fríggjadagur 3. oktober 2008síða 24
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 190 • 3. oktober 2008
Vikuskifti
24
Løgmansmóðir
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
myndir: Jan Müller
- Tað kenst væl at hava ein son,
sum er vorðin løgmaður. Er hann
glaður, so eri eg eisini glað. Eg
haldi hann fer at klára seg væl.
Hann er viljasterkur sum nakar.
Tá hann setir sær nakað fyri, so
gjøgnumførir hann tað. Hann er
eisini sera avslappaður og dugir
at taka ímóti øllum.
Hetta eru jaligu orðini, sum
móðir Kaj Leo, løgmann, Karin
Johannessen hevur um sonin,
nú hon er sloppin at siga í
sjálvum løgmansstólinum eina
løtu. Hon var millum tey mongu,
sum leitaði sær innar í hitan á
løgmansskrivstovuni í Tinganesi
seinasta fríggjadag, tá sonurin
varð kosin til løgmann.
Hon vísir ikki aftur, at
sonurin eisini kann hava fingið
okkurt gott í beinið frá m.a.
sær sum mammu. Hon ynskir
soninum góða eydnu við nýggja
álitisstarvinum.
Sonurin Kaj Leo, ið stendur við
móðurlið á løgmansskrivstovuni
henda óveðursdag seinast í
september, gleðist um góðu
orðini frá móður Karin. -Vøkur
orð og eg veit ikki, hvat eg skal
siga. Okkurt hevur man helst
gjørt rætt fyri at røkka hertil. Og
her hava foreldrini verið mær ein
góður vegvísari og stuðul, sigur
nýggi løgmaður, sum heldur tað
vera ikki sørt ein æra at skula sita
í hesum stólinum. Hann vónar, at
hann kann gera eitt gott arbeiði
fyri alla tjóðina eisini.
Karin Johannessen, sum er 78
ára gomul, dylur ikki fyri, at hon
ætlar sær eisini at geva soninum
góð ráð, tá hann biðjur um tey.
Og hon leggur aftrat, at Kaj Leo
hevur altíð lurtað eftir sær.
Elski illveður
Meðan hýrurin er góður á løg-
mansskrivstovuni leikar í uttan-
fyri. Tað regnar illa, og vindurin
fær sjógvin at reistast.
Vit spurdu løgmann, um
hetta vánaliga veðrið boðar frá
politisku ódnarveðri komandi tíð!
- Eg elski illveður. Tað er
frískligt. Man kann gott fara út
og ganga sær ein túr, um man
letur seg væl í. Tað er eisini
boðskapurin, sum eg vil geva
politiskt. Tað er eingin trupulleiki,
at nøkur hørð lágtrýst koma niður
yvir okkum. Vit skulu bara lata
okkum væl í og so arbeiða.
Karin, mamman reisir seg úr
løgmansstólinum og letur hann
til sonin, sum kann síggja fram
til trý avbjóðandi ár í landsins
hægsta sessi.
Karin Johannessen, móðir løgmann:
Kaj Leo er
viljasterkur
sum nakar
Løgmansmóðirin Karin Johannessen her í
løgmansstólinum í Tinganesi, har hon rósar
soninum, Kaj Leo Johannesssen, nú hann tekur
við landsins hægsta embæti
Kaj Leo Johannessen saman vil familjuni á løgmansskrivstovuni í Tinganesi