mikudagur 1. oktober 2008síða 23
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 188 - 1. oktober 2008
23
a oyggjaland
Lagt til rættis:
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Myndir:
Álvur Haraldsen
alvur@sosialurin.fo
bæði politikarum og myndugleikum, sum arbeiða við ferðavinnu. Í fjør kom
stóra herðaklappið frá háttvirda tíðarritinum, National Geografic Traveler, sum
setti Føroyar á eitt fyrstapláss av 111 oyggjalondum, tá tað snýr seg um at hava
reint umhvørvi. Men liva vit upp til hetta? Og hvønn mátistokk hava tey fólkini
brúkt, ið hava útnevnt oyggjar okkara til henda fornemma heiður? Hava hesi
verið varug við tey túsundtals tonsini av burturkasti, sum sløðist runt allastaðni?
Um so er, kann hetta valla hava talt við í grundarlagnum fyri metingini. Annars
má standa ómetaliga illa til í øðrum oyggjalondum, sum eru á listanum hjá
blaðnum. Tað var í øllum førum ikki torført at fáa eyga á óruddið ígjøgnum
myndatól okkara.
Føroyar eru naknar og opnar, og tí sæst óruddið her nógvar ferðir betri, enn
tað ger í londum, har trø og annar vøkstur kann fjala yvir ein stóran part. Nøkur
vøkur sjón er hetta ikki, og fyri mong man tað tykjast óskiljandi, at fyritøkur,
stovnar, kommunalir myndugleikar og onnur sleppa avstað við at seta gamlar
maskinur, bilskrokkar, bingjur og annað burturkast frá sær á slíkan hátt. Ringast
er við havnaløg, alistøðir, ídnaðarøki, bóndagarðar, jarðarbrúk og í niðurløgdum
grótbrotum, har onki mark tykist vera fyri skilaloysinum. Og hvør hevur
ábyrgdina av, at hetta kann lata seg gera? Tosað verður nógv um nýggjar
brennistøðir, tí orkan er ov lítil, men hesar megna onki at gera við gamalt jarn.
Tað má tyrvast ella flytast av landinum.
Ein glotti er, tí herferðin hjá Sosialinum tykist longu hava givið úrslit. Allur
bati bøtur, og síðani blaðið fór í gongd við at vísa á órudd og burturkast, hava
bæði Tórshavnar og Sunda kommunur álagt øllum at rudda upp á kommunalum
vegum og økjum. Eisini hevur Klaksvíkar kommuna tikið stig til at rudda upp
ymsastaðni.
Aftur í dag lata vit myndirnar tala, og tað halda vit fram við, til vit hava
verið um alt landið.
Norðragøta
Gøtugjógv
Syðrugøta
Syðrugøta
Syðrugøta
Norðragta
Norðragøta
Norðragøta
Norðragøta