Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-03, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. oktober 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindi Nr. 190 - 3. oktober 2008 - Tað stóra takið er at fáa Vág og Tvøroyri at semjast, tí so kemur restin av sær sjálvum, sigur borgarstjórin í Sumba, Niclas Hentze Samanlegging Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Sjálvur havi eg altíð hild- ið, at øll Suðroy verður ein komuna. Tað heldur borgarstjórin í Sumba. Hann hevur varhugan av, at hetta er eitt sjónarmið, sum semja er um í bygda- ráðnum, tó at tað ikki er beinleiðis viðgjørt. Fólkaatkvøða hevur verið í Sumba um leggja saman og tá tóku næstan 70% undir við, at Suðuroy verður ein kommuna og borgar- stjórin heldur, at meiriluti er framvegis fyri saman- legging. Hann tekur undir við, at ein arbeiðsbólkur verður settur at viðgera spurning- in. Men í hansara hugaheimi er tann stóri trupulleikin at fáa vágbingar og tvørafólk at semjast um eina saman- legging. - Verða Vág og Tvøroyri samd, koma hinar kommun- urnar eisini við, ivast Niclas Hentze ikki í. Hann er samdur við teim- um sum siga, at tað verður tað komandi bygdaráðið, sum skal taka støðu, tí hann heldur, at tað verður ov knapt til hetta valið. - Fæst semja um tað, átti tað at borið til at havt kommunuval til eina felags kommunu um eitt ár, sigur hann. Í hansara hugaheimi eig- ur samanleggingin at verða framd, ongantíð ov skjótt. Hann skilir sjónarmiðið, um at kommunur, sum eru væl fyri aftra seg við at leggja saman, tí tær vilja helst brúka peningin í bygd- ini. - Men í tí stóru heildini munar hetta ikki so nógv og kommunusamanleggingin má síggjast í størri saman- hangi enn so, heldur hann. Borgarstjórin á Tvør- oyri heldur, at fólka- atkvøða skal vera í Suðuroy um saman- legging, samstundis sum kommunuvalið er um ein mánað Samanlegging Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Tað er bara positivt, at kommunusamanlegging aftur er sett á dagsskrá í Suðuroy. Tað heldur Kristin Michel- sen, borgarstjóri á Tvør- oyri. Men hann ivast í, hvussu rætt tað er at seta ein arbeiðsbólk at viðgera mál- ið nú, tí væntandi er, at útskiftingar verða í bý- og bygdaráðunum. Hinvegin heldur hann, at tað er sjálvsagt, at ein fólka- atkvøða verður um saman- legging, samstundis sum kommunuvalið er í næsta mánað. - Verður meiriluti fyri samanlegging, hevði tað givið komandi bygdaráð- num eina heimild at arbeitt víðari út frá. Er ikki meiri- luti fyri, er onki at fara víð- ari við. Hann sigur, at kommunu- valið er eitt gylt høvi til eisini at fáa eini 80% - 90% av suðuroyingum at siga sína hugsan um kommunu- samanlegging, tí tá skulu teir á val kortini. - Úrslitið av tí hevði verið eitt gott støði hjá næstu kommunustýrunum at arbeitt út frá. At seta arbeiðsbólk nú, áðrenn vit vita, hvat fólkið heldur, er lítil meining í, heldur hann. Er meiriluti fyri saman- legging, er at seta gongd á arbeiðið, ongantíð ov skjótt. Hann heldur ikki, at borgarin veit ov lítið til at taka støðu, tí fyrimunirnir eru so sjónligir. - Vit eru ein útjaðari og støðan versnar alsamt. Bara tað, at vit hava sjey umsit- ingar til knapt 5000 fólk sigur meiri enn nokk um, hvussu neyðugt tað er at leggja saman. Hann skilir væl, at komm- unur, sum eri betri fyri, ivast í samanlegging. Men hann heldur, at tær hava so høvi at brúka pengarnar til skilagóðar íløgur í heim- bygdini, áðrenn samanlegg- ingin verður veruleiki. Í Tvøroyrar Býráðið er annars full semja um, at øll Suðuroy skal verða ein kommuna. Tað er upp á tíðina, at lív kemur aftur í kjakið um at leggja Suðuroy í eina komm- unu, men hetta má vera ein spurningur, sum næsta bygdaráð má taka støðu til, heldur borgarstjórin í Porkeri Samanlegging Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Tað er bara gott, at lív kem- ur í aftur kjakið um at leggja kommunurnar