Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-03, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. oktober 2008síða 30

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 190 - 3. oktober 2008 SOSIALRÁÐGEVAR til Almannastovuna SOSIALRÁÐGEVARAR til Almannastovuna ..................... almannastovan@almannastovan.fo www.almannastovan.fo K R E A Almannastovan søkir eftir ráðgevum til Arbeiðsmarknaðardeildina í Havn og til Økisdeildina í Runavík í tíðaravmarkaði størv. Uppgávurnar hjá Almannastovuni eru, við grundarlagi í sosiallóggávuni, at veita persónliga sosiala ráðgeving og vegleið- ing, og alment og persónligt at upplýsa um rættindi og skyldur. Arbeiðs- og ábyrgdarøkið hjá Almanna- stovuni er at ráðgeva og vegleiða borgar- um um rættindi og skyldur viðvíkjandi almannaspurningum, at seta í verk fyriskipanir sambært almannalóggávuni og fíggjarligar veitingar. Hartil skal Almannastovan fáa til vega og greina hagtøl til politiska myndugleikan. FØRLEIKAKRØV Ert tú sosialráðgevi, ella hevur tú aðra sosiala ella samfelagsliga útbúgving, og hevur tú hug til sosialt arbeiði og vilt verða við til at gera ein mun, so er tað tær vit vilja hava fatur á. Royndir í líkn- andi arbeiði kunnu vera ein fyrimunur. STARVIÐ Sum starvsfólk á Almannastovuni hevur tú ein týðandi leiklut yvirfyri borgarum, tá tað snýr seg um at skapa fíggjarliga og sosiala trygd, at fyribyrgja sosialum trupulleikum og at hjálpa, tá ið trupulleikar koma í. Vit kunnu bjóða eitt starv í einum spennandi umhvørvi í støðugari menning við nógvum og fjølbroyttum avbjóðing- um, har møguleiki er fyri persónligari og fakligari menning. LØNAR- OG SETANARVIÐURSKIFTI Størvini verða sett og lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið í lønarbólki 6, ella avvarðandi yrkisfelag, um tað fevnir um sáttmálaøkið hjá Almannastovuni. NÆRRI UPPLÝSINGAR Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Hallur Thomsen, deildarleiðara á Arbeiðsmarknaðardeildini í Havn, telefon 215488, ella til Egil G. Olsen, deildarleiðara á Økisdeildini í Runavík, telefon 215485. UMSÓKNIR Umsókn við avriti av prógvum, CV, v.m. skulu sendast til Almannastovuna, Smyrilsvegur 20, Postboks 3096, 110 Tórshavn. FREISTIN Umsóknarfreist er týsdagin 14. okt. 2008. Vinarliga merkið brævbjálvan: “ Sosialráðgevarar til Almannastovuna”. Hevur tú áhuga fyri føroyska vinnulívinum? Vil tú vera við til at byggja upp av nýggjum og menna stovnin. At betra um karmarnar fyri og tænastu til okkara sjóvinnu og vinnu yvirhøvur? Føroya Altjóða Skipaskráseting og Skráseting Føroya 4JHNVOEBSH“UBt1PTUTNPHBt5ØSTIBWOt5FM Føroya Altjóða Skipaskráseting og Skráseting Føroya Fulltrúi/ráðgevi Vit sóknast eftir einum samstarvssterkum fulltrúa/ráðgeva til Skráseting Føroya, ið skal veita ráðgeving til leiðslu og starvfólk viðvíkjandi umsitingini av ársroknskaparlógini og vinnufelagslógunum annars. Viðkomandi skal somuleiðis sjálvstøðugt eftir fyriskipan deildarleiðarans málsviðgera mál í hesum sambandi og leiðbeina viðskiftafólki okkara í øllum spurningum við tilknýti til nevndu lóggávu og at samskifti við okkara sam- starvspartnarar í øðrum londum. Harumframt luttekur viðkomandi eftir tørvi í øðrum arbeiði á stovninum sum t.d. spurningar í sambandi við Føroya Altjóða Skipaskráseting. Arbeiðið krevur gott fakligt innlit serliga á roknskaparøkinum og annars evni og áhuga fyri at seta seg inn í og ráðgeva um vinnumál á høgum støði. Vit ynskja: At tú hevur útbúgving frá hægri lærustovni, t.d. í roknskaparfrøði, búskaparfrøði ella løgfrøði. Onnur viðkomandi útbúgving og royndir kunnu eisini lúka krøvini. 