fríggjadagur 3. oktober 2008síða 5
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
5
Nr. 190 • 3. oktober 2008
Pápi hansara gekk á
skiparaskúla í Havn og hitti
har konu sína, og bygdi sær
hús uppi í Brekkugøtu í 1933.
Hann doyði í 1942, so tey fingu
ikki langa tíð saman í hesum
nýbygdu sethúsunum.
Sonni var eitt skifti í 50’unum
úti og sigldi kring heimin, men
hann kom kortini at fáa lívsstarv
sítt á landi í heilsøluni hjá Poul
Hansen, her hann var í samfull
50 ár. Men hugurin at vitja aftur
á Norðtoftum var allatíðina til
staðar.
- Ja, eg má bara siga sum
er, at tað munnu vera fá – um
yvirhøvur nakar núlivandi!
– sum hava gingið oftari enn eg
upp um fjallið millum Klaksvík
og Norðtoftir, sigur hann við
einum brosi, men tó uttan at
reypa sær av hesum.
Eitt dømi um hesi viðurskifti
var einaferð, teir skuldu fara
eftir eini gimbur við einum
lambi og sum gekk í Tjørnudali,
nakað væl sunnanfyri
Norðtoftir. Sonni vildi so fegin
at teir skuldu taka lambið
áðrenn mikkjalsmessu, sum er
29. september.
- Hetta hevur helst verið ein
leygardag fyrst í september
mánaði, at eg fór umborð á
Pride sum legði frá bryggju í
Havn klokkan tvey.
- Eg havi havt mangan
ringan túrin upp um fjallið til
Norðtoftir í bæði toku, vindi,
regni og myrkri. Men hesin
túrurin bleiv heilt øðrvísi enn
hinir, greiðir Sonni frá. Nakrar
tímar seinni legði Pride so at í
Klaksvík og hann legði til fjals
beinanvegin.
Morgunmaður
Frammanundan hevði Sonni
tosað við røktingarmannin
Árna, um teir ikki skuldu
fara eftir hesum lambinum
morgunin eftir – tað er:
sunnumorgunin. Hann var við
uppá tað beinanvegin, og síðani
hildu teir avstað.
Teir vóru hepnir og komu
skjótt fram á lambið og ærina.
Teir fingu ein enda um lambið,
sum soleiðis fór rennandi allan
vegin heim í bygdina aftur.
- Eg segði so við Sofus, at
vit áttu bara at flett lambið
beinanvegin, men hann segði
nei: »Sunnudag fletta vit einki
lamb!«. So tað varð ikki gjørt
henda dagin.
- Men eg hevði kortini sett í
meg, at lambið skuldi flettast
áðrenn eg fór til Havnar aftur,
sigur Sonni við einum brosi.
Hann gjørdi ikki mætari
enn at fara árla á føtur henda
mánamorgunin. Klokkan mundi
neyvan vera meiri enn trý, tá
hann var á fótum og byrjaði at
fletta hetta góða lambið.
- Eg mátti gera skjótt av, tí
Pride sigldi longu klokkan átta
av Klaksvík. Tá alt hetta var
ordnað fór eg til gongu upp um
fjallið og var millum ferðafólkini
til Havnar henda morgunin.
- Eg haldi, at eg var í Klaksvík
einar 10 til 15 minuttir áðrenn
hann legði frá landi. Og klokkan
var farin beint av 10 var eg til
arbeiðis aftur hjá Poul Hansen!
So hetta var ein spennandi
weekend, minnist Sonni afturá.
Met um fjallið
At ganga soleiðis upp um fjallið
millum Klaksvík og Norðtoftir
er drúgvur teinur. Vanliga nýttu
menn millum tveir og hálvan
triðja tíma um túrin.
Men er ein í góðari venjing
– ella í so góðari venjing
sum Sonni var á yngri árum,
kann tað gerast uppaftur
skjótari. Hann spældi hesa
tíðina hondbólt við KFUM og
var í allar mátar sera væl fyri
likamliga.
- Einaferð kom hugsanin til
mín at vita, hvussu skjótt – ella
stutt! – tað bar til at ganga
henda teinin um fjallið. Og sum
sagt, so gjørt!
Sonni hevði eina avtalu við
Hans Jacob Joensen, vanliga
nevndur kollfirðingurin, og sum
hevði eitt pylsuvirki í Klaksvík,
og hevði sagt honum, at hann
var vælkomin at læna súkklu
hansara fyri at spara tíð og
soleiðis koma skjótari norður í
Ánirnar, haðani leiðin upp um
fjallið byrjaði.
- Eg tók so súkkluna, men
fór fyrst inn á telefonstøðina
í Klaksvík at siga frá, at eg
var á veg norður. Eg súkklaði
so norður til tey svørtu húsini
í Ánunum, ið standa har enn
í dag, tók súkkluna uppá
nakkan og bar hana niðan um
garðarnar. Síðani helt eg til
fjals.
- Tá eg hugdi at klokkuni
aftur, vóru einans farnir ein tími
og 32 minuttir frá tí eg ringdi
til Sofus og til eg segði góðan
dag við Sofus á Norðtoftum.
Men Sofus vildi ongatíð trúgva
hesum, og hann bleiv við at
siga, at hetta bar ikki til og
at Sonni mátti hava steðgað
í grannabygdini. Eingin kundi
ganga sooo skjótt um fjallið.
