mánadagur 6. oktober 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 191 - 6. oktober 2008
Útyvir tað vanliga
– innbrot, bardagar,
full fólk og rúsdrekka
koyring – vóru bæði
stormur, eldur og
hálka á skránni hjá
løgregluni um viku
skiftið
PolitiraPPortin
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Hetta vikuskiftið var sum
nógv onnur, Eyðun Berg,
vakthavandi á politistøðini í
Havn greiðir frá, at viku
skiftið ikki var nakað ser
liga óvanligt, í mun til onn
ur vikuskifti, men veðrið
gjørdi sína ávirkan um viku
skiftið.
Fríggjadagur
Nógv fólk vóru ov sein til
arbeiðis fríggjamorgunin, tí
nógv hálka var kring landið.
Hetta er fyrsta punkt í politi
rapportini fyri hetta viku
skiftið.
Fríggjamorgunin byrjaði
við hálku, men tíbetur hendi
onki ferðsluóhapp hendan
dagin, sigur Eyðun Berg,
vakthavandi á politistøðini.
Men hetta var ikki einasta
málið, ið varð rapporterað
til løgregluna í fríggjadags
døgninum. Heili seks ferðir
var politiið kallað út til full
fólk. Tann fyrsti var ein
maður, ið ikki megnaði at
koma við í flúgvaran, tí
hann var so mikið ávirkaður
av rúsdrekka. Ein annar
maður varð burturvístur av
flogvøllinum, tí hann var
ómøguligur. Hini málini av
hesum slag, vóru ein harðlig
kvinna og ein avfallin
kvinna í Havn, ein fráfallin
maður í Klaksvík og ein
maður, ið varð burturvístur
av einum skeinkistaðið í
Runavík.
Eisini var eitt tjóvarí í
einum bili, har 100 krónur
vóru stolnar og eitt sindur
av ruskið var lagt inn í bilin
og eitt herverk á Tvøroyri,
har onkur ósemja endaði
við, at ein maður breyt ein
rút. Maðurin meldaði seinni
seg sjálvan.
Eitt sokallað sosialmál,
har ein 70 ára gamal maður
varð komin illa fyri heima
hjá sær sjálvum. Maðurin
stóð – sum skilst – á bíði
lista til røktarheimspláss,
men var ikki komin inn enn.
Politiið hevur latið røttu
myndugleikunum málið.
Harafturat fór ein bilur á
sjógv á Signabø, men ongin
var í bilinum, sum helst
hevði eina ov veika kopl
ing.
Vesturi í Vágunum var
eitt sindur av herverki, har
onkur blakaði grót á eini
hús.
Seinasta málið í politi
rapportini frá fríggjamorgni
til leygarmorgun, var tá ein
bilur skuldi steðgast leygar
náttina. Førarin av bilinum
fekk helst ringa samvitsku,
og avgjørdi at koyra undan
politinum. Men eftir stuttari
tíð steðgaði bilurin í Tungu
gøtu í Havn, og fólkini tóku
til beins. Løgreglan sendi
hundar at leita eftir fólkun
um, og skjótt vóru tvey fólk
funnin. Út móti morgni
varð seinasti persónurin
funnin, og mann hevur funn
ið fram til, at hesin koyrdi
bilin.
Illgruni er um rúsdrekka
í blóðinum hjá báðum
monnunum, og blóðroyndir
nar eru sendar til kanningar.
Kvinnan í bilinum var helst
ikki ávirkað.
Revsingin fyri ikki at
eftirlíka ávísingum frá polit
inum er vanliga bót, so tað
kann bilførarin vænta sær.
Leygardagur
Frá leygarmorgni til sunnu
morgun eru vanliga nógv
mál, har fólk hava fingið ov
nógv niðurum, og hetta
vikuskiftið var onki undan
tak. Løgreglan fór tríggjar
ferðir út eftir fólkið, ið vóru
serliga full, og tvey av teim
um vóru koyrd á støðina at
sova, meðan seinasti persón
urin – ein kvinna – varð inn
løgd á landssjúkrahúsinum.
Eitt herverk var í Tvør
oyri, har ein rútur á einum
bili var brotin, og aftur hetta
vikuskiftið valdi onkur at
vísa politinum afturpartin
hjá sær.
Mann kann siga, at tað
er rættiliga óskyldugt, men
tað er »ikki at virða løgregl
una,« so tað verður sektað
við bót, og tí er tað óheppið,
at hetta vendur aftur so ofta,
sigur Eyðun Berg.
Eitt
ferðsluóhapp
var
vegna hálku í Klaksvík, og
tað kann vera talan um
álvarlsligan mannskaða.
Nógvur vindur var leygar
kvøldið, og eini hús í Sør
vági mundu fari á flog og
omanlop var á bíggjar
vegnum. Eisini brotnaði ein
rútur í Fuglafirði av nógva
vindinum leygardagin.
Eisini var eldur í flaka
virkinum á Sandi, og løg
reglan kannar í dag, hvør
orsøkin til eldsbrunan er.
Sunnudagur
Síðani klokkan sjey sunnu
morgunin, hava eini trý inn
brot verið í Havnini og eitt
herverk, har ein maður
kastaði eina fløsku í ein rút á
einum skeinkistaðið í Havn.
Ein ósemja var eisini í
Suðuroynni, har tveir menn
fóru at keglast, og politiið
kom at megla.
Seinasta málið hetta viku
skiftið, var, at tveir ungir
mans vóru tiknir við luftbyrs
um og einum ølkagga. Lut
irnir vóru tiknir frá ungdóm
unum, og nú verður kannað,
hvaðani lutirnir eru.
Alt í alt, eitt vanligt viku
skiftið, har veðrið hevði
sína ávirkan.
Eldur og hálka um vikuskiftið
Leygardagin var eldur í flakavirkinum á Sandi. Í dag er løgreglan har suðuri og kannar málið
Um vikuskiftið var nógv hálka, har vegirnir liggja høgt, og eitt ferðsluóhapp kom av teirri orsøk
Mynd: Jens Kristian Vang
Sjálvmorðsbumba á Sri Lanka
Ein bumba brast uppi á einum manni inni í bygninginum hjá størsta
andstøðuflokkinum á Sri Lanka. Tamilsku Tikararnir, sum í meira enn 25 ár
hava stríðst fyri einum frælsum Tamilskum landið, hava fingið skuldina fyri
bumbuna. Millum tey deyðu er Gen Perera, ið var generalur í 1990árunum.
Tamilsku Tikararnir hava fleiri ferðir lagt Gen Perera undir at pína sínar
tamilsku fangar, og tí er serliga sannlíkt, at Tamilsku Tikararnir løgdu
bumbingina til rættis. Eisini er tað at leggja afturat, at stjórnarherurin á Sri
Lanka í longri tíð hevur stríðst fyri at berja Tikararnar niður, og tí er
møguleikin fyri bumbuatsøknum hækkaður. 27 fólk doyðu av brestinum, og
eini 80 fingu skaða.