vestergaard var fyri nøkrum árum síðani lands- stýrismaður, men fekk tá durafjórðingin. Nú hevur hann endurvunnið sær landsstýrissessin og er klár- ur at fara aftur til verka. - Eg fari sjálvandi at seta tað út í kortið, sum hendan samgongan hevur sett sær fyri í hesum samgonguskjal- inum. Men eg skal syrgja fyri, at vit hava gott sam- skifti við vinnuna. Og so er tað høvuðsuppgávan at seta út í kortið, hvussu føroyska fiskivinnan skal koyra fram- yvir, sigur Jacob Vester- gaard. Hann leggur afturat, at hann ikki fer at leggja koll- veltandi uppskot fram, tí tá mann hevur vinnu at gera skal mann hava støðug við- urskifti, so vinnan kennir seg trygga. Men hann legg- ur dent á, at serfrøðin innan fiskivinnu skal gerast betri, og heldur tað vera umráð- andi, at mann sum skjótast finnur fram til, hvussu tingini skulu verða í 2018, tá fiskiloyvini fara úr gildi. Almannamálaráðið Rósa Samuelsen er nýggj landsstýriskvinna í helvtini av gamla økinum hjá Hans Paula Strøm. Almanna- og Heilsumálaráðið eru sum kunnugt sundurbýtt, og Rósa Samuelsen skal taka sær av almannamálum. Hon hevur fyrr sagt, at hon hev- ur stóran áhuga fyri almannamálum og hon hev- ur fleiri ítøkiligar ætlanir fyri ráðið. - Tað fyrsta eg fari at hyggja uppá, er at geva fyri- tíðarpensiónistunum møgu- leika til vart starv, barna- verndarlógin skal endur- skoðast, og ikki minst bústovnarnar, greiðir Rósa Samuelsen frá. Harumframt ætlar nýggja landsstýriskvinnan at seta seg í samband við kommun- urnar, so tær eru viðleikarar, tá fleiri uppgávur verða lagdar út til kommunurnar. Mentamálaráðið Helena Dam á Neystabø hevur verið í landsstýrinum fleiri ferðir fyrr, men ongan- tíð í Mentamálaráðnum, tó kennir hon seg føra fyri uppgávuni. - Eg havi brent fyri máls- økinum í nógv ár, eg havi starvast innan málsøkið, havi útbúgving innan máls- økið, so eg føli meg føra at umsita málsøkið og allar teir tættir, tað umfatar. Men fyri at røkka úrslitum, má eg eisini fáa landsstýrið og løgtingið við uppá tað, for- telur Helena Dam á Neysta- bø. Harumframt metir hon, at vit ikki hava evropameist- arar – sum Pál Joensen – á hvørjum degi, og tí skulu tílík menniskju hava virkis- og arbeiðsumstøður. Afturat hesum er hon fegin um, at pisa-kanningin hevur verið til at seta sjóneykuna á týdn- ingin skúli, útbúgving og mentan hava, tí so kann vera, at betri møguleiki er fyri at fáa tað respektina fyri málsøkið, mentamála- ráðharrin metir vera neyð- uga. Heilsumál Hans Pauli Strøm er einasti landsstýrismaðurin, ið slapp at halda fram í sessin- um, hóast málsøkið varð skorið í helvt. Heilsumála- ráðharrin er fegin um, at uppgávan er minkað. - Tað eru ógvuliga stórar uppgávur á báðum økjum, sum krevja sín mann ella kvinnu. Um vit taka heilsu- økið. So vita vit, at í sjúkra- húsverkinum hava vit havt stórar fíggjarligar trupul- leikar. Bæði við at fáa fígg- ing, og við at fáa tað at strekkja til. Vit hava eisini trupulleikar við tí starvs- fólkaliga, at vit fáa tey við røttum kvalifikatiónum, bygnaðurin og so tað týdn- ingarmesta, at fólk vilja hava tað, sum er nøktandi, ikki tað, sum er næstbest Vestergaard ynskir gott samsk Fiski- og tilfeingismálaráðharrin ætlar at hava eitt gott samstarv við vinnuna, og skapa støðufesti í fiskivinnuni Heilsumálaráðharrin misti helvtina av øki sínum, men er ikki vónbrotin av tí orsøk Pápi drap neyðtøkumann Tá ein amerikanskur pápi kom heim, sá hann ein spillnaknan neyðtøkumann gera seg inn á dóttir sína. Pápin gjørdi ikki matari enn at taka um hálsin á neyðtøkumanninum og kvala hann, hóast tað er óvist um neyðtøkumaðurin doyði av hjartaslagið ella av at vera kvaldur. Men vist er, at heldur enn at hava klæðir hevði neyðtøkumaðurin knív, klisturband, hítir og masku. Neyðtøkumaðurin var júst leyslatin eftir at hava sitið í geglinum í tíggju ár fyri neyðtøku. Løgreglan í Indianapolis, í Indiana, eru vísir í at drápsmaðurin ikki verður ákærdur.