mikudagur 1. oktober 2008síða 2
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 188 - 1. oktober 2008
Stutt Sagt
Palin missir
undirtøku
Sambært amerikonskum
fjølmiðlum hevur republ
ikanska forsetavalevnið,
John McCain, biðið sítt
varaforsetavalevni, Sarah
Pahlin, leggja størri dent
á at lýsa tey ymsu
viðurskiftini, tá hon fær
spurningar frá tíðindafólki
um mangt og hvat.
Tað er almenn uppfatan,
at Sarah Palin hevur ofta
verið ógvuliga óneyv og
grunn, tá hon hevur svarað
spunringum frá tíðinda
fólki, men sambært sjón
varpinum
NBC
vil
McCain hava hana at vera
meiri neyva í framtíðini.
Meiningakanningar
í
USA vísa, at Sarah Palin
er ikki so væl umtókt nú,
sum hon var, tá hon bleiv
tilnevnd
varaforsetaval
evni. Tá vísti ein kanning,
at tey, sum hildu av henni,
vóru 20 prosernt fleiri enn
tey, sum ikki hildu hana
vera egnaða, men sambært
einari nýggjari kanning
hjá NBC er hesin munurin
nú tódnaður niður í seks
prosent.
Millum
annað
vísir
kanningin, at tað eru ser
liga teir kvinnuligu velj
ararnir, sum halda minni
av henni nú.
Pávin brúkar
sólorku
Benedikt pávi og hinir
leiðararnir í Vatikaninum
hava gjørt av at brúka
meiri sólorku fyri at spara
pening, og fyri at Vatik
anið kann ganga undan
sum ein góð fyrimynd, tá
tað snýr seg um ar brúka
varandi orkukeldur og at
verja umhvørvið.
Í hesum døgum eru
menn í ferð við at seta
ikki færri enn 2.700 sól
skermar upp á takið á Vati
kaninum, og burtur úr
teimum væntar Vatikanið
at fáa 300.000 kilowattím
ar um árið, sum so skulu
brúkast til ljós og hita og
til at køla.
Eitt nú er ofta neyðugt
við køling, tá konsertir
eru í tí stóra salinum, sum
tekur 6.300 áhoyrarar,
skrivar AFP.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
- Pakistan er hótt og kann fara í upploysn, verða tær
víðgongdu kreftirnar í landinum ikki steðgaðar
David Petraeus, generalur
útlond
Ein 16 ára gamal
drongur í London
slapp livandi frá ein
ari knívsstungu í
pannuna
Tann 16 ára gamli drongurin
bleiv stungin í høvdið, tá
hann og tveir vinmenn
royndu at forða einum inn
broti í býarpartinum Wal
worth í London. Ein av inn
brotsmonnunum stakk tann
16 ára gamla í pannuna.
Hann bleiv alt fyri eitt
koyrdur á sjúkrahús, og har
vístu
røntgenmyndir,
at
knívurin var farin 12,7 centi
metrar inn í høvdið. Kortini
slapp drongurin frá álopin
um uttan stórvegis mein.
Læknanir siga tó, at hann
skal koma á sjúkrahúsið til
kanningar nakrar ferðir.
Løgreglan tók ein 17 ára
gamlan og skuldsetti hann
fyri at hava stungið tann 16
ára gamla. Hann er dømdur
og bíðar nú eftir revsingini,
sigur BBC.
Tilburðurin er bara ein av
mongum, sum hava verið í
London í seinastuni, og
sum hava kostað fleiri ung
um lívið.
Mikhail Gorbatjov,
sum var tann seinasti
leiðarin í tí gamla
Sovjetsamveldinum,
ætlar sær at læra
russar at brúka
frælsið
Tann nú 77 ára gamli Mik
hail Gorbatjov hevur ongan
hug at seta seg afturá, hóast
árini eru komin. Við hjálp
frá ríkmanninum Aleksandr
Lebedev ætlar hann sær at
stovna ein nýggjan politisk
an flokk, sum skal vera
óheftur av Kreml.
Mikhail Gorbatjov bleiv
heiðraður um allan heiumin
fyri at hava givið londunum
í Eysturevropa demokrati,
og í 1990 fekk hann Nobel
friðarheiðurslønina
fyri
arbeiði sítt. Men heima í tí
gamla Sovjetsamveldinum
var hann als ikki væl
umtóktur, tí sovjetska upp
loysnin í 1991 gjørdi gerand
isdagin hjá russum truplan
við
búskaparligum
og
politiskum ruðuleika. Tað
sást eisini í 1996, tá Gorba
tjov stillaði upp til forseta.
Bara 0,5 prosent av veljarun
um atkvøddu fyri honum.
Kortini er Gorbatjov eftir
øllum at døma høvuðsmað
urin aftan fyri ein nýggjan
flokk, sum hann skipar sam
an við ríkmanninum Aleks
andr Lebedev. Og sambært
Lebedev hevur Gorbatjov
ein boðskap:
Hann gav fólki okkara
frælsi, men vit vita ikki,
hvussu vit skulu brúka tað,
skrivar Lebedev á heimasíðu
síni sambært NTB.
Tann nýggi flokkurin hev
ur fingið heitið „Tann óhefti
demokratiski flokkurin“ og
hevur sett sær fyri at virka
fyri løgfrøðiligum og bú
skaparligum nýskipanum,
fleiri óheftum fjølmiðlum
og einum sterkari tjóðar
tingi. Sjálvur ætlar Gorba
tjov sær ikki á ting, tí hann
vil heldur hava yngri kreftir
á politiska pallin, sigur
Lebedev.
Stendur
aftur í botni
í Zimbabwe
Hóast
semju
millum
stjórnarflokkin og and
støðuna um valdsbýtið
gongst illa at skipa stjórn
í Zimbabwe
Í gjár royndu teir báðir
leiðararnir, Robert Muga
be, forseti, og Morgan
Tsvangirai, andstøðuleið
ari, at finna eina semju,
men til fánýtis. Sambært
keldum hjá andstøðuni
endaði fundurin úrslita
leysur, tá Mugabe kom
við einum uppskoti um,
at andstøðan kann fáa
nøkur
minni
týðandi
málsøki at umsita.
Eftir hansara tykki
skal
hansara
flokkur
umsita øll tey týdningar
mestu málsøkini so sum
fíggjarmál, innanríkismál
og lógarmál. Tað hevði
gjørt
andstøðuflokkin
MDC til ein viðfáning í
stjórnini,
sigur
ein
andstøðukelda við BBC.
Mugabe
hevur
fyrr
sagt, at tann nýggja stjórn
in skuldi skipast fyrra
dagin, men sambært and
støðukeldum standa sam
ráðingarnar í botni nú.
Gorbatsjov skipar
nýggjan flokk
Mikhail Gorbatjov er 77, men hevur ikki slept politikkinum
Mynd: Polfoto
Knívurin fór 13 cm inn í høvdið
Røntgenmyndirnar vísa, at alt blaðið fór innum
Mynd: Reuters