- Og eg haldi, at hann, til
sín doyggjandi dag, trúði at
eg hevði ringt úr Árnafirði til
Norðtoftir!
1 tíma og 32 minuttir
um fjallið
Hóast Sonna
Frederiksen altíð
hevur dámað væl
her á Norðtoftum,
so kom hann kortini
at vaksa upp sum
havnardrongur
Tað lá væl fyri hjá Sonna Frederiksen at ganga upp um fjallið millum
Norðtoftir og Klaksvík. Ta einu ferðina gekk hann teinin eftir einans 92
minuttum! – Ja, einaferð var man í góðum formi, sigur 73 ára gamli
maðurin
nú bíðaði onnur farleiðin.
Tey plagdu at gista í einum
húsum, sum í hugaheiminum hjá
tí lítla Sonna, bar heitið »Reyða
Hús«, áðrenn farið varð umborð
á bátin ið skuldi føra tey til
Norðtoftir. Og hetta kundi mangan
gerast ein long og strævin ferð.
- Tað mest vanliga var at fara
allan vegin norður um Múlan.
So tú kanst ætla, at tað tók sína
tíð at koma fram, sigur hann við
einum brosi.
Fjós við vatni
Hyggur ein eftir fólkatalinum á
Norðtoftum tey seinastu árini, so
kann ein skjótt staðfesta at her
hevur verið stór afturgongd.
Fyri meiri enn 20 árum síðani
búðu 8 mannfólk og 3 konufólk
í bygdini, meðan síðani er talið
minkað javnt og samt, og er í dag
farið niður um helvtina av tí, sum
tað var tá: Sambært seinastu
hagtølunum búðu einans 5 fólk
á Norðtoftum – 3 mannfólk og 2
konufólk.
Í húsunum hjá Sonna vóru
tey fyrr í tíðini fýra fólk – omma
hansara og sum var ógift, ein
hálvur pápabeiggi ið æt Sofus
og tveir ommubeiggjar sum itu
Guttorm og Jóannes. Hesin
seinast nevndi tók festið eftir
pápa sín, sum vanliga varð
nevndur Múla-Poul.
Tað var eisini í hesi tíðini at teir
avgjørdu at byggjast skuldi eitt
fjós úr gróti. Sovítt sum Sonni
veit, var hetta helst tað fyrsta
fjósið yvirhøvur, sum fekk vatn
lagt inn.
- Hetta fjósið var einar 12
metrar langt, og kanska einar
tríggjar til hálvan fjórða metur
breitt. Tað sjáldsama við hesum
var, at áin rann gjøgnum hetta
fjósið.
- Hetta var jú sera praktiskt, tí so
sluppu teir undan at fara aðrar staðir
eftir vatninum, greiðir hann frá.
Kúgvin vendi øvugt
Sum so mangir aðrir menn tá í
tíðini, so var pápi Sonna nógv til
skips. Hann var skipari – fyri ikki
at siga: rokskipari – umborð á
»Verdandi«.
- Esmar Fuglø og hann, - teir
vóru vinmenn og høvdu verið til
skips saman. Esmar segði mær
einaferð, at hann kendi ongan
erligari mann enn “Hjalmar á
Norðtoftum”.
- Ja, hann fortaldi eisini, at
pápi var sera ágrýtin á sjónum og
sannur rokmaður: Um menn vóru
tørnaðir inn og hann bar við fisk,
so kundi hann tveita tann fyrsta
fiskin sum kom á dekkið niður í
lugarið.
- Á henda hátt vildi hann bara
purra manningina út og siga
teimum frá, at fiskur var undir
skipinum. So hann luskaði sær
ikki nakrar fiskar, sum hinir ikki
skuldu vita av, greiðir Sonni frá.
Sonni var ikki meiri enn sjey
ára gamal, tá pápin doyði eftir at
hava verið sjúkur í tvey ár. Hann
minnist enn ein sunnudag, tá
hann mundi vera um fimm ára
gamal.
- Slíkar dagar var altíð lisin
lestur. Og tá, eins og í dag,
sótu dreingirnir mangan óstillir
eina slíka løtu, har vit sótu úti í
køkinum, tí vit ikki sluppu inn í
stovuna, har hini sótu.
- Eg var farin upp á borðið at
sita, og nú einaferð hyggi eg út
gjøgnum vindeygað og fái tá eyga
á eina flekkuta kúgv sum stóð á
beiti beint omanfyri húsini. Tað
løgna var tað, at beinini vendu
beint upp í loft, tí hon var dottin
um rygg niður í eina veit, greiðir
Sonni brosandi frá.
Hjá honum var ikki annað
at gera enn at gloyma bæði
tíð, stað, halgu og lestur, og
hann skar í róp: - Kúgvin vendir
uppeftir! Kúgvin vendir uppeftir!
- Tá góvust tey at lesa lestur og
fóru rennandi út fyri dyr at bjarga
hesi neyðars kúgv. Og soleiðis
varð hon bjargað, minnist Sonni
afturá.
Men um lesturin varð tikin
uppaftur, verður einki sagt um!
Tað munnu vera fá – um yvirhøvur
nakar núlivandi! – sum hava gingið
oftari enn eg upp um fjallið millum
Klaksvík og Norðtoftir