týsdagur 30. september 2008síða 24
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 187 - 30. september 2008
Fiskimálaráðið
skal verða opið og
samskifta nógv
meira við vinnuna
enn higartil, tá ið
trupuleikar skulu
loysast, ljóðar tað frá
nýggja landsstýris
manninum við fiski
vinnumálum
samrøða
Edmund Jacobsen
edmund@pressecentrum.dk
Tað verður alt annað enn
lætt at umsita fiskivinnumál
í Tinganesi. Tað ásannar
fólkafloksmaðurin
Jacob
Vestergaard, sum beint nú
er við at finna seg til rættis
í tí nýggja sessinum sum
landstýrismaður við fiski
vinnumálum.
Og
hóast
hann ikki hevur hug at
greiða frá út í æsir, hvussu
hann ætlar at raðfesta sítt
arbeiði, so er tað tó greitt,
at tær broytingar, sum und
angongumaður
hansara,
Torbjørn Jacobsen, hevði
ætlanir um at seta í verk,
neyvan verða gjørdar nú.
Líkt er tí til, at fiskivinnan
skal vænta nýtt tjak um
fiskidagarnar:
Vit noyðast at fremja
justeringar, men hvussu
umfatandi hesar verða, tað
fari eg ikki at siga nakað
um nú. Men sjálvandi er tað
átroðkandi, at veiðutrýstið
verður sett so rætt sum
gjørligt. Fyrst av øllum ætli
eg mær at opna dyrnar fyri
samskifti og dialogi við
fiskivinnuna, sigur Jacob
Vestergaard, sum tó ásannar,
at arbeiðið við fiskidøgunum
uttan iva fer at fylla ein
stóran part av arbeiðsdøgun
um.
Fleiri onnur mál troðka
seg eisini framat nøkur
týdningarmiklari enn onn
ur:
Vit skulu hava greiðu á,
hvussu fiskivinnan skal
skipast eftir 2018, tá ið nú
verandi loyvi ganga út. Mill
um annað skulu vit avgerða,
hvønn leiklut útlendskur
kapitalur skal hava í fiski
vinnuni, sigur nýggi lands
stýrismaðurin við fiski
vinnumálum, sum tó peikar
á, at nógv av hesum arbeiði
skal gerast av einari skipan
arnevnd.
Dialogur fram um alt
Hóast hann av taktiskum
orsøkum hevur valt at verða
fámæltur frá byrjan, so legg
ur hann dent á, at áhaldandi
og tættur dialogur millum
fiskivinnuna og politiska
myndugleikan er eitt av
amboðunum, hann hevur
sett sær fyri at nýta.
Vinnan hevur saknað
dialog, og tí skal Fiskimála
ráðið verða munandi meira
opið enn higartil. Hetta hev
ur eisini týdning í einari tíð,
har i vinnan ikki er samd
um, hvørja kós vit skulu
velja, eitt nú við fiskidøgu
num, sigur Jacob Vester
gaard.
Jacob Vestergaard
sat
sum landsstýrismaður í inn
lendismálum frá desember
2005 til november 2007, og
hevur havt sætið á Tingið
síðani januar í ár. Hann er
útbúgvin, og hevur verið
borgarstjóri
í
Sumbiar
Kommunu, og var eisini for
maður í Føroya Kommunu
felag frá 2001 til 2003.
Meira samskifti við fiskivinnuna
vinnan
Jacob Vestergaard ætlar at seta sítt egna
fingramerki á fiskivinnupolitikkin, men
er enn sera fámæltur um, hvat hann
ítøkiliga hevur í tonkunum.