Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. oktober 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 2 Sunnudagin 17. august var há­tíð­ arhald í Hirtshals kirkju í samandi við, at hundrað á­r vóru liðin, síðani kirkjan varð vígd. Til stóra há­tíðarhaldið hevði kirkjurá­ðið biðið Óluvu Hansen, sum til fyri nøkrum á­rum síðani búði í Hoyvík, men sum nú býr í Hirtshals, um at seyma ein nýggj­ an altardúk til kirkjuna. Hesin dúk­ ur varð eisini tikin í nýtslu hendan há­tíðardagin. Óluva Hansen greiddi Nord­ jyske Siftstidende frá­ stóra arbeið­ inum við at brodera dúkin. Tá­ hon hevði broderað, skuldi dúkurin vaskast, á­ðrenn hon kundi klippa í hann. Dúkurin er úr hør, sum tódnar millum seks og tíggju prosent, tá­ tað verður vaskað . Tí var hon sera spent at síggja, hvussu dúkurin sá­ út á­ altarinum. ­ Eg var ógvuliga fegin, tá­ eg legði hann á­ altarið dagin fyri, og hann passaði so væl, sigur Óluva Hansen, sum hevur lært alt um klassiskt hvítt broderí á­ kvøldskúla hjá­ Jenny Simonsen í Havn. Myndevnini á­ nýggja altardúki­ num vísa til kirkjuligar handlingar: Já­kupsstigin, hvítusunnuliljan, krossurin og kalikurin. Aftan á­ há­tíðargudstænastuna varð boðið til á­bit á­ Norðsjóv­ arsentrinum, har greitt varð frá­ søguni hjá­ kirkjuni í Hirtshals – serliga úr 56 síðurs stóra jubileumsritinum, sum meinig­ heitsrá­ðið hevur givið út í sam­ bandi við 100 á­ra dagin. Formaðurin í kirkjurá­ðnum sigur við Nordjyske Stiftstidende, at tey hava fyrireikað há­tíðarhaldið í eitt heilt á­r. ­ Vit hava eisini há­tíðarhildið at kirkjan lat uppaftur eftir umbyggingina eftir at vit fingu nýtggja urgu, vit hava há­tíðarhildið 25 á­ra haldið síðani Emmersbæk kirkja, sum hoyrir undir Hirtshals kirkju, varð liðug, sigur Evald H. Kristensen, formaður í kirkjurá­ðnum, við blaðið. Til há­tíðarhaldið hendan dagin prædikaði Søren Lodberg Hvas, bispur. Nr. 190 • 3. oktober 2008 Óluva seymaði altardúk til Hirtshals kirkju klumman Vilja tit veruliga hava okkum heim? »At fá­a arbeiði er minsti trupulleikin« ­ »Komið tit bara, arbeiði fá­a tit nokk« Soleiðis hevur tað ljóðað seinastu á­rini, eg og familja mín hava kannað møguleikar­ nar at flyta heim til Føroyar. Maðurin, ið hevur góða uni­ versitetsútbúgving og drúgvar starvsroyndir, hevur sett seg í samband við nógvar, stórar, føroyskar fyritøkur, men higartil hevur ongin bjóða honum nakað starv. Tí er tað eitt sindur provoker­ andi at koma heim til Føroyar og lesa í bløðum, hvussu stórur missur tað er fyri føroyska sam­ felagið, at so nógv ikki velja at flyta heim aftan á­ loknan lestur. Kanska er tað tí, at tey sokall­ aðu størvini í Føroyum ikki eru so serliga nógv ­ ella eru tað galnir føroyingar, ið vilja koma heim aftur. Eg skilji, at føroyskar fyritøk­ ur helst vilja hava føroyingar í starv, men skilir ein føroyskt og er hampuligur at tosa tað, burdi tað nærum verið líka gott. Sjá­lv havi eg ikki stórar trupulleikar á­ hesum øki, men tað er kanska av tí grund, at útbúgvin føroysk blaðfólk ikki hanga á­ trøunum. Maðurin hevur útbúgving inn­ an búskap, og tað er sjá­lvandi ein vinna, ið hevur meiri at velja ímillum enn miðlavinnan. Um føroyska samfelagið skal mennast, og politikkararnir veruliga meina, at teir vilja hava fólk heimaftur á­ klettar­ nar, ja, so er kanska tíð upp á­ at tosa við fyritøkurnar og biðja tær hyggja gjøgnum e­post og brøv, tey hava fingið seinastu á­rini ­ kann verða, at bæði ein og fleiri vælútbúgvin, íðin fólk eru at finna í tí bunkanum. Inna Tornroos inna@sosialurin.fo Hátíðarhald Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Søren Lodberg Hvas, bispur og Finn Olesen, borgarstjóri í Hjørring kommunu, gingu á odda inn í 100 ára gomlu kirkjuna í Hirtshals Føroyska Óluvá Hansen , sum býr í Hirtshals, hevur seymað vakra altardúkin, sum varð lagdur á altarið í Hirtshals kirkju til 100 ára hátíðarhaldið