saman. Tað heldur Eli Frederik- sen, borgarstjóri í Suðuroy. Hann heldur, at kommun- urnar í Suðuroy eiga at taka stigið sjálvar, heldur enn at landsstýrið ger tað. Hann heldur, at gera suð- uroyingar tað sjálvir, fáa teir sett síni fingramerki á og hann heldur somuleiðis, at samanleggingin fer at smakka betri, verður hon sjálvboðin, heldur enn við tvingsli. Ein grundgeving ímóti samanlegging er, at tað er so ymiskt, hvussu kommun- urnar eru fyri fíggjarliga. Hann heldur, at tað er eitt ómøguligt krav, at allar kommunurnar skulu vera á jøvnum føti og tað kann ikki forða fyri eini saman- legging. - Samanleggingin má síggjast í størri samanhangi enn tað. Sjálvur tekur hann fult undir við, at Suðuroy verður ein kommuna, tí hann heldur, at fyrimunirnir eru nógv størri enn vansarnir, men annars hevur bygda- ráðið í Porkeri ikki viðgjørt spurningin. Hinvegin heldur hann ikki, at tað ber til at bera so skjótt at, sum tað varð lagt upp til í Vági. - Bygdaráðið, sum nú situr, fer neyvan at taka støðu til samanlegging, tí tað haldi eg, at tað næsta bygdaráðið skal gera. - Nú haldi eg ikki, at sam- anleggingin skal skundast ígjøgnum, tí tað má taka tað tíð, tað tekur og tað er í øllum førum meiri enn vika. Annars heldur Eli Frede- riksen, at tilgongdin má vera so, at kommunustýrini í Suðuroy semjast um eitt uppskot til ein sáttmála um samanlegging og at hann so verður lagdur fyri kommun- urnar og til fólkaatkvøðu. Hann heldur ikki, at nakað kommunustýrið hevur nak- að ímóti, at eitt slíkt arbeiðið verður sett í verk. Men hann heldur ikki, at tað verður sett í verk fyrrenn nýggj kommunustýri verða vald, tí tað mugu vera tey, sum eru tey røttu at taka avgerðina. So er borðreitt við »Rótasúpan« Tíggju spildurnýggj løg til teir tíggju tekstirnar, sum Anfinn Nielsen seinasta árið hevur gingið og putlast við. Tvey av løgunum eigur Anfinn eisini sjálvur, men tey flestu hevur »bygdarmaðurin« hjá honum, Kim Hansen, gjørt. Áhugavert við hesari fløguni er, at á fleiri løgum er violin fylgispæl, eins og nøkur eisini hava trompet fylgispæl, og tað setur sín serliga dám á løgini. Fløgan er í stóran mun lokal, tí ikki bert hevur Kim Hansen gjørt flestu løgini, hann spælir eisini við á øllum løgunum. Og hartil er fløgan tikin upp í Studio Oyravox, har ein annar »nólsoyingur«, Terji Rasmussen, hevur sitið við upptøkupultin. Anfinn Nielsen fer at signera fløguna á Barock klokkan fimm í dag. Juliannuboys aftur á pall Eftir langan steðg fara tvíburarnir hjá Juliannu nú aftur á pall. Undir navninum »Juliannuboys« fara teir báðir Árni og Marnar at leggja lunnar undir eitt rimmar dansikvøld í Tórshøll í annaðkvøld, leygarkvøldið. Saman við tvíburunum verður Jóanes Jakobsen, ið er væl kendur her á landi, sum skald, tónaskald og fótbólts viðmerkjari. Verða helst noydd at leggja saman Hovbingar hava onki ímóti at leggja saman, men tað er ov lítið komið fram um, hvat tað førir við sær - Í Hovi hava vit onki ímóti, at kommunurnar í Suðurouy verða lagdar saman. Men kravið er, at øll oyggin skal vera ein kommuna. Delmar Tausen, borg- arstjóri í Hovi, sigur, at bygdaráðið í Hovi vil ikki vita av, at Suðuroy verður tvær kommunur. Hann heldur, at tað slepst ikki undan saman- legging, men hann fýlist á, at tey vita alt ov lítið um, hvat ein samanlegg- ing inniber og, hvør lagn- an hjá Hovi verður eftir tað. Annars heldur hann, at tað hevur týdning fyri til- gongdina fram ímóti eini samanlegging, at borgar- stjórin í Vági hevur broytt støðu og nú tekur undir við at leggja alla oynna í eina kommunu. Delmar Tausen sigur, at bygdaráðið fer helst at viðger spurningin í næst- um -áki- Fólkaatkvøða um samanlegging Upp á tíðina at lív kemur í samanlegging Trupulleikin er í Vági og á Tvøroyri Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri Eli Frederiksen, borgarstjóri í Porkeri Niclas Hentze, borgarstjóri í Sumba