Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-06, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. oktober 2008síða 29

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 191 - 6. oktober 2008 29 Tað var gleðiligt at upp­ liva stóru undirtøk­una fyri nýggju samgonguni og nýggja samgongusk­jal­ inum, tá øll javnaðarfeløg­ ini k­ring landið hittust á flok­sleiðslufundi 24. sept­ ember at góðk­enna sam­ gonguavtaluna. Í Javn­ aðarflok­k­inum er breið semja um, at betri er at sleppa at gjøgnumføra politisk­u málini í eini virk­isførari samgongu enn bert at eiga tey á pappírinum Tað var rætt at skipa CHE samgonguna í februar í ár. Tað eri eg framvegis sann­ førdur um. Og eg eri eisini harmur um, at hon slitnaði. Hendan samgongan kundi havt slóðað nýggjar polit­ iskar leiðir. Samgongu­ skjalið var nýskapandi og fylt við javnaðarpolitikki. Trupulleikin var bert, at samgongan ongantíð gjørd­ ist veruliga virkisfør. Gyltu politisku málini vóru til staðar á pappírinum og í retorikkinum. Men tað bilti við politiska handalagnum. Álitið millum samgongu­ partarnar reyk eisini bein­ anvegin, tá fyrstu avtalur­ nar longu vórðu brotnar minni enn eina viku inni í samgonguskeiðnum. Harmiligt var tað, at hóast álit og virkishugur valdaði ímillum flestu samgongulimir, so súrgaðu aðrir partar umhvørvið so nógv, at allur politikkur steðgaði upp. Til arbeiðis við ABC Nú hava vit fingið nýggja samgongu og nýtt sam­ gonguskjal, sum eisini inniheldur nógv góð javn­ aðarmál. Tey fylla kanska ikki so nógv í vavi í hesum skjalinum og eru ikki so innvavd í gylt lýsingarorð. Men í Javnaðarflokkinum eru vit tó sannførd um, at veruligur politikkur snýr seg um at fáa framt hug­ sjónina í verki, heldur enn bert at eiga hana á pappíri og í retorikkinum. Tað er okkara greiða sannføring, at nýggja ABC samgongan veruliga kann borga fyri virkisføri og støðugum viðurskiftum. Tað er somuleiðis greitt, at nógv góð javnaðarmál eru í avtaluni ímillum teir tríggj­ ar samgonguflokkarnar. Í so máta er grundarlagið undir hesari ABC sam­ gonguni til munandi størri fyrimuns fyri javnaðarvelj­ aran, enn grundarlagið undir gomlu ABC sam­ gonuni frá 2004 var tað. Størsti fyrimunurin við ABC ­ og møguliga eisini H – samstarvinum er arbeiðsfriðurin og harvið virkisførið. Vit skulu sjálv­ sagt rokna við nógvum órógvi frá formanninum í Tjóðveldi. Men kortini eri eg vísur í, at hendan sam­ gongan fer at megna at virka til fyrimuns fyri borgararnar í landinum. Stóru avbjóðingarnar, sum heimsumfatandi fíggjar­ kreppan hevur við sær, krevja eisini støðug og álítandi viðurskifti á polit­ iska pallinum, um vit sum samfelag ynskja at sleppa nøkulunda snikkaleys undan avbjóðingunum. Javnaðarmálini Tað var ein ógvuliga bein­ rakin eygleiðing, tá ein av limunum á javnaðarfund­ inum 24. september skýrdi nýggja ABC samgonguskja­ lið at vera eitt javnaðar­ politiskt skjal burturav. Tað taki eg sum eina staðfest­ ing av, at vit eru komin nógv betri burtur úr ABC samráðingunum hesaferð enn í 2004. Vit hava avtalað, at sam­ haldsfasti skal styrkjast, so útgjaldið kann hækka mun­ andi. Hetta er ógvuliga av­ gerandi fyri liviumstøðurnar hjá einum stórum parti av pensjónistunum í landinum. Slíka avtalu bar ikki til at fáa í CHE samstarvinum. Ríkisveitingin verður nú ikki lækkað í óðum verk­ um við stórum upphædd­ um av reinum nationalist­ iskum ávum, soleiðis at vælferðin kann koma í vanda. Í staðin er avtalað, at