mánadagur 6. oktober 2008síða 40
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40 tíðindi
Nr. 191 - 6. oktober 2008
Leygardagin var
stór hátíðarløta
á Tórsbreyt við
Sundsvegin í Havn.
Heilt fitt av fólkið var
samankomið til hesa
stóru løtu, tá nógv
seinkaða Tórsbreyt
varð tikin í nýtslu
ÍTRÓTTARKARMAR
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Tiltakið byrjaði klokkan
14.45, tá Havnar hornor
kestur
spældi.
Klokkan
15.00 byrjaði tiltakið veru
liga, tá Heðin Mortensen,
borgarstjóri, Hildur Eyð
unsdóttir, forkvinna í ment
anarnevndini, Fríðrik Blá
hamar, formaður í Bragdin
um og Randi Kúrberg, for
kvinna í Hvirluni bóru fram
røður.
Øll, ið bóru fram røðu
vóru sera fegin um, at Tórs
breyt endiliga gjørdist veru
leiki, og Randi Kúrberg tos
aði í røðu síni um eina
nýggja tíðarrokning innan
frælsan ítrótt í Havn. Har
fólk fara at tosa um »fyri og
eftir Tórsbreyt.«
Undir
hátíðarhaldinum
vóru frukt og drekka at fáa,
og Spaðar 5 spældi.
Mugu lofta
møguleikanum
Í kjalarvørrinum á hátíðar
haldinum leygardagin, hev
ur Sosialurin tosað við
Randi Kúrberg, um hvat
Tórbreyt fer at geva frælsa
ítróttinum.
Nú hava vit endiliga
fingið umstøður at íðka
frælsan ítrótt í høvuðsstaðar
økinum. Fyrr hava vit sjáld
an sæð hini, ið íðka frælsan
ítrótt, og vit ongantíð veru
liga kunna vant í sama stað.
Eisini hevur tað verið tor
ført hjá okkum, ið kasta at
venja, tí vit hava altíð verið
noydd at hugsa »um nú onk
ur kemur á vøllin.« Alt
hetta er nú fortíð, men við
hesum
góða
møguleika
fylgir eisini ábyrgd.
Vit mugu nú syrgja fyri
at
lofta
møguleikanum.
Hetta skulu vit gera við at
fáa skipað eitt veruligt ung
dómsarbeiði, tí tað er mill
um børnini vit skulu finna
íðkararnar. Sum er hava tey
flestu vaksnu longu valt
eina ítróttargrein, og tí er
tað heldur millum børnini
vit skulu leita eftir talentum,
og syrgja fyri at nýta okkara
nýggju møguleikar til fuln
ar, sigur Randi Kúrberg, for
kvinna í Hvirluni.
Gevur nógv sosialt
Tað
hevur
ofta
verið
frammi, at fólk innan frælsu
ítróttina eru rættiliga einsa
møll, men hetta skal sam
bært Randi Kúrberg broyt
ast.
Nú kunnu vit avtala
venjingartíðir, soleiðis at
vit í framtíðini kunnu byrja
og enda í senn. Soleiðis
gerst tað beinanvegin meira
hugaligt at venja. So kunnu
vit – hóast vit ikki venja
saman – hava eina sosiala
samveru, fyri og eftir venj
ing, greiðir Randi Kúrberg
frá.
Kann geva
skjót úrslit
Vit kenna vanliga frælsu
ítróttina best frá oyggjaleik
unum, og næstu ferð verða
teir á Álandi. Spennandi
verður at síggja um Tórs
breyt gevur so skjót úrslit
til ítróttina.
Vit kunnu rokna við, at
fleiri av okkara íðkarum
kunnu fáa betri úrslit, enn
tey fyrr hava havt. Har
hugsi eg serliga um Bjørk
Herup Olsen og Jóhann
Karl Joensen, sum nú
kunnu venja sínar teinar á
rennibreyt, heldur enn á
asfaltið. Eisini kunnu vit
rokna við, at Rógvi Høj
gaard, ið kastar spjót, kann
klára seg betri, tí nú kann
hann endiliga renna so langt
hann hevur loyvi til, áðrenn
hann kastar. Men her tosi
eg um metrar og tíðir, men
kanska
ikki
heilt
um
plaseringar á Oyggjaleikun
um, fortelur Randi Kúr
berg.
Fólk halda vit
gera tað sama
Randi Kúrberg leggur dent
á, at fólk ofta misskilja
frælsa ítrótt.
Ofta halda fólk, at vit
sum kasta, bara gera tað
sama. Men venjingin hjá
okkum er minst líka fjøll
broytt sum hjá liðítróttini.
Vit
gera
styrkivenjing,
renna og so framvegis, so
ongin sigur tað skal vera
tað sama alla tíðina. Men
vilja fólk vinna pening
innan sína ítrótt, so skulu
tey bara halda seg til fót
bóltin, greiðir forkvinnan í
Hvirluni frá.
Randi Kúrberg bjóðar
harumframt øllum at bjóða
seg fram innan frælsa ítrótt,
sum nú hevur fingið góðar
møguleikar at virka.
Stór samkoma á Tórsbreyt
Bæði stór og smá nýttu Tórsbreyt fyrstu metrarnar