1FSTØOBSWJ§WJ§LPNBOEJSPZOEVNGSÈBMNFOOBSJFMMB privatari fyrisiting hava fyrimun. Vit bjóða: Eitt følbroytt starv í einum góðum umhvørvi, sum tú eisini sjálv/ur er við til at skapa, følbroyttar uppgávur í tøttum sambandi við vinnulívið, og eitt starvspláss, sum setur høg krøv um at røkka sett mál. Loypandi eftirútbúgving í Føroyum og uttanlands er nátturligur partur av arbeiðinum til tess at menna teg fakliga eins væl og persónliga. Setanartreytir: Setanartreytirnar verða eftir galdandi sáttmála millum við BLF ella annað avvarandi fakfelag og Føroya Landsstýri. Setanin fevnir um Vinnumálaráðið og stovnar undir tí um- framt løgmansskrivstovuna og onnur aðalstýri. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Kristin #BMMF EFJMEBSMFJ§BSBFMMB5PNNZ1FUFSTFO TUKØSBÈUFMFGPO  Sendið umsóknina við møguligum viðmælum og CV ÓTFJOBTUBMBHJ§PLUPCFSUJMTLS!TLSBTFUJOHGP FMMBQPTUCPLT 5ØSTIBWO Leiðsluskrivari v.m. Vit sóknast eftir samstarvsterkum persóni, sum er før/ur fyri at skipa skrivstovuna hjá leiðslu stovnsins herundir serliga skrivstovuna hjá Føroya Altjóða Skipaskráseting (FAS) og eftir tørvi eisini á Skráseting Føroya. Arbeiðið krevur gott yvirlit og evni at halda fleira bóltar í luftini í senn og at samskifti við samstarvspartnarum okkara í Føroyum eins væl og úti í heimi. Leiðsluskrivarin skal vera før/ur at málsviðgera innan øllum tættum av skrivstovuyrkinum herundir at skipa fyri dagliga journaliseringina ella sagt við øðrum orðum fakliga vera ein sannur høgguslokkur, og at tú hevur hug og dirvi til at veita tænustu í einum alheimsumhvørvi. Vit ynskja: At tú hevur holla praktiska og ástøðiliga útbúgving innan skrivstovuyrkinum ella samsvarandi útbúgving og royndir og er før/ur fyri at málbera teg skrivliga og munnliga á føroyskum, donskum og enskum máli á hóskandi støði. Vit bjóða: Eitt følbroytt starv í einum góðum umhvørvi, sum tú eisini sjálv/ur er við til at skapa, følbroyttar uppgávur í tøttum sambandi við vinnulívið, og eitt starvspláss, sum setur høg krøv um at røkka sett mál. Loypandi eftirútbúgving í Føroyum og uttanlands er nátturligur partur av arbeiðinum til tess at menna teg fakliga eins væl og persónliga. Setanartreytir: Setanartreytirnar verða eftir galdandi sáttmála millum Starvsmannafelagið ella annað avvarðandi fakfelag og Føroya Landstýri. Setanin fevnir um Vinnumálaráðið og stovnar undir tí umframt løgmansskrivstovuna og onnur aðalstýri. Sendið umsóknina við møguligum viðmælum og CV ÓTFJOBTUBMBHJ§PLUPCFSUJMTLS!TLSBTFUJOHGP FMMB1PTUCPLT 5ØSTIBWO .FJSBGTUBUWJUBVNTUBSWJ§WJ§BUWFOEBTSUJM5PNNZ 1FUFSTFO TUKØSBÈUFMFGPO Stovnurin Føroya Altjóða Skipaskráseting og Skráseting Føroya fyrisitur samskipanina av arbeiðinum at menna Føroya Altjóða skipaskráseting til eina skráseting á høgum altjóða støði og harafturat umsitingini av árrokskapalógini og vinnulogirnar so sum løgtingslógirnar um vinnufeløg v.m..