ríkisveitingin varisliga verður lækkað samsvarandi inntøkuvøksturin í sam­ felagnum. Hetta er fult í tráð við tað, ið Javnaðar­ flokkurin áður hevur skotið upp. Við hesum fara vit undir eina greiða tilgongd móti sjálvberandi búskapi, uttan at vit seta vælferðina til viks og leypa á bláman av nationalistiskum ótolni. Avtalað er at fjálga um heilsuverkið og seta neyð­ ugu orkuna av, so tað fæst at virka eftir krøvunum í einum nútímans samfelag. Í sama viðfangi sleppur brúk­ arin eisini undan sjúkra­ kassagjaldinum og fær harvið ein munandi avgjaldslætta. Greiðar avtalur eru um at syrkja Barsilsskipanina, at skipa førleikagevandi arbeiðsmarknaðarútbúgv­ ingar, at skipa útbúgvingar fyri serlærarar, at styrkja og menna fólkaskúlan og før­ oyskt undirvísingartilfar, at leggja til rættis nýggja almannalóggávu, at fremja pensjónsreformin og bústað­ arætlanina í verki saman við nógvum øðrum góðum málum, ið eru við til at hjálpa um gerandisdagin hjá einstaka føroyinginum. Javnaðarflokkurin er fegin um nýggja samstarvið og ásannar, at vit í hesum samstarvinum hava reellan møguleika at fáa framd fleiri av okkara høvuðsmál­ um í verki, heldur enn bert eiga tey niðurskivað í føgr­ um vendigum í øðrum sam­ gongusamstarvi. Politikkur í verki heldur enn á pappírinum form. Javnaðarfl. á tingi John Johannessen At gera politiskar viðmerk­ ingar nú um dagarnar kann tykjast meira ella minni høpisleyst. Flestu okkara hava fyribils politiskt vaml og hava mesta hugin at stinga høvdið niður í eina spann so skjótt vit hoyra nakað sum helst, ið ber brá av fiskidøgum, uppbrotn­ um skrivstovum og líknandi. Men samstundis er hetta ein vandamikil støða fyri okkum at vera komin í. Tí, ikki fyri at leggja nøkrum tað til, so er tað júst nú, ið onkur snildur politiskur telvari kundi forert bæði landsjørð og hvønn einasta stert burtur í ævigar tíðir. Alt meðan vit standa við høvdinum niðri í spannini. Tí fari eg heldur halda meg til tað harkaliðið, ið eftir førimuni roynir at fylgja við, og loyvi mær at gera nakrar vælmeintar viðmerkingar um nýggja samgonguskjalið. Í hesum føri brúkaramál. Heilt neyvt sigur sam­ gonguskjalið um brúkara­ mál, at “Rættindi hjá brúkarum skulu styrkjast við lógardagføringum og nýggjum lógarásetingum.” og “Til tess at tryggja rættindi borgaranna verða nýggj keypilóg, lóg um fastognarkeyp og meklara­ virksemi samtykt.” So er tað sagt. So skuldi ikki verið meira at kravt. Men kortini. Samgongan hevur sett sær tvey sera týdningar­ mikil mál fyri. Dagføring av keypilógini og Lóg um fastognarkeyp. Men tað týdningarmesta málið er onkursvegna gloymt burtur, og er ikki sloppið upp í part. Nevnliga Lóg um kærunevnd. Hóast rættindi okkara sum brúkarar ikki kunnu sammetast við tey í restini av Evropu, eru tey ikki heilt eingi. Men hóast vit t. d. sambært keypilógini hava rætt, er als ikki víst, at vit fáa rætt. Handilsmað­ urin ella kvinnan kann bara siga kortanei, og biðja okkum renna og hoppa. Tá hava vit ikki annað til at taka enn at fara so nakka­ long til hús. Ella fara til sakførara at biðja hann ella hana um at hjálpa okkum at stevna. Hetta seinna man mangan vera dekan ov ógvusligt, tá talan mangan er um vøru, ið, hóast dýr, kostar líti og einki í mun til ein sakføraratíma. Við Lóg um kærunevnd høvdu vit brúkarar fingið eitt stað at fara við okkara ónøgd. Eitt stað, ið skjótt og bindandi kundi avgreitt ósemjur millum seljara og keypara. Tí er Lóg um kærunevnd eftir mínum tykki tann lógin, ið vit fyrst av øllum eiga at fara í holt við. Men tað merkir ikki, at Lóg um fastognarkeyp og dagføring av Keypilógini einans skulu gerast viðfáningar í framtíðar brúkarapolitikk­ inum. Hesar hava so sanniliga eisini týdning. Við ynskjum um eitt gott og gevandi samgonguskeið fyri brúkaran. Kæra um manglandi lóg Brúkarasamtakið Petur í GonG Kommunupolitikarar kring landið ganga nýggjum og spennandi avbjóðingum á møti. M.a. er líkt til, at breið semja nú umsíðir er á løg­ tingi um at skipa landið í færri og størri kommunu­ eindir – einar sjey í tali. Sambært samgonguskjal­ inum hjá nýggju landsstýr­ issamgonguni verður mið­ að eftir, at hetta skal verða veruleiki í 2011, so iva­ leyst fer hetta at skunda undir upp aftur fleiri sjálv­ bodnar kommunusaman­ leggingar í næstum. Ein broyting av komm­ unala landkortinum í Før­ oyum er neyðug til tess at vit kunnu fáa eitt greiðari uppgávu­ og ábyrgdarbýti millum landið og komm­ unurnar. So at málsøki, sum í dag liggja undir land­ inum, kunnu verða løgd út til kommunurnar at umsita. Eitt nú fólkaskúlin og eldrarøktin. Eitt k­ommunufelag og eina brennistøð Fyrsta dagin verður nýtt kommunufelag sett á stovn, sum fer at fevna um allar kommunurnar í landi­ num. Hetta merkir, at Før­ oya Kommunufelag og Kommunusamskipan Føroya fara í søguna. Kommununala arbeiðs­ gevarafelagið verður sam­ stundis skipað sum ein deild undir nýggja felagnum. Hetta má sigast at vera ein røtt og skilagóð avgerð, sum vónandi bæði fer at styrkja samskiftið kommun­ anna millum og ikki minst mótvegis landsmyndugleik­ unum o.ø. Stuttligt hevði verið, um hetta eisini kundi elvt og eggjað komandi komm­ unupolitikarum til at fingið eitt samstarv í lag um eina nýggja, felags brennistøð fyri alt landið, tá tær báðar verandi brennistøðirnar hava tænt fyri seg um eini 10­15 ár ella so. Tórshavnar kommuna eigur í hesum sambandi at leggja lendi av til eina tílíka brennistøð nærindis elverk­ inum hjá SEV á Sundi. Hetta hevði m.a. havt við sær, at vit kundu økt mun­ andi um fjarhitaorkuna í Suðurstreymi og framleiðsl­ una hjá SEV av grønari orku. Blok­k­stuðul ongan áhuga Nýggja landsstýrissam­ gongan ætlar eisini at seta eina kommissión m.a. at fyrireika útjavning og blokkstuðul. Eini útjavning sleppa vit neyvan undan, og persón­ liga ræðist eg heldur ikki eina tílíka skipan, væl at merkja um hon er bygd á bæði eina sakliga inntøku­ og útreiðslujavning. Harafturímóti havi eg ilt við at góðtaka eina blokk­ stuðulsskipan sum lið í flytingum av málsøkjum til kommunarnar. Tað undrar meg eisini, at hetta yvirhøvur er komið aftur á breddan. Tey, ið gjørdu kommunu­ álitið frá 1998, mæltu frá at seta eina heildarveiting­ arskipan í gildi í Føroyum, m.a. tí at hetta ikki gav borgarunum eina nóg greiða mynd av, hvat kommunuvirksemið í roynd og veru kostar. Heldur enn at fáa blokk frá landinum fyri t.d. lær­ aralønirnar, eigur javningin at fara fram um skattin, so at landsskatturin minkar við tí skattaprosenti, sum læraralønirnar kosta, og kommunuskatturin veksur so samsvarandi við hesum sama skattaprosenti. Hetta hevur eisini verið leisturin, ið nýttur hevur verið higartil í teimum førum, málsøki eru flutt til kommunurnar at umsita. Hetta hevur riggað væl, og tí fari eg at mæla lands­ stýrinum til at halda fast við hesa skipanina. Hugleiðingar undan kommunuvalinum býráðslimur og valevni á Lista E Leivur hansen viðmerkingar