Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-03, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. oktober 2008síða 38

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 190 - 3. oktober 2008 lýsingar VARALEIÐARI TIL LÁTIPÍPUNA Søkt verður eftir avloysara fyri varaleiðaran í Látipípuni, at byrja skjótast til ber og arbeiða fram til 15. august 2009. Talan kann vera um niðursetta arbeiðstíð. Um eingin námsfrøðingurin søkir, verður hjálparfólk sett í starvið. Stovnurin fevnir um útibarnagarð og frítíðarstovu. Varaleiðarin samstarvar við leiðaran um at leggja dagliga arbeiðið á stovninum til rættis, og at seta mál fyri stovnin, umframt aðrar uppgávur. Vit vænta, at: • tú hevur leiðaraevni • tú dugir at seta mál fyri stovnin • tú ert áhugað/-ur í at menna útibarnagarðin og frítíðarstovuna • tú kanst arbeiða sjálvstøðugt • tú hevur góð samstarvsevnir • tú megnar at at tryggja eitt greitt og jaligt samskifti á stovninum Vit kunnu bjóða: • ein grønan stovn í náttúruumhvørvi við góðum møguleikum fyri túrum í á, haga og fjøru • ein stovn, har dentur verður lagdur á alla tíðina at menna arbeiðið við børnunum • ein starvsfólkabólk, sum er opin fyri nýggjum avbjóðingum Lønar- og setanarviðurskifti Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sátt- mála millum Føroya Pedagogfelag, Fíggjarmála- ráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Núverandi setanarstaður er Látipípan. Setanar- økið er dagstovnaøkið í Vestmanna Kommunu. Nærri fæst at vita um størvini við at ringja til Vestmanna Kommunu á tlf. 470 110. Skrivlig umsókn við avritum av prógvum og viðmælum skal vera Vestmanna Kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 6. oktober 2008 kl. 12.00. Látipípan er ein stovnur við útbarnagarði til 5-7 ára gomul børn og frítíðarstovu til børn í 1.-2. flokki. Frítíðarstovan er inni á Fjørð – tætt við Fossá, fjøruna og sandin. Dentur verður lagdur á at geva børnunum fjølbroyttar upplivingar saman við javnaldrum, og at læra tey at virða hvønn annan. Útibarnagarðurin er í Miðalsbrekku í vøkrum náttúruumhvørvi millum Hórðará og Gjógvará – tætt við hagan. Dentur verður lagdur á at geva børnunum upplivingar úti í náttúruni, og at búgva tey til at fara í skúla. VESTMANNA KOMMUNA Bakkavegur 16 | Postboks 91 | 350 Vestmanna Skeið um strongd verður fríggjadagin 17. oktober 2008, kl. 9.00-16.00 í Havn Broytingar hava nýggjar mannagongdir við sær. Tað er neyðugt at venja seg við nýggjar arbeiðsgongdir, nýggjar starvsfelagar, nýggj fyristøðufólk, samstundis við at tú skalt læra teir broyttu karmarnar at kenna. Tað slítur upp á orkuna, og tað kann hava við sær, at tú gerst útmøddur! Tað hevur týdning at fáa yvirlit yvir og tamarhald á nýggju støðuni so skjótt sum møguligt fyri at finna javnvágina og trivnaðin aftur. Um tú forsømir hetta, kunnu lættliga koma støður við strongd, innvortis óró og sjúkrafráveru. Á skeiðinum verður dentur lagdur á, hvørji tekin tú skal hava eyguni eftir – bæði hjá tær sjálvum og tínum starvsfeløgum fyri ikki at gerst illa staddur av strongd! Harumframt verður dentur lagdur á mannagongdir til at endurfinna ella halda uppi javnvágini bæði hjá tí einstaka eins og í bólkinum. Leiðarorð: • Strongd – orsakir, eyðkenni og virkisætlanir • Sálarligt arbeiðsumhvørvi – samstarv, samskifti og strongdarvaldar • Trivnaður – yvirlit, tamarhald, gleði og hugur Skeiðið vendir sær til starvsfólk og fyristøðufólk. Skeiðið fer fram á donskum máli. Undirvísari: Jeanett Bonnichsen, sálarfrøðingur, rithøvundur og stjóri í Center for Stress og Trivsel A/S Prísur: 1.600 kr. íroknað kostarhald Tilmelding: cfs@cfs.dk ella 0045-3314 4020 (gerandisdagar 9.00-15.00) www.center-for-stress.dk -so eru